vunnið allar róðrarnar, og so hevur lutur verið kastaður. Um tað á teimum báðu stevnunum, sum eru eftir í 1999, fer at ganga, sum tað hevur gingið, so fer tað heilt óvanliga at koma fyri, at nøvnini á [...] spenning í sær, so er tað, at teinurin verður styttri hjá onkurm bátum, enn hann higartil í ár hevur verið. Genturnar, kvinnurnar og dreingirnir kappast altíð á eitt túsund metrum, og tað vil siga, at fyri [...] umborð á Eysturoyingi hava vunnið allar kappingarnar, bátarnir hava fult stigatal, og tað ber næstan ikki til, at tað hjá nakrari av nevndu manningunum skal vilja so illa til, at tær ikki vinna FM heitið
Asia. Er tað ikki soleiðis fríi marknaðurin riggar? Um koreanarar duga best at byggja skip og gera tað bíligast, so má tað verða har, man byggir skip sambært liberalistunum, og hetta er júst tað, sum Vinnuhúsið [...] Hetta er ikki rætt. Tað vildi verið eitt risaframstig, um man fekk Vinnuhúsið at viðganga, at tað ikki er líka mikið, um skip verða bygd í Korea ella í Føroyum. Eisini hevði verið snilt, um Vinnuhúsið [...] Tað kann altíð diskuterast, hvussu heppið tað er at leggja Vinnudagin, sama vikuskiftið, sum 10 ára dagin fyri Sjóvinnubankakrakkið 6. oktobur 1992. Hepnari blívir tað ikki, tá man so hoyrir eitt orðaval
vatnið. Tað er einki minni enn undrunarvert, at hann hevur verið so áhaldandi og íðin, tí oftast hevur harðasta mótstøðan verið frá teimum, ið av sonnum áttu at verið hansara hollastu stuðlar. Tað gav at [...] løgið, tí tað eru fáir núlivandi føroyingar, ið hava so nógvar »hattar«, sum júst borgarstjórin í høvuðsstaðnum. Tað er ikki tann nevnd, hann ikki hevur verið við til at mannað, og ikki tað álitisstarv [...] ordan, og so kann tað annars vera fullkomuliga líkamikið, um tað er stórt ella smátt. Tað skal bara rigga! Trívist í vási Hetta skal nú heldur ikki misskiljast, tí á ongan hátt er tað at gera Heðini rætt
nakrar av mínum bestu konsertum hava verið júst har. Tí verður tað serliga spennandi at hava konsert á Vágsbøi í ár, sigur Signar í Homrum. Signar í Homrum hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv [...] var tað í bólkinum Kjølar, men seinnu árini hevur hann framført undir egnum navni og í bólkinum Rox. Sangir sum Tað er gott at elska, Sorgblídni, Nú ert hú her, Kærleikans Mátt og aðrir hava verið nógv [...] – S angurin hevur ein góðan boðskap, Um tað at goyma sær tað góða við á vegnum, sjálvt um onkrar løtur á lívsleiðini kunnu verða tungar. Summir sangir hava tað við, at teir festa seg fast í minnið og gerast
Løgtingið brúkar tað til skrivstovur. Tað er heldur eingin loyna, at umsitingin hjá løgtinginum hevur verið sinnað at selja bygningin, men so má Løgtingið fáa onnur, hóskandi høli ístaðin. Og nú er tankin [...] undir einum taki. Men síðani hevur verið arbeitt við at flyta alla umsitingina í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju. - Har eru sera góðar umstøður, og verður tað veruleiki, fara vit at selja gamla [...] tikin. Samstundis er tað ongin loyna, at býráðið hevur leingi havt ilt av, at allur tann stóri bygningurin hjá Gamla Apoteki mitt á Áarvegnum, liggur bølamyrkur og steindeyður tað mesta av tíðini, tí Løgtingið
