Skopun er gomul útróðrarbygd, og her hevur verið róð út alt tað, ið núlivandi og undanfarin vita um. Bygdin, sum liggur sera væl fyri til útróður, hevur fostrað nógvar raskar og nærlagdar útróðrarmenn. Farast kann vestur eftir, og farast kann eystureftir - alt eftir, hvør ættin er.
Men, Skopun er eisini niðursetubygd, sum hevur røtur aftur til 1833.
Hóast bygdin er lutfalsliga ung, er minnisvarði reistur yvir sjólátnar. Tað merkir, at havið hevur ikki bara breyðføtt, men hevur eisini elvt til mikla sorg, tá vanlukkur raktu.
Sagt verður, at fyrsta havnin í Skopun varð bygd í 1924-1925, og hon varð liðug í 1926. Upp ígjøgnum tíðirnar er havnin nógvar ferðir vorðin útbygd, og í fleiri ár hevur Skopun átt ein góðan og tryggan bátahyl.
Men, í bátahylinum hava ongantíð verið bátabrúgvar, og hetta hevur gjørt tað minni høgligt hjá bátaeigarum at sleppa í og úr bátunum.
Fleiri dømir eru um menn, sum snávaðu og endaðu á sjónum, men tíbetur hendi ikki vanlukka. Hetta merkir tó ikki, at bygdin er sloppin undan vanlukkum, tí tað er Skopun ikki.
Nú fáa skopuningar so bátabrúgvar, sum hevur verið snakkað um so leingi. Sleiparin hjá Mest hevur verið í Skopun við brúgvaelementum, sum nú liggja heilt úr krókinum innast í bátahylinum og allan vegin fram við eystursíðuni, har teir 23 egningarskúrarnir eru.
Tað er fyritøkan, Kaj Andreasen, sum er veitari av bátabrúgvunum, ið sambært borgarstjóranum, Gerhardi Lognberg, eru komnar úr Svøríki.
- Tað verður pláss fyri 17 hampiligum bátum við brúgvarnar. Um talan bara var um áttamannafør, hevði helst verið pláss fyri eini 20 bátum. Men, hetta er so ein góð byrjan, og vit fara væntandi eisini at arbeiða við einari ætlan, har vit fáa enn fleiri bátabrúgvar.
Borgarstjórin vísir á, at hóast útróðurin í dag ikki kann samanberast við tíðina, tá útróðurin var mestur, so eru tað nógvir menn, sum hava bát og fleiri hava eisini skúr. Tá líkindi eru, og fiskur er at fáa, eru tað eisini menn, sum rógva út og kunnu tjena nakrar krónur.
- Eingin tímir longur at ganga og klintra niður í bátarnar og upp úr teimum aftur, og hetta er heldur ikki serliga trygt.
Gerhard Lognberg sigur, at í Skopun hevur havnalagið og økið niðri við havnalagið altíð havt ein stóran sosialan týdning fyri trivnaðin í bygdini. Her koma menn oman at hyggja eftir bátunum, og her verður prátað um leyst og fast. Sama er í undirhúsinum, sum liggur beint við havnalagið.
- Soleiðis er havnalagið og bátahavnin eisini eitt tilhaldsstað hjá einum parti av fólkinum í bygdini. Trivnaðurin hevur so sanniliga eisini sín stóra týdning í einari bygd sum Skopun, sum ígjøgnum allar tíðir hevur dúvað so nógv upp á sjógvin, leggur borgarstjórin aftrat.
Sum skilst, verður talan um eina íløgu á umleið 1,4 miljónir krónur.
##med2##