Nú jólini stunda til, eru fólk ivaleyst farin at umhugsa, hvar og hvussu jólini skuldu haldast hesaferð.
Á Pensionatinum í Havn, sum er undir psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin-um, sleppa tey ikki at halda jól heima. Hetta hevur annars verið heim teirra seinastu 10 árini. Búfólkini eru frá 37 - 71 ára gomul, men fyri teimum er eingin bøn.
Annaðhvørt skulu tey fara heim til onkran avvarðandi, sum vil taka ímóti teimum, ella mugu tey flyta á psykiatrisku deild, frá 5. desember til 1. januar.
Maria Andersen býr í Danmark, og hon eigur eina 50 ára gamla systir, sum hevur búð á Pensionatinum í 10 ár. Hon er einsamøll eftir í Føroyum, og foreldrini eru ikkitil longur.
- Tað er óskiljandi at farið verður so illa um okkara sinnisjúku, sum ikki kunnu verja seg Heldur eingin er at tosa teirra sak. Pensionatið er heimið hjá búfólkunum, og har kenna tey seg trygg, sigur Maria Andersen.
Flestu teirra hava búð saman í 10 ár og meir, og kenna seg sum eina familju. - Hartil kemur, at fleiri ikki hava nakran góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí foreldrin eru deyð.
- Hjá okkum er støðan tann, at vit eru tvær systrar í Danmark, og einasta systir okkara býr á Pensionatinum í Havn, sigur Maria Andersen.
Hon heldur, at tað alt ov ofta ikki verið tikið fyrilit fyri hesum sjúklingum.
So hvørt sum skerjingarnar eru farnar fram á Landssjúkrahúsinum, hava búfólkini fingið vánaligari umstøður.
- Í summar arbeiddi systir mín nakrar tímar á eini café, sum var á psykiatrisku deid. Hetta arbeiðið var systir mín ógvuliga fegin um at hava, og henni dámdi eisini væl at koma har.
- Vegna sparingar varð caféin latin aftur, við tí fylgju, at systir mín fekk tað vánaligari.
- Fyri at bøta um tað, var neyðugt at doyva hana við enn meira heilivág.
- Vit kenna okkum púra hjálparleysar, og halda, at nú er nóg mikið, sigur Maria Andersen.
Hon heldur, at alt ov lítið umhugsni verður veitt teimum gomlu og sjúku.
- Hetta eru ikki røsk fólk. Tey megna ikki so stórar broytingar, og eru bangin og ótrygg, tí tey nú ikki sleppa at vera heima í jólamánaðinum. Av hesum er uppaftur neyðugt at geva teimum meira heilivág, sigur Maria Andersen.
Hon heldur, at øll kunnu ímynda sær, hvussu tað kennist hjá teimum sjúku at uppliva jolini á henda hátt.
Maria Andersen kennir seg fullkomiliga hjálparleysan, og er ótrygg við støðuna hjá systurini, sum ikki sleppur at vera heima hjá sær sjálvum á jólum.Nógv hava ongan góðan at fara til, annaðhvørt tí familjan ikki býr í Føroyum, ella tí at foreldrini eru deyð. Maria Andersen og systir hennara búgva í Danmark og einasta systir teirra býr á Pensionatinum