Annað umfar av koronusmittuni í Føroyum ger av álvara um seg, og enn einaferð er tað náttarlívið í høvuðsstaðnum, ið er hart rakt.
Farna vikuskiftið var so at siga steindeytt í miðbýnum um náttina, og hóast Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur gjørt brúk av heimildunum at áseta nýggjar afturlatingartíðir, so var tað hesaferð ein annar trupulleiki, ið gjørdi, at so at siga alt var afturlatið.
Sunneva Háberg Eysturstein, ið eigur og rekur bæði Sirkus og ítróttarbarrina Landskrona, greiðir frá, at, at tað var ivasamt, hvussu smittan hevði spjatt seg, og tey høvdu hoyrt um fólk, ið vóru testað positiv, ið høvdu verið í býnum um vikuskiftið.
– Vit lótu í grundini aftur, tí at vit hildu, at starvsfólkini skuldu hava møguleika at kanna seg, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.
Almennu tølini siga, at fleiri enn 900 fólk eru í sóttarhaldi í løtuni, og hetta merktiskt sostatt eisini í starvsfólkahópinum í náttarlívinum. Og best var at binda um heilan fingur, metir Sunneva Háberg Eysturstein.
– Vit hildu tað vera best, um vit lótu aftur um vikuskiftið. Øll starvsfólkini, sum høvdu verið til arbeiðis í vikuni, fóru síðani til kanningar fríggjadagin og leygardagin. Summi fóru fyri aðru ferð um vikuskiftið.
Nøkur í starvsfólkahópinum, teirra millum Sunneva Háberg Eysturstein sjálv, hava verið til kanning fyri aðru ferð um vikuskiftið, og tá tann kanningin vísti, at tey vóru øll negativ, varð avgerð tikin um at lata upp aftur so smátt. Landskrona var opið aftur í gjár, og nøkur komu á gátt at fáa sær ein bita, sigur Sunneva Háberg Eysturstein og leggur aftrat, at arbeitt verður í løtuni við at gera eina heimsendingarskipan til matin, ið tey gera í Landskrona.
Sigast má, at víðkaðu heimildirnar hjá landsstýrismanninum at áseta nýggjar afturlatingartíðir hava verið rættiliga umstríddar. Men Sunneva Háberg Eysturstein vil vera við, at í grundini fegnast hon um, at heimildirnar hesaferð eru tiknar í nýtslu.
– Tað er ein lætti fyri okkum, tí nú er ein avgerð tikin fyri okkum, sigur Sunneva Háberg Eysturstein og ger greitt, at hin valmøguleikin hevði verið, at skeinkistøðini sjálvboðin fóru á heysin.
– Tað verður sagt "Tit steingja, og eru tit um at fara av knóranum, so kunnu vit dekka nakrar av føstu útreiðslunum fyri tykkum", sigur Sunneva Háberg Eysturstein og sipar til hjálparpakka 3.
Tá koronufarsóttin av fyrstani tíð fór at gera seg inn á náttarlívið, skipaðu eigararnir av skeinkistøðunum fyri einum forum, har teir í felag kundu samráðast um tær avbjóðingar, ið náttarlívið hevði, og hvørjar loysnir vóru bestar.
Tað forumið virkar framvegis.
– Vit vórðu samd um, at eingin hevði opið um vikuskiftið, tí at fólk skuldu lata seg kanna og so framvegis, men har er ein semja um, at har, sum tað ber til at hava opið, má mann royna at hava opið, sigur Sunneva Háberg Eysturstein.