Signar við nýggjum sangi á stóra pall

Signar í Homrum skal í ár spæla á stóra palli á Vágsbøi, og við sær hevur hann nýggjan sang, sum hann gav út mánadagin

 

Signar í Homrum er ein av teimum, sum hevur havt stórar løtur á Summar Festivalinum. Signar hevur spælt í tjaldinum, og har hevur hann verið serstakliga væl umtóktur. Konsertirnar hjá Signari hava verið eitt óvanlig samspæl millum tónleikarar og áhoyrarar og teljast millum tær best eydnaðu á festivalinum.

 

Nú er tíðin komin, at Signar í Homrum og hansara menn fara á stóra pall á Vágsbøi at spæla. Hetta er fyrstu ferð, at Signar spælir á landsins størsta tónleikapalli, og tað ger hann leygarkvøldið kl. 02.00.

 

–  Vit halda, at tíðin er komin til, at Signar í Homrum spælir á stóra pallinum, og tí verður hansara konsert í ár á Vágsbøi. Signar hevur sangirnar, bólkin og undirtøkuna, sum skal til fyri at lyfta uppgávuna á størsta pallinum í landinum, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.

 

Signar í Homrum er eisini spentur til nýggju uppgávuna. Hann hevur seinastu árini spælt á øllum hugsandi stórum og smáum spælistøðum og í privatum veitslum, men hann hevur manglað møguleikan á stóra palli á landsins størsta tónleikatiltaki.

 

– Eg eri sera fegin um, at fyrireikaranir av Summar Festivalinum hava latið mær hendan møguleikan. Mær hevur altíð dámt sera væl at spæla á Summar Festivalinum, og nakrar av mínum bestu konsertum hava verið júst har. Tí verður tað serliga spennandi at hava konsert á Vágsbøi í ár, sigur Signar í Homrum.

 

Signar í Homrum hevur verið virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár, og hann hevur gjøgnum árini skrivað nógvar sangir, sum føroyingar hava tikið til sín. Fyrst var tað í bólkinum Kjølar, men seinnu árini hevur hann framført undir egnum navni og í bólkinum Rox.

 

Sangir sum Tað er gott at elska, Sorgblídni, Nú ert hú her, Kærleikans Mátt og aðrir hava verið nógv at hoyra, og teir riggað eisini sera væl á konsertum.
Signar fer sjálvsagt at tríva í allar hesar sangir á Vágsbøi, men hann hevur eisini ein nýggjan sang við sær á pallin. Tað er sangur, ið hann gav út mánadagin. Sangurin eitur Tú vilt altíð verða her. Mikael Wiehe gjørdi sangin, og Signar í Homrum hevur við hjálp frá Steintór Rasmussen týtt sangin til føroyskt.

 

– Sangurin hevur ein góðan boðskap, Um tað at goyma sær tað góða við á vegnum, sjálvt um onkrar løtur á lívsleiðini kunnu verða tungar. Summir sangir hava tað við, at teir festa seg fast í minnið og gerast næstan ein partur av gerandisdegnum. Teir eru kanska ikki frammi alla tíðina, men renna fram fyri teg av og á, sigur Signar í Homrum.

 

Mikkjal Hvannastein hevur framleitt nýggja sangin, og Erik Biskopstø hevur ljóðblandað. Tónleikarar á innspælingini eru Signar í Homrum, Henning Hjalt Nicodemussen, Mikkjal Hvannastein og Magni Husgaard.