Royna at fáa lív í tvey stór hús mitt í Havn

Tað krevur eina semju ímillum Løgtingið og Býráðið um Gamla Apotek og gamla høvuðsætið hjá BankNordik

- Hetta kundi verðið eitt heilt fantastiskt øki mitt í Havnini.

 

Tað staðfestur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Í síni tíð keypti Tórshavnar Kommuna stóra bygningin í miðbýnum, har BankNordik hevði høvuðssæti.

 

Endamálið var at flyta alla umsitingina hjá kommununi í bygningin fyri at savna alt undir einum taki.

 

Men síðani hevur verið arbeitt við at flyta alla umsitingina í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju.

 

- Har eru sera góðar umstøður, og verður tað veruleiki, fara vit at selja gamla bygningin hjá BankNordik aftur, sigur Heðin Mortensen. Hann leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin.

 

Samstundis er tað ongin loyna, at býráðið hevur leingi havt ilt av, at allur tann stóri bygningurin hjá Gamla Apoteki mitt á Áarvegnum, liggur bølamyrkur og steindeyður tað mesta av tíðini, tí Løgtingið brúkar tað til skrivstovur.

 

Tað er heldur eingin loyna, at umsitingin hjá løgtinginum hevur verið sinnað at selja bygningin, men so má Løgtingið fáa onnur, hóskandi høli ístaðin.

 

Og nú er tankin so sprottin um, at Landið skal keypa gamla bygningin hjá BankNordik í miðbýnum, og keypir Býráðið Gamla Apotek ístaðin.

 

Eitt sindur av samstkifti hevur verið ímillum kommununa og løgtingið, men enn er als ongin avgerð tikin, sigur Heðin Mortensen.

 

Hann leggur tó dent á, at Løgtingið fær ikki niðastu hædd í bygninginum hjá BankNordik til keyps.

 

- Tann partin at bygninginum kunnu vit ikki lata okkum av hondum, tí hann má brúkast til okkurt útvent virksemi fyri at fáa lív í miðbýin.

 

Borgarstjórin sigur, at hansara dreymur er at gera alla niðastu hædd til eitt alment býarrúm, har fólk kunnu fara undir tak, uttan endiliga at hava eini ávís ørindi. Tað kann vera at bíða eftir einum bussi, men har kunnu eisini vera smáar sølubúðir, kanska ein kafé, og kanska eisini ein kunningarstova.

 

Annars hevði bygningurin hjá BankNordik verið sera vælhóskandi hjá løgtinginum at havt, tí hann er so mikið stórur, at har kundi hvør løgtingslimur fingið sína egnu skrivstovu, sigur Heðin Mortensen.

 

Hinvegin hevur kommunan ikki áhuga í Gamla Apoteki, sum so, men ein møguleiki er, at Hotel Hafnia er áhugað í bygninginum til sítt virksemi.

 

Men har er eisini har verður treytin, at niðasta hædd skal brúkast til okkurt útvent virksemi fyri at fáa lív í.

 

Sjálvur hevur borgarstjórin róð framundir, at Apotekið fekk eina deild í miðbýnum við heilivági, sum ikki krevur resept og hon kundi hugsandi verið í niðastu hædd í Gamla Apoteki, har -sum navnið sigur- apotek var fyrr, áðrenn nýggja apotekið á Trapputrøðni, varð bygt. 

 

Vit hava einaferð spurt leiðsluna á Hotel Hafnia um tey vóru áhugað í Gamla Apoteki, men tað høvdu tey onga viðmerking til.