Tað var í heilt góðum treysti,vit sóu fram til, at hendan samgonga fór at fremja nøkur verulig framtøk um Suðuroyarfjørð, so at útjaðarin kundi mennast. Men so bleiv ikki.
Landspolitiski vilji fyri fyrstu ferð
Samgongan setti sær fyri meira enn einum ári síðan sum mál, at dagføra Suðuroyarsiglingina beinanvegin.Men so bleiv ikki.
Landspolitiski viljin fyri aðru ferð:
Fyri skjótt einum ári síðani játtaði løgtingið 2 mió.kr eyka til hesa dagføring, sum landsstýrismaðurin skuldi hava við í sínum fíggjarlógaruppskoti um at dagføra Suðuroyarsiglingina beinanvegin. Men so bleiv ikki
Landspolitiski viljin fyri triðu ferð
Fyri skjót einum hálvum ári síðani samtykti løgtingið at taka siglingina á Vág uppaftur. Men so bleiv ikki.
Umsitingarligi vilji ferð eftir ferð:
Ì staðin fyri at dagføra siglingina valdi umsitingin at skerja hana. Vágur bleiv tikin burturúr ætlanini, og tann tunga ferðslan tvinga norður yvir Hovseggina, sum er eitt tað vandamiklasta strekkið í landinum.
Tórskvøldi eru fólk ikki sloppin heim fyrr enn á nátt, og heilt vanligt hevur verið at tveitt fólk upp á land á Drelnesi við ongum busssambandi víðari ? og ongari telefon til hjálpar. Henda sigling hevur harafturat verið óneyðugt í longri tíð, tí at farmurin fer av Tvørooyri við øðrum skipi.
Til fleiri og fleiri fótbóltsdystir verður Smyril tikin úr sigling, og suðringar sleppa ikki heim og noyast at liggja náttina av sær. Sama er galdandi fyri allar stevnur uttan jóansøku ? tá leggja teir skomm at skaða og seta Pride í sigling um Suðuroyarfjørð.
Háð og spott av hesum slag orka vit ikki meira, og vit tola tað als ikki.
Vit vita, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum leggur alla sína orku í at gera undirsjóartunlar, samstundis sum hann sigur, at tað ikki loysir seg at breiðka vegin um Hovseggina, og at tað gevur hall at búgva sunnasfyri Hovseggina.
Seinasta nosið, fáa vit í nýggju ferðaætlina, og tað verður ikki góðtikið.Tíðirnar fyri bussar og ferju hanga ikki saman. Smyril og Norrøna hittast á Havnarvág, og siglingin, sum vinnulívðið skuldi bera ágóðan av millum Vág og Havnina, verður løgd sum skemtisigling leygadag millum Vág og Tvøroyri. Ferðaætlanin er gjørd av embætifólki í Havn, og eingin her suðuri er spurdur um nakað sum helst, og tað merkist til lítar her á útjaðaranum.
Hvat siga
suðuroyingar?
Suðuroyingar hava nú mist tolið, og bjóða tí landsstýrismanninum saman við øllum teimum embætisfólkum, ið eru málinum viðkomandi, og sum hann hevur hug til at hava við sær til fundar, at koma suður higar at greiða frá, hví teir sýna slikan atburð móti okkum.
Vit halda at fundurin skal vera sum skjótast, og áðrenn ólavsøku. Vit bíða eftir fundarboðum frá landsstýrismanninum, og bjóða eisini løgtingsmonnunum her suðuri, og bý- og bygdaráðunum við.
Tíð og stað lýsa vit síðani alment.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag
Kj Vágfjall, fm.