Oddagrein·Vinnudagurin

Vinnudagruin er eitt frálíkt tiltak, har herðaklapp verða latin vinnu og einstaklingum, og er hetta gott. Í ár fekk ein tónleikaúrmælingur, Teitur Lassen, herðaklappið fyri ársins átak, og Vónin, ein fyrimynd í føroyskari vinnu, fekk heiðurin av at gerast ársins virki. Vit ynskja Teiti Lassen go Vónini tillukku við avrikunum. Vinnudagurin er vónandi komin fyri at vera, men einki er so gott, at tað ikki kann gerast betur.

Tað kann altíð diskuterast, hvussu heppið tað er at leggja Vinnudagin, sama vikuskiftið, sum 10 ára dagin fyri Sjóvinnubankakrakkið 6. oktobur 1992. Hepnari blívir tað ikki, tá man so hoyrir eitt orðaval, ið til forveksling ljóðar sum ein ársfrágreiðing úr gamla Sjóvinnubankanum.

Studningur verður altíð útróptur til at verða av tí illa av Vinnuhúsinum, og tað er hann eisini í mongum førum. Hví letur Vinnuhúsið so sær lynda, at man hevur ein stuðul uppá 8% til skipasmíð í Føroyum. Er hetta ikki dupultmoralur av ringasta slag, tá man letst verða ímóti studningi, men so framvegis tekur ímóti? Onkur sigur, at um ikki studningur verður latin til skipasmíð í Føroyum, so endar alt skipasmíð aðrastaðni, eitt nú í Asia. Er tað ikki soleiðis fríi marknaðurin riggar? Um koreanarar duga best at byggja skip og gera tað bíligast, so má tað verða har, man byggir skip sambært liberalistunum, og hetta er júst tað, sum Vinnuhúsið letst standa fyri. Hetta ger Vinnuhúsið, meðan man í allari stillheit tekur undir við stuðuli til skipasmíð, flutningsstuðuli og øðrum. Hetta er ikki rætt. Tað vildi verið eitt risaframstig, um man fekk Vinnuhúsið at viðganga, at tað ikki er líka mikið, um skip verða bygd í Korea ella í Føroyum. Eisini hevði verið snilt, um Vinnuhúsið á næsta vinnudegi legði fram øll slag av studningi, ið verður latin til limirnar í Vinnuhúsinum, tí sum støðan er í dag, eru nógv, ið halda, at føroyska vinnan er studningsfrí. Hetta er eitt ideal, ið ivaleyst hevði verið frálíkt, men soleiðis er støðan nú einaferð ikki, hví so ikki viðganga tað alment ? eitt nú á vinnudegnum ella í frálíka prentlutinum ?Vinnusjónarmið?.

At prenta Vinnusjónarmið hvørt ár er eisini eitt frálíkt tiltak, men vónandi er endamálið við hesum prentluti, at elva til kjak, heldur enn at diktera nakað. Tað sker í eygað á nógvum, at Vinnuhúsið hevur so stórt álit á umsitingini í Tinganesi, at man vil geva henni monopol at tilmæla nevndarlimir. Vandin fyri organisatoriskum innavli er stórur, og missir landstýrismaðurin so at siga alt vald. Vinnuhúsið kundi heldur rátt limum sínum til at valt politikarar, ið teir hava álit á og flokkar, ið ikki seta landstýrimenn, ið ikki duga at hava vald. Tað vildi verið ein vanlukka, um umsitingin slapp at fáa einkarætt at tilnevna nevndarlimir, bert tí at summi í hesum samfelagnum valdu Miðflokkin og Fólkaflokkin til seinasta og næstseinasta val.

Sosialurin