Landskassin gevur skattalætta við kommunupengum

Av hesi orsøk rósa summir landspolitikarar sær av dyggum gjaldføri, meðan aðrir geva fólki varðhugan av, at nú ber til at geva skattalætta í landsskattinum, sigur Jógvan við Keldu m.a. í viðmerkingum sínum til fyrispurning

Ólavur í Beiti


Jógvan við Keldu vil hava at vita frá Karsteni hansen, fíggjarmálaráðharra, nær landskassin fer at rinda tær 70 milliónir krónurnar, sum er beinleiðis skuld til føroysku kommunurnar? Í øðrum lagi vil Jógvan við Keldu hava at vita, nær landsstýrið ætlar at taka upp fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur í tíðarskeiðnum 1993-1999 og gjalda tað, kommunur hava gjørt íløgur í hesa tíðina í havnir, skúlar og heilsumiðstøðir, har partur er landskassaskuld til kommunurnar? Og at enda spyr Jógvan, um landsstýrið ætlar at greiða hesi skilaleysu viðurskifti, áðrenn umrøðuna á tingi um nýggjan kommunubygnað ? ?álitið frá kommununevndini??


Eingin skiftitíð

Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur Jógvan við Keldu, at undan kreppuni seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, sum elvdi til avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri í 1992, var siðvenja, at landskassin rindaði partar av útbyggingum til eitt nú vegir ígjøgnum bygdir og býir, sum hoyrdu til landsvegakervið, til havnir, skúlaútbyggingar, heilsumiðstøðir o.a. ? Hetta var landskassans partur. Eftir avtalu við donsku stjórnina helt henda partsfígging uppat.

? Í fyrstu atløgu elvdi tað til, at føroysku kommunurnar áttu tilgóðar hjá landskassanum einar 70 mió.kr., sum kommunurnar skuldu rinda og fáa endurgoldið ? uttan rentur ? úr landskassanum. T.v.s., at hetta er peningur, sum í roynd og veru beinleiðis er tikin frá føroysku kommununum og nýttur til landskassans gjaldføri, sum landskassin hevur spart í lántøku.

? Í aðru syftu hevur Føroya landsstýri og løgting ongantíð tikið málið upp viðvíkjandi, hvussu verða skuldi við býtinum millum land og kommunur í teimum arbeiðum, sum kommunur vóru noyddar at seta í verk frá 1993 til í dag. T.v.s, at eingin skiftistíð hevur verið, men landskassin hevur tikið sær henda serrætt at brúka pening, sum kommunur áttu, ella í øðrum lagi at broytt býtið millum land og kommunur til landskassans fyrimun.

? Onkrar seravtalur viðvíkjandi havnabygging eru gjørdar við t.d. Skopunar Havn, Fuglafjarðar Havn, dýping í Leivík v.m. Hesi viðurskifti hava havt við sær, at føroysku kommunurnar hava mist trísiffraða milliónaupphædd, peningur sum er endaður í landskassanum.


Ber ikki til

? Í einum framkomnum samfelagi, sum Føroyar eru tað, ber ikki bara til ? uttan nakra avtalu við hin partin ? at taka pening burtur úr landskassafíggingini til kommunur og síðani lata sum um, at hetta er ogn landskassans.

? Av hesi orsøk rósa summir landspolitikarar sær av dyggum gjaldføri, meðan aðrir geva fólki varðhugan av, at nú ber til at geva skattalætta í landsskattinum. T.v.s., at landskassin gevur skattalætta við pengum, sum føroysku kommunurnar heilt einfalt eiga.

? Kanska kann skoytast uppí, at fleiri kommunur hava so mikið stórar viðlíkahalds- og umbyggingarútreiðslur á skúlaøkinum, at hesar kunnu sammetast við nýbygging, sigur Jógvan við Keldu í viðmerkingunum.