Rokmaður rundar tey trýssinstjúgu

Fríggjadagin 7. apríl fyllir ein kendur »havnarmaður« ár, tí tá eru trýss ár liðin, síðani Heðin Mortensen var borin í heim í Trongisvági. Dagurin verður hildin við móttøku í Müllers Pakkhúsi seinnapartin mikudagin 5. apríl, og tað er nokk eisini honum so líkt, tí bráður er hann sum fáur.

Longu hava aðrar heilsanir staðið á prenti, so óneyðugt er at endurtaka tað, onnur hava sagt og skrivað, og tá talan er um Heðin Mortensen, er heldur ikki neyðugt við endurtøkum, tí har skuldi verið nóg mikið at tikið av!
Vanliga gongur hann ikki í hatti, og tað kann sjálvandi tykjast mongum eitt sindur løgið, tí tað eru fáir núlivandi føroyingar, ið hava so nógvar »hattar«, sum júst borgarstjórin í høvuðsstaðnum. Tað er ikki tann nevnd, hann ikki hevur verið við til at mannað, og ikki tað álitisstarv, hann ikki hevur havt um hendi hesi seks áratíggjuni, hann hevur balst á foldum.
Merkisvert er kortini, at hóast mangar og ólíkar uppgávur, ið hann óræddur og altíð spentur hevur tikið á seg, so hoyrist ongantíð nakað um, at hansara ábyrgdarøki liggja í órøkt. Tvørturímóti, so er hann álítandi, raskur og ágrýtin, og fram um tey flestu dugir hann at síggja avbjóðingar og møguleikar, har onnur stara seg blind í trupulleikum&
Samskipanarlig evni hevur hann sum fáur, og skalt tú hava nakað gjørt, er bara at heita á Heðin. Ikki tí, tað merkir ikki neyðturvuliga, at hann sjálvur ger alt arbeiði, tí soleiðis gongur tað ikki fyri seg, tá hann kemur upp í leikin. Heldur oysir hann bara av sínum frálíku evnum at seta júst tey røttu fólkini í sving, so tað verður gjørt, sum gerast skal.
Og beista væl fylgir hann við, tá hann hevur sett okkurt í gongd, tí sjálvt ikki minstu smálutir fara aftur við borðinum, uttan at hann gevur sær far um teir. Alt skal bara vera í ordan, og so kann tað annars vera fullkomuliga líkamikið, um tað er stórt ella smátt. Tað skal bara rigga!
 
Trívist í vási
Hetta skal nú heldur ikki misskiljast, tí á ongan hátt er tað at gera Heðini rætt, um sagt verður, at hann ikki sjálvur tekur eina hond í. Hann er sanniliga ikki bangin fyri at fáa skitt undir neglirnar, og hóast fjøldin man kennast best við hann sum ein altíð stílfullan mann í klædningi við heiðurspynti í reversinum, stroknari skjúrtu og einum slipsi, ið »matchar«, so trívist hann eisini væl í cowboybuksum og myrkamorreyðari troyggju, tá tað krevst.
Saman við beiggjunum hevur hann í mong harrans ár havt trøð í Havnardali, og har ganga bæði hønur, dunnur, gæs og seyður. Eru grindaboð, stendur Heðin í fremstu røð við hvassasta knívinum at skera upp, umframt at hann er sjáldsamur snillingur, tá tað kemur til at hagreiða. Í harutíðini letur hann summar dagar tann innara Rambo sleppa framat, tá hann við øðrum góðum fólki gongur fjøllini við løddari byrsu. Bara fyri at nevna nøkur ting burtur úr rúgvuni.
Tá alt hetta er á skránni, er stílurin ein annar, men tó minst líka nógv hansara egni, sum hin annars alment betur kendi »flippustílurin«. Ásannast má, at vásaklæðini verða lagað eftir høvinum í hvørjum einstøkum føri, hóast fjøldin kanska hevur torført við at ímynda sær mannin órakaðan og í uppbrotnum gummistivlum&
Hjallurin við Hoyvíksvegin er ein kapitul fyri seg sjálvan, tí tað er næstan so, at tú mást lata teg í stívasta pussið, áðrenn tú fert innar, so reint og ordiligt er har. Her ræður gastronomiskur intelligensur, langt út um tað vanliga! Einki við at snikast millum gásakrov, harur og skerpikjøt, tí alt er so nossligt og væl frágingið, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan sjálvt ikki við sínum allarringasta illvilja nakrantíð á ævini kundi stongt hann!
 