náttúruni, og tað hóskar væl til mín. Eg orki væl og sleppi at royna alt. Tað er eisini frálíkt, at eg fái eina innanhýsis útbúgving á SEV í hesum fjølbroytta starvi, sigur Jutta Mikladal. – Tað er ein styrki [...] 22 ár, har hon hevur verið undir útbúgving og siglt bæði sum skipsførari og maskinmeistari. Hon valdi at søkja starvið sum maskinmeistari á Vágsverkinum, eftir at hon hevði verið í barnsburðarfarloyvi [...] fjølbroytni í arbeiðinum, og tað er bæði gott fyri arbeiðsplássið og starvsfólkini, staðfestir Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari. – Hon vísir á, at gongdin spakuliga er vend á SEV, tí tað skerst ikki burtur, at
var tað hesaferð ein annar trupulleiki, ið gjørdi, at so at siga alt var afturlatið. Sunneva Háberg Eysturstein, ið eigur og rekur bæði Sirkus og ítróttarbarrina Landskrona, greiðir frá, at, at tað var [...] heilan fingur, metir Sunneva Háberg Eysturstein. – Vit hildu tað vera best, um vit lótu aftur um vikuskiftið. Øll starvsfólkini, sum høvdu verið til arbeiðis í vikuni, fóru síðani til kanningar fríggjadagin [...] afturlatingartíðir hava verið rættiliga umstríddar. Men Sunneva Háberg Eysturstein vil vera við, at í grundini fegnast hon um, at heimildirnar hesaferð eru tiknar í nýtslu. – Tað er ein lætti fyri okkum
ótrúliga raskir at stuðla. Tað eru fólk av oynni og føroyingar annars, tey hava øll verið røsk at stuðla, sigur Hans Karl Olsen. Gistingarhús hevur áður verið í Skálavík. Tað var Hotel Skálavík, sum Smyril [...] byggja, sigur, at tey hava verið í gongd alla vikuna, og at tey hava verið heppin við veðrinum. – Arbeiðið gongur púrasta eftir ætlan, vit eru í gongd við at seta forsíðuna upp. Tað er eystursíðan á húsunum [...] so vónandi enda vit 25 kømurum, tá alt er liðugt, sigur Hans Karl Olsen. – Hetta er so tað fyrsta, og hetta er tað, sum vit vónandi taka í brúk til komandi summar, sigur Hans Karl Olsen og leggur aftrat
bygdin er sloppin undan vanlukkum, tí tað er Skopun ikki. Nú fáa skopuningar so bátabrúgvar, sum hevur verið snakkað um so leingi. Sleiparin hjá Mest hevur verið í Skopun við brúgvaelementum, sum nú liggja [...] Skopun er gomul útróðrarbygd, og her hevur verið róð út alt tað, ið núlivandi og undanfarin vita um. Bygdin, sum liggur sera væl fyri til útróður, hevur fostrað nógvar raskar og nærlagdar útróðrarmenn [...] hevur Skopun átt ein góðan og tryggan bátahyl. Men, í bátahylinum hava ongantíð verið bátabrúgvar, og hetta hevur gjørt tað minni høgligt hjá bátaeigarum at sleppa í og úr bátunum. Fleiri dømir eru um menn
Síðani hava vit verið partur av nógvum tøttum uppgerðum, og vit hava kent okkum óhepnar, og kanska hevur tað ikki verið nóg gott, tá ið vit fleiri ferðir hava mist sigurin í síðstu løtu. Tað kostar nógv [...] hevur tað eydnast at megna javnleik, og fýra ferðir hevur vágaliðið tapt. Soltna úrtøkan ber við sær, at uppflytaraliðið í Vágum er á niðurflytingarplássi. Nú er TB aftur á skránni, og tað er einki [...] steðginum, og inntil tá kendu vit okkum at vera væl við. Tað var í hvussu so er eingin munur á liðunum, heldur 07Vestur málverjin Andras Gango. At tað ber til at vinna stig á útivølli hevur 07 Vestur víst