Hóast tað er lítið gagnligt at mála framtíðina óneyðugt døkka, er heldur ikki stórt gagn í at lúgva fyri sær sjálvum og sínum fólki. Soleiðis sum eg hómi framtíðina, eru vit í Føroyum á eini knívsegg. Øðrumegin hómast tann bjarta framtíðin millum aðrar framtíðir í øðrum londum – og hinumegin er ein framtíð uttan eina føroyska tjóð í tann mun, vit hesi seinastu 100-200 árini hava skilt hetta hugtak.
Týðandi ábendingar eru um, at vit í hesum valskeiðinum gera av, hvørt Føroyar framhaldandi koma at vera ein tjóð ella ikki. Hetta sæst týðuliga av báðum strikumyndunum. Onnur vísir fólkatalið í Føroyum seinastu 40 árini, og hin vísir lutfallið millum donsku og føroysku bruttotjóðarúrtøkuna fyri hvønn borgara. Hóast vøkstur í føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, er hon fallandi samanborið við donsku bruttotjóðarúrtøkuna seinastu árini – eini 3% fyri hvørji 4 ár teknað við breiðum pensli. Fólkatalið hevur staðið í stað at kalla síðani 2003 – um somu tíð, sum tað gjørdist greitt, at vøksturin í árunum 1995-2002 var grundaður á tey virði, sum vórðu bygd upp síðani seinna heimsbardaga.
Tað er optimistiskt at rokna við, at lutfallið millum føroysku og donsku bruttutjóðarúrtøkuna við endan av hesum valskeiði í 2012 er stórt hægri enn 70-75%. Tá verður ikki roknað við nøkrum búskaparligum hóttafalli, hóast skýggini á luftini í løtuni eru sjónlig. Sjálvur meti eg, at onnur viðurskifti viga so mikið hinvegin, at Føroyar sum heild eisini hava møguleika at velja kós eftir egnum vilja hetta valskeiðið út. Heldur hendan metingin, og føroyska framleiðslan er eini 70-75% av donsku, og søguligu tølini 25 ár aftur í tíðina vísa eina negativa gongd, er lítið at ivast í, at í næsta valskeiði hava føroyskir politikarar ikki stórvegis frælsar møguleikar at velja kós. Tá velja umstøðurnar fyri okkum. Hvørja ávirkan hetta fær, er ikki trupult at ímynda