Tað tók ikki langa tíð hjá VB at staðfesta, at tær vóru komnar til Havnar eftir tveimum stigum sunnudagin. Mangan hevur VB havt tað sera trupult í júst hesum dystinum, men sunnudagin var so eingin ivi. [...] betri enn VB. Snøgt sagt, so vóru tær somikið góðar, sum VB gav teimum loyvi til at vera, og tað sigur helst ikki so lítið um styrkina, sum VB tykist hava í løtuni. At Kyndil so í løtum sýndi ein syndarligan [...] í álopspartinum, og so var bara at sláa kontra hinvegin. Og tað gjørdu tær eisini. Mest sum hvørt mistak frá Kyndli varð straks revsað. Ein langur bóltur frameftir vøllinum, og so var ein av VB-leikarunum
Sjúkrahúsi, gingið á møti. Tað var, tá ið tey loksins fingu ein skannara, sum tey hava ynskt sær í langa tíð. Men hóast tað eru fleiri mánaðir síðani at tey fingu skannaran, er hann ikki tikin í nýtslu enn [...] samstarvi við serkøn heilsustarvsfólk, radiografar, á Landssjúkrahúsinum. Og tað, tey hava bíðað eftir, er at tað samstarvið verður fingið í lag, og lagt í eina fasta legu. Tað merkir, at tá ið fólk verða [...] ið, har radiologurin lesur tær. Sum sum sagt vónar hann, at hetta kann verða loyst nú í september, so at skannarin kann takast í nýtslu. Skannarin fer at fáa avgerandi týdning fyri sjúklingar í Suðuroy
sum eigarin vil hava bundnar í so langa tíð, sum væntast kann her. Og tað kostar øgiligar pengar fyri tann, sum skal leiga hesar tangarnar, vísir hann á. Tað verður so alifelagið, sum fer at standa við [...] eitt tons um samdøgurði, tí hetta er burturkast við so ringum brennivirði, at ikki ber til bara at fylla í ovnin, uttan at køva hann. Eftir stendur so, at burturkastið skal goymast onkrastaðni, til tað [...] fáa hendur á slíkum tangum. Teir seinastu frá Fuglafjarðartøkuni standa enn, og teir, sum eftir koma, skulu so bara upp í røðina aftanfyri. Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF sigur, at hann hevur víst
havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð. Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra [...] hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott. Tað hongur alt saman [...] mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum. Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast
tað við eisini, men hetta tykist at draga út og kann saktans taka langa tíð enn, so hetta verður ikki í míni tíð sum stjóri. Hví er tað so týdningarmikið at einskilja Føroya Tele? - Tað er ein ónatúrlig [...] Føroya Tele? - Nei, ikki júst so. Nýggjar avbjóðingar eru alla tíðina, og morgindagurin er einki undantak í so máta. Men hevur tú sitið ov leingi í einum leiðarastarvi, so kann tað skjótt gerast ein [...] at líta frameftir. Eg haldi, tað er sunt at hava eina javna útskifting av leiðarum, sigur hann. Hóast nógvir truplir knútar vóru at loysa, tá hann tók við stjórastarvinum í síni tíð, so heldur hann seg
ofta soleiðis, at fólk als ikki verða spurd eftir, um tey yvirhøvur eru áhugað í at koma á ein lista. Tá eg bleiv spurd hugsaði eg, at um eg segði ja til hetta, so vildi eg eisini ganga fult inn fyri tí. Og [...] virkið felagslív og eisini samkomulív. - Ja, her er í øllum førum nakað at koma til og nakað at savnast um hjá øllum, sigur 32 ára gamla Irdi Jacobsen. Meðan summar bygdir á meginøkinum uppliva tað øvugta [...] tið og at hækka barnafrádráttin fyri at draga fólk til. Men eg haldi, at tá alt kemur til stykkis, so er hetta ikki tað sum fólk ynskja fyri at búseta seg á einum plássi. - Í 2010 vilja fólk heldur hava
veruleiki, skal so at siga einki kiksa hjá vestmannagentunum. Breiddin í hópinum er ikki serliga stór, so tað merkist beinanvegin, um onkur leikari fær skaða. Harumframt er ivasamt, hvussu langa tíð Ioana skal [...] royndu at slíta seg leysar aftur, so endaði alt, sum tað byrjaði, tá Ioana kundi skjóta seinasta málið í dystinum. Máltindurin Umframt sjálvan dystin millum liðini bæði, so var eisini dystur millum tær báðar [...] slag. Tað eru ikki meira enn 3 stig upp til silvurmerki, nú stigini eru býtt í helvt, so enn er einki avgjørt í so máta. Breiddin bilar VÍF liggur framhaldandi á triðja plássinum, sum tær høvdu undan dystinum
døgnrøkt á einum stovni, sigur Joan Heinesen, sum er systur Jensu. Jensa kundi mest sum einki í langa tíð eftir skurðviðgerðina – hon flutti seg ikki, hon tosaði ikki. Nú passar hon heimið í Klaksvík, hevur [...] álvarsomum lívsvanda. Læknarnir vildu ikki geva familjuni nakrar vónir um, at hon fór at yvirliva, og eftir at hon hevði verið undir akuttum skurði í høvdinum í Danmark, vóru boðini til familjuna, at nú tóku [...] fyri kortum varð hon fyri fyrstu ferð omma. Hon er glað og í góðum lag – fegin um, at hon er komin so væl fyri seg aftur. – Eg havi havt eitt gott bakland, sum hevur hjálpt og strongt á fyri at eg kundi
fetið á hesi spennandi menningarleiðini. Fyri framman liggur stórt ítøkiligt arbeiði, so vit - um vónandi ikki ov langa tíð – kunnu kunngera, at vit nú hava reist eitt føroyskt universitetssjúkrahús.” Úr blaðnum [...] Eftir Dagmar Joensen-Næs Serlæknar og serkøn heilsustarvsfólk hanga ikki á trøunum, heldur ikki í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur er komin fram til, at Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri tilsamans 121 serlæknum [...] tey bestu starvsfólkini. Tá vit royna at fáa heilsustarvsfólk í starv her hjá okkum, fáa vit ferð eftir ferð at vita, at møguleikarnir at granska eru betri á sjúkrahúsum í Danmark og aðrastaðni, har ið
ikki heilt rætt, tí ongantíð er fíggjarlógin vaksin so nógv, men hóast hetta hava øll fingið ov lítið. So løgið tað kann tykjast eini skilakvinnu, so mikið meira álvarsligt eigur hetta týðuliga signal at [...] løtuni eru sjónlig. Sjálvur meti eg, at onnur viðurskifti viga so mikið hinvegin, at Føroyar sum heild eisini hava møguleika at velja kós eftir egnum vilja hetta valskeiðið út. Heldur hendan metingin, og [...] rættiliga neyvt, hví vøksturin í fíggjarlógini ikki sæst aftur í væl virkandi skipanum. Eftir eina 20 ára langa flóðaldu av maktlæru er trupult at greiða allar tær fløkjur, sum fólk meir ella minni tilvitað