vóru noyddar at seta í verk frá 1993 til í dag. T.v.s, at eingin skiftistíð hevur verið, men landskassin hevur tikið sær henda serrætt at brúka pening, sum kommunur áttu, ella í øðrum lagi at broytt býtið [...] varðhugan av, at nú ber til at geva skattalætta í landsskattinum. T.v.s., at landskassin gevur skattalætta við pengum, sum føroysku kommunurnar heilt einfalt eiga. ? Kanska kann skoytast uppí, at fleiri kommunur [...] Ólavur í Beiti Jógvan við Keldu vil hava at vita frá Karsteni hansen, fíggjarmálaráðharra, nær landskassin fer at rinda tær 70 milliónir krónurnar, sum er beinleiðis skuld til føroysku kommunurnar? Í øðrum
strikuna, og tað vil siga, at nógv bendir á, at luturin hjá VPS verður at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og harvið tykist einki benda á, at teir sleppa úr í Europa at spæla komandi ár. Samlaði [...] nakar roknar við, at tað verður neyðugt at broyta ólavsøkuskránna, men tað er framvegis teoretiskur møguleiki fyri, at HB skal spæla móti Glasgow Rangers. Um teir so fara at heita á B36 um at spæla móti Herfølge [...] klárir at spæla. Gekk væl Sunnudagin spældi FC Haka í landskappingini, og úrslitið bendir ikki á, at teir hava verið serliga troyttir av ferðini til Føroya. FC Haka vann 3-0 á TPS, sum stríðist fyri at sleppa
Vit vita, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum leggur alla sína orku í at gera undirsjóartunlar, samstundis sum hann sigur, at tað ikki loysir seg at breiðka vegin um Hovseggina, og at tað gevur hall [...] málinum viðkomandi, og sum hann hevur hug til at hava við sær til fundar, at koma suður higar at greiða frá, hví teir sýna slikan atburð móti okkum. Vit halda at fundurin skal vera sum skjótast, og áðrenn [...] Tað var í heilt góðum treysti,vit sóu fram til, at hendan samgonga fór at fremja nøkur verulig framtøk um Suðuroyarfjørð, so at útjaðarin kundi mennast. Men so bleiv ikki. Landspolitiski vilji fyri fyrstu
kemur tíðindaflutningurin í stóran mun at snúgva seg um tað, sum fyriferst har miðlarnir búleikast. At hetta nærum altíð hevur verið so nýtist ikki at merkja, at hetta skal vera galdandi í framtíðini eisini [...] vera ein togan millum tey ymsu plássini. Spurningurin er tó um at hava ein felags setning at ganga eftir, nevniliga hann, at vit vilja varðveita og menna økini útjaðarøkini og bygdirnar eins væl og miðsteðarøkið [...] nýggju øldini fara at halda fram við hesum nærum endaleysa orðaskifti og stríði millum bygd og bý. SJÁLVANDI er einki løgið í hesum orðaskiftinum, tí Føroyar eru soleiðis bygdar, at tað altíð vil vera
eitt ár gongur til stovnurin er klárur at taka í nýtslu. Heildarætlan Sosiala nevnd hevur ætlanir um at seta ein bólk at hyggja eftir, hvat kann gerast her og nú fyri at útvega fleiri ansingarpláss. Forskúlarnir [...] ein spurningur, um tað er rætt at koyra børn í skúla eitt ár fyrr. Vit eiga fyrst at fáa at vita, hvat innihaldið verður í forskúlunum. Kannað verður, um tað ber til at seta á stovn útibarnagarð Inni á [...] tað er, at sosiala nevnd er samd um, at nýggjur stovnur skal byggjast í Vesturbýnum til 60 børn. Og sum skilst eru allir býráðslimir fyri hesi ætlanini. Forkvinnan í sosialu nevnd roknar við, at í øllum
hendan møguleika at fáa ávirkan í ES, heldur ungi íslendski ráðharrin. Á fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar hevur Høgni Hoydal skotið upp, at samstarvið verður víðkað til eisini at umfata nærøkini [...] leiðsluna har. Hon sigur, at ráðið hevur tikið sera væl í móti uppskotinum hjá Høgna Hoydal um víðkaða samstarvið. Hon sigur, at settur er ein vísmannabólkur, sum hevur fingið til uppgávu at greina út, hvussu [...] leggur eisini afturat, at tá høvdu vit eisini fingið fría atgongd til útbúgvingarsamstarvið í Norðurlondum. Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal eru samd um, at Føroyar og Ísland eiga at leggja sera stóran
Semja er um at geva Landsstýrinum heimild at leggja upp til 12,5 mió. krónur av lánsupphæddini til Framtaksgrunnin um til stovnsfæ, treytað av, at viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin verða broyttar. Umframt [...] Landsstýrissins eigur at avmarkast, og skýtur tí upp av avmarka heimildina soleiðis,at 12,5 mió. krónur av landskassaláninum til grunnin verður lagt um til stovnsfæ. Fyritreytin er, at danska stjórnin somuleiðis [...] farið er fram, tá undantak er givið, og um, hvør hevur biðið um at fáa grunnin undantiknan. Nevndin heldur, at Framtaksgrunnurin eigur at verða skrásettur hjá Skráseting Føroya og virka sambært teimum reglum
skýtur fíggjarnevndin upp, at Landsstýrið í tilsøgn síni til Framtaksgrunnin at umleggja lánspening til stovnsfæ, skal skipa so fyri, at viðtøkurnar verða broyttar soleiðis, at nevndarlimir í grunninum ikki [...] Fíggjarnevndin mælir til at teir verða valdir fyri tvey ár í senn.Tó skal einki verða til hindurs fyri at nevndarlimir verða afturvaldir. Landsgrannskoðarin hevur upplýst fíggjarnevndini, at viðtøkurnar fyri [...] er fyri, at hann kann útinna sítt eftirlit við grunninum samsvarandi grein 7, stk. 1, 2. pkt. Eftirlit við grunninum Fíggjarnevndin skýtur tí upp at seta sum treyt fyri heimild Landsstýrisins, at grein 7
ógvuliga fegin um at hava, og henni dámdi eisini væl at koma har. - Vegna sparingar varð caféin latin aftur, við tí fylgju, at systir mín fekk tað vánaligari. - Fyri at bøta um tað, var neyðugt at doyva hana [...] sleppa at vera heima í jólamánaðinum. Av hesum er uppaftur neyðugt at geva teimum meira heilivág, sigur Maria Andersen. Hon heldur, at øll kunnu ímynda sær, hvussu tað kennist hjá teimum sjúku at uppliva [...] eina familju. - Hartil kemur, at fleiri ikki hava nakran góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí foreldrin eru deyð. - Hjá okkum er støðan tann, at vit eru tvær systrar í Danmark
sum tó leggur aftrat, at Regin stóð seg einastandandi væl. Tó heldur finnin, at Regin og hann hava ein vansa í at vera so lágir í mun til nógvar av hinum, men Ahola leggur aftrat, at hetta ger tó einki, [...] Sosialurin hitti stutt eftir, at kappingin um at gerast The Atlantic Giant 1999 var lokin. Umgyrdur av børnum, sum vildu hava autograf, greiddi fyrikomandi finnin frá, at hann helt kappingina vera sera [...] til at stúra. Ahola segði, at tað vóru nógvar kappingargreinar, har stórt trýst var á ryggin, og sunnumorgunin var breiðvaksni ryggurin á finnanum eisini móður, greiðir hann frá og leggur aftrat, at tá