Býráðsfundurin í Havn týskvøldið var enn eitt prógv um, at stevið í býráðnum ikki er av tí besta. Tað byrjaði við, at ein nýggjur limur skuldi veljast í nevndina fyri dagstovnin í Hoyvík, tí verandi berst frá.
- Javnaðarflokkurin átti umboðið, men býráðsformaðurin vísti við lógum og paragraffum á, at tað var tann gamli valbólkurin, ið átti umboðið. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu funnið eitt umboð uttan at Javnaðarflokkurin slapp til orðanna við einum uppskoti. Meirlutin í býráðnum gjørdist tí samdur um, at allar nevndir, har tað ber til, skulu veljast av nýggjum, sigur Elin Lindenskov.
Ógreið viðurskifti
Uttan iva tað mest áhugaverda málið á skránni á fundinum týskvøldið var ætlanin um at gera ein dagstovn við Landavegin í Havn. Men einki nýtt er í málinum, og tað var als ikki búgvið at verða lagt fyri býráðsfundin.
- Tað eru nøkur viðurskifti, ið skulu verða greið, áðrenn vit kunnu gera meir. Men Katrin Dahl kravdi av eini ella aðrari grund at fáa málið fyri býráðið.
Umsitingin hevur funnið eitt øki, har dagstovnurin møguliga verður bygdur á. Enn verður ikki upplýst, hvat økið talan er um.
- Vit hava biðið umsitingina gjørt eitt skitsuprosjekt til ein dagstovn til 60 børn. Enn er avgerð ikki tikin, um stovnurin verður bæði vøggustova og barnagarður, ella bara tað seinna, sigur Elin Lindenskov.
Eitt er kortini greitt, og tað er, at sosiala nevnd er samd um, at nýggjur stovnur skal byggjast í Vesturbýnum til 60 børn. Og sum skilst eru allir býráðslimir fyri hesi ætlanini. Forkvinnan í sosialu nevnd roknar við, at í øllum førum eitt ár gongur til stovnurin er klárur at taka í nýtslu.
Heildarætlan
Sosiala nevnd hevur ætlanir um at seta ein bólk at hyggja eftir, hvat kann gerast her og nú fyri at útvega fleiri ansingarpláss. Forskúlarnir hava verið umrøddir í hesum sambandi, tí roknast kann við, at tá ið teir eru settir á stovn, verða heilt nógv ansingarpláss tøk.
- Eg vil fyrst síggja, hvat bólkurin, ið kannar skúlaviðurskiftini í Tórshavnar kommunu, har undir forskúlan, kemur fram til, áðrenn vit taka støðu til, um stovnarnir skulu minkast. Sjálv eri eg ikki sørt ivasom viðvíkandi forskúlunum, og eg seti spurnartekin við, um foreldur vilja hava forskúlar settar á stovn. Fakligt stríð er millum lærarar og pedagogar hesum viðvíkandi, og tað er ein spurningur, um tað er rætt at koyra børn í skúla eitt ár fyrr. Vit eiga fyrst at fáa at vita, hvat innihaldið verður í forskúlunum.
Kannað verður, um tað ber til at seta á stovn útibarnagarð Inni á Gøtu til 20 børn. Ber tað til, kann hetta gerast rættiliga skjótt.
- Vit fara at hyggja á álitinum, ið varð gjørt í síni tíð um barnaansing, og kanna, hvat kann brúkast fyri at fáa nakrar skjótar, men góðar loysnir, sigur Elin Lindenskov.










