Norrøna samstarvið víðkast vestureftir

Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal, samstarvsráðharrar í Íslandi og Føroyum eru samd um, at Norðurlandaráðið eigur í størri mun at venda eygunum vestureftir fyri at fáa nærøkið hjá útnorðurlondunum við í norðurlendska samstarvið

Eirikur Lindenskov


? Ein fortreyt fyri, at norðurlendska samstarvið skal virka er, at londini í útnorði samstarva - og toga samstarvið í vestan.

Hetta segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í norðurlendskum samstarvi á tíðindafundi hósdagin í sambandi við, at hann hevði vitjan av íslendsku starvssystir sín, Siv Friðleifsdóttir. Hon hevur verið her á tríggja daga vitjan og fór heimaftur til Íslands í gjár.

Siv Friðleifsdóttir heldur, at tað er av týdningi at londini í útnorði standa saman mótvegis ES. Og júst ES heldur hon hevur fingið enn størri týdning, nú trý av norðurlondunum eru limir í ES.

? Óbeinleiðis hevur hetta givið norðurlendska samstarvinum størri týdning, tí nú kunnu við »brúka« hendan møguleika at fáa ávirkan í ES, heldur ungi íslendski ráðharrin.

Á fundi millum norðurlendsku samstarvsráðharrarnar hevur Høgni Hoydal skotið upp, at samstarvið verður víðkað til eisini at umfata nærøkini fyri vestan, eitt nú Hetland, Oyrkneyoyggjar, Skotland, Írland og Kanada. Hann heldur tað ikki vera rætt, at norðurlond bara hyggja eystureftir til gamla Sovjett og Baltalond.

Tey siga kortini bæði við ein munn, at tey skilja væl norðurlendska áhugan fyri eysturlondum, tí so ótrúliga stórar broytingar eru farnar fram har seinnu árini.

? Men tað er av stórum týdningi, at norðurlendska samstarvið ikki brotnar av um tvøran, heldur Høgni Hoydal, har skandinavisku londini toga ein veg, meðan londini í útnorði toga ein annan veg.


Siv Friðleifsdóttir, sum eisini er íslendskur umhvørvisráðharri, er í løtuni eisini formaður í Norðurlendksa Ráðharraráðnum, tí Ísland í løtuni hevur leiðsluna har. Hon sigur, at ráðið hevur tikið sera væl í móti uppskotinum hjá Høgna Hoydal um víðkaða samstarvið. Hon sigur, at settur er ein vísmannabólkur, sum hevur fingið til uppgávu at greina út, hvussu samstarvið kann broytast næstu øldina. Bólkurin hevur fingið eitt ár at greiða uppgávuna, og umboðið úr Føroyum er Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í undirsvísingar- og mentamálastýrinum.

Høgni Hoydal heldur, at føroyingar ikki fáa fulla nyttu av norðurlendska samstarvinum, fyrr enn vit eru sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum. Hann staðfestir kortini, at vit hava fingið nógv burtur úr samstarvinum og nevnir Norðurlandahúsið og ymsar stuðulsskipanir.

? Vóru vit sjálvstøðugir limir høvdu vit eisini kunna latið heldur enn bara fingið og á tann hátt høvdu vit fingið størri ábyrgd mótvegis norðurlendska samstarvinum, sum tí eisini hevði fingið størri áhuga millum føroyingar. Hann leggur eisini afturat, at tá høvdu vit eisini fingið fría atgongd til útbúgvingarsamstarvið í Norðurlondum.

Siv Friðleifsdóttir og Høgni Hoydal eru samd um, at Føroyar og Ísland eiga at leggja sera stóran dent á havumhvørvi og royna at ávirka hini londini til soleiðis, at norðurlond kunnu ganga undan.

? Havið er lívsgrundarlagið hjá báðum londunum. Havið og umhvørvið verður høvuðsevnið í næstu øld, heldur Siv Friðleifsdóttir.