Jensa Heinesen í Klaksvík var í 2014 í álvarsomum lívsvanda. Læknarnir vildu ikki geva familjuni nakrar vónir um, at hon fór at yvirliva, og eftir at hon hevði verið undir akuttum skurði í høvdinum í Danmark, vóru boðini til familjuna, at nú tóku tey støðuna minutt fyri minutt fyri at vita, um Jensa fór at klára skurðviðgerðina.
Hon yvirlivdi, men síðani vóru útlitini, at Jensa fór at verða ein krevjandi pleygupatientur, sum fór at fáa brúk fyri døgnrøkt á stovni restina av lívinum.
– Fyri at siga tað, júst sum tað var, var hon sum ein grøntsak, og vit fingu at vita, at hon fór at koma heim sum ein tungur pleygupatientur og fór at hava tørv á døgnrøkt á einum stovni, sigur Joan Heinesen, sum er systur Jensu.
Jensa kundi mest sum einki í langa tíð eftir skurðviðgerðina – hon flutti seg ikki, hon tosaði ikki. Nú passar hon heimið í Klaksvík, hevur fingið arbeiði aftur, hevur tikið koyrikort av nýggjum, og fyri kortum varð hon fyri fyrstu ferð omma. Hon er glað og í góðum lag – fegin um, at hon er komin so væl fyri seg aftur.
– Eg havi havt eitt gott bakland, sum hevur hjálpt og strongt á fyri at eg kundi fáa góða hjálp. Tey hava verið um meg allatíðina. Tað hevur verið ein avgerandi orsøk til, at tað hevur gingið mær so væl, sigur Jensa Heinesen.
Í Sosialinum, sum er komin út til páskir, ber til at lesa dramatisku og lívsjáttandi søguna um Jensu Heinesen.











