Fýra hava tryggjað sær FM

Kappróður: Einasta fyritreytin, sum á komandi stevnum kann vera við til at fáa spenning í kappingarnar, er, at allir bátarnir skulu rógva eitt túsund metrar

Enn er tað ikki púra víst, men í veruleikanum er eingin ivi um, at teir fyrstu FM vinnararnir í kappróðri í 1999 eru funnir. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi, dreingirnir umborð á Havfrúnni, menninir umborð á Hvessingi og teir umborð á Eysturoyingi hava vunnið allar kappingarnar, bátarnir hava fult stigatal, og tað ber næstan ikki til, at tað hjá nakrari av nevndu manningunum skal vilja so illa til, at tær ikki vinna FM heitið.


Málið

Í teimum báðu kappingunum, sum enn eru á skránni, verður róðrarteinurin í øllum kappingunum eitt túsund metrar, og um vit skulu leita eftir onkrum, sum kanska kann bera spenning í sær, so er tað, at teinurin verður styttri hjá onkurm bátum, enn hann higartil í ár hevur verið.

Genturnar, kvinnurnar og dreingirnir kappast altíð á eitt túsund metrum, og tað vil siga, at fyritreytirnar hjá Havfrúnni, Jarnbardi og teimum, sum royna at kappast við hesar vinnararnar verða einki øðrvísi í Sandavági og á ólavsøku, enn tær hava verið í undanfarnu kappingum.

Menninir í 6-mannaførunum og 8-mannaførunum hava higartil kappast á fimtan hundrað metrum, og spurningurin er, um tað verður nakað sum helst øðrvísi hjá monnunum umborð á Hvessingi, at steinurin verður styttri. Sølmundur var so pretin, at hann bjóðaði av í Fuglafirði, hann helt oddastøðuna eina løtu, men spurningurin er, um Hvessingur kundi havt tikið hann, áðrenn hann gjørdi tað. Um fjarbúgvarnir fara at roynast stinnir á eitt túsund metra málinum leygardagin í Sandavági, kunnu vit við einum góðum vilja siga er tað eitt sindur av spenningi um.

Eysturoyingur hevur verið fremstur so at siga alla tíðina í øllum róðrunum higartil, og tað skal meiri enn eitt gott hugflog til at ímynda sær, at nakar skal gera nakað við bátin og manningina, sum enn ikki hava roynt kensluna av ikki at vera fremstir á mál.


Útvarpssteypið

Upp undir ólavsøku plagar at verða tosað um, hvørjar manningar hava best møguleika at fá útvarpssteypið, sum verður latið tí bátinum, ið hevur staðið seg best í øllum róðrarárinum.

Tey seiastu árini hava tveir bátar vunnið allar róðrarnar, og so hevur lutur verið kastaður. Um tað á teimum báðu stevnunum, sum eru eftir í 1999, fer at ganga, sum tað hevur gingið, so fer tað heilt óvanliga at koma fyri, at nøvnini á fýra manningum fara at vera í hattinum, tá tað skal gerast av, hvør skal hava útvarpssteypið fyri 1999.