Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld dyst á útivølli í bólki B í Champions League.
Á útivølli í Norðurmakedonia eydnaðist tað GOG at vinna fyrstu stigini í Champions League í hesum kappingarárinum. Tað gjørdi GOG við at vinna 31-28 á Eurofarm Pellister. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Óli gjørdi sítt, og hann skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. Óli trekti nógvar útvísingar, og hann var eisini við í uppspælinum til fleiri mál hjá GOG. Talan er um fyrsta sigurin hjá Óla í Champions League.
Frederik Bjerre var ikki til at steðga í kvøld. Hann var stórskjútti hjá GOG við heili 13 málum.
GOG hevur í bólki B tvey stig fyri tríggjar dystir.
Tætt er millum dystirnar hjá GOG. Leygardagin klokkan 15 hava teir torføran dyst á útivølli móti Fredericia, ið hevur verið í leikligari kreppu í seinastuni. Tað fekk avleiðingar fyri íslendska venjaran, Guðmund Guðmundsson, ið hevur fingið fótin.