Altíð høg mál
Í virknum ítróttarhøpi hava kendastu avrikini verið við ár í hendi, og tað eru tey enn. Heðin er ein av »teimum gomlu« í Havnar Róðrarfelag, sum stoltir fara av landinum minst eina ferð um árið at rógva kapp við útisetar, ið hvørja ferð mugu lúta fyri drivnu bátsmanningini, ið hevur fingið sær til fastan vana at hava steyp og heiðursmerki við heimaftur.
Eisini ítróttinum eru organisatorisku evnini hjá Heðini komin til góðar, tí við fastari hond og einum stórum alski til allan ítrótt, bæði fámentan og fjølmentan, hevur hann skjótt sitið við borðendan í ítróttarsambandinum í ein mansaldur. Sum við øllum øðrum, skal tað eisini har ganga við rúkandi ferð, og heldur ikki innan ítróttaryrkið er Heðin bangin fyri at seta sær høg mál.
Nevnast kann stríðið fyri føroyskum limaskapi í altjóða olympisku familjuni, ið hevur verið drúgt og tungt. Sjálvt ikki, tá ídnastu fullveldisfólk  av øllum  við hond og fót royndu at niðurberja alla hugsan um, at Føroyar eisini á olympiska vígvøllinum kundu standa stoltar, slepti hann málinum, men helt á at stríðast fyri at vinna Føroyum hægstu rættindi og viðurkenning sum ítróttartjóð.
Og sum við øllum, tá Heðin hevur ein fingur við í spælinum, er eisini gongd í tí málinum. Tann dag føroyskur limaskapur í IOC er veruleiki, verður tó orsøk hjá øllum at fegnast, og tað er eisini aðalmálið við tí, Heðin fæst við. Hann gongur ikki í smáum skóm!
 
Politiskir sjógvar
Politiskt hava brotasjógvarnir eisini mangan skolað oman yvir hann, uttan at tað kortini hevur gjørt honum mun, tí yvirlivilsisevnini eru framúr. Ikki sørt, at tú fert at hugsa um tundurproppin, ið altíð kemur undan aftur, tá hann verður trýstur niður í vatnið. Tað er einki minni enn undrunarvert, at hann hevur verið so áhaldandi og íðin, tí oftast hevur harðasta mótstøðan verið frá teimum, ið av sonnum áttu at verið hansara hollastu stuðlar.
Tað gav at býta eftir síðsta býráðsvalið í Havn, tá floksfelagarnir ikki dugdu at síggja tað eyðsýnda í tí, at maðurin, sum val eftir val hevði útvegað flokkinum túsundtals atkvøður, var náttúrliga valið til hægsta politiska sess í høvuðsstaðnum. Her kom Jantelógin veruliga til sín rætt, men sjálvt ikki tað fekk Heðin at missa ondina  og enn minni seg sjálvan.
Onnur høvdu til alla lukku gott eyga fyri, hvat best var fyri Havnina og alla kommununa, og tá Heðin telvaði sítt higartil besta politiska talv, gjørdi hann samstundis upp við fráfalna politiska baklandið og tók avleiðingarnar, ið máttu takast, meðan harðast leikaði á. Eitt skjótt, men væl gjøgnumhugsað, floksskifti varð endin á søguni, og høvuðsstaðurin hevur fingið sín helst virðiligasta borgarstjóra nakrantíð.
Skuldi so onkur hildið, at slík politisk lokabrøgd  og tey hava verið fleiri millum ár og dag  gera mannin beiskan ella hevndarhugaðan, so fara tey fullkomuliga skeiv. Í hansara verð er alt hetta langt síðani gloymt og farið, tí tað ræður alla tíðina um at koyra á og hyggja frameftir. Heðin er nevniliga ongantíð komin bakkandi til nakað!
 
Besta baklandið
Havandi í huga, hvussu nógvum vási Heðin hevur verið uppií øll hesi mongu árini, er tað sjálvsagt, at einki av hesum hevði latið seg gjørt, um ikki heimliga baklandið var av tí besta. Og tað er tað, tí Heðin hevur í Hjørdis eina góða konu, ið veruliga stendur honum við lið sum dyggastu stuðul, nakar kann hugsa sær.
Teirra fýra børn  døturnar Elin, Ann, Guðrun og sonurin Eirikur  eru saman við teirra tilsamans átta barnabørnum nakað, Hjørdis og Heðin ganga høgt uppí og liva fyri. Tey eru familjukær og hava eitt heim, ið er trygga og grundfesta basan hjá barnaskaranum, harav fleiri búgva niðri, men vitja heim, so ofta stundir og umstøður eru til tað.
Sjálvur dylir Heðin heldur ikki fyri, at uttan Hjørdis hevði hann ikki verið tann, hann er, og uttan hana hevði hann heldur ikki rokkið øllum teimum mongu málum, hann hevur rokkið millum ár og dag. Somuleiðis hava børnini verið dyggir stuðlar, eins væl og foreldrini altíð hava stuðlað teimum væl. Og bæði tvey eru tey sum unglingar, løtt í sinni og altíð við hjartanum á rætta staðnum.
Vit eru óivað mong, ið gleða okkum at heilsa upp á føðingardagsbarnið og familjuna, nú dagurin verður hildin í Müllers Pakkhúsið seinnapartin mikudagin. Men hiðani skal ljóða eitt stórt tillukku til eitt stórt føðingardagsbarn, ið eftir øllum at døma fer at rokast við somu ferð í mong ár aftrat.
Alt annað vildi verið ímóti náttúruni, soleiðis sum hesi trýss árini higartil eru flogin avstað við einum stak hendingarríkum og innihaldsfullum lívi!
 
frændi