FC Haka økti um leiðsluna

Fótbóltur: HB venur í Finnlandi fyrrapartin í dag og aftur í morgin. Dysturin verður klokkan fimm føroyska tíð

HB skal í annaðkvøld royna seg í Europa Cup í Finnlandi. Ferðalagið fór úr Vágum á middegi í gjár, og sambært ferðaætlanini skuldu teir vera á Tampara í gjárkvøldið klokkan 20.30 finska tíð. Í Finnlandi er klokkan tveir tímar undan føroysku klokkuni.

HB ferðalagið skuldi ferðast um Keypmannahavn og Stockholm, og tá teir vóru komnir til Tampara skuldu teir koyra í bussi tjúgu kilometrar. Málið er Valkeakoksi, sum er ein býur á umleið somu stødd sum Havnin. Tað er í hesum býnum, at FC Haka heldur til, og tað er her, at seinni dysturin í fyrra innleiðandi umfarinum í europeisku kappingini fyri meistarar verður spældur í annaðkvøld klokkan 19 finska tíð ella klokkan 17 føroyska tíð.

Ætlanin var, at HB fyrrapartin í dag klokkan 10.30 lokala tíð skal venja á vøllinum, har dysturin verður spældur í annað kvøld, og møguliga verður ein løtt venjing á skránni í morgin eisini.

Átjan spælarar eru við á ferðini, og hesa ferð eru bæði Jan Dam og Jákup Eli Olsen klárir at spæla.


Gekk væl

Sunnudagin spældi FC Haka í landskappingini, og úrslitið bendir ikki á, at teir hava verið serliga troyttir av ferðini til Føroya. FC Haka vann 3-0 á TPS, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting.

HJK úr Helsingfors eru næstu kappingarneytarnir hjá FC Haka, og fyri mótstøðuliðið hjá HB kom tað væl við, at HJK tapti sunnudagin. Nú er munurin millum tey bæði oddaliðini øktur til fimm stig, og harvið er sannlíkið rættuliga stórt fyri, at FC Haka fer at endurtaka meistaraskapin, sum teir vunnu í fjør. Í fyrstu atløgu verður kappast í 22 umfør. Átta tey bestu liðini fara víðari í eitt endaspæl, har liðini spæla eina ferð móti hvørjum øðrum. Øll stigini frá teimum 22 fyrstu umførunum telja við í endaspælinum.

Í fjør spældi HB í UEFA Cup móti VPS Vaasa. Tað gongst einki serligt hjá teimum. VPS telist millum tey fýra liðini, sum eru stødd niðanfyri strikuna, og tað vil siga, at nógv bendir á, at luturin hjá VPS verður at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og harvið tykist einki benda á, at teir sleppa úr í Europa at spæla komandi ár.

Samlaði vinnarin av teimum báðum dystunum millum HB og FC Haka skal ólavsøkuaftan spæla á heimavølli móti Glasgow Rangers úr Skotlandi.

Sambært ólavsøkuskránni skal B36 spæla ólavsøkuaftan móti GÍ, meðan HB ólavsøkudag skal spæla móti Herfølge. Neyvan nakar roknar við, at tað verður neyðugt at broyta ólavsøkuskránna, men tað er framvegis teoretiskur møguleiki fyri, at HB skal spæla móti Glasgow Rangers. Um teir so fara at heita á B36 um at spæla móti Herfølge, ella um teir fara at biðja Jákup Mikkelsen og teir um at halda seg niðri á flatlondum hava vit einki hoyrt um enn, men tað vita vit kanska meiri um í morgin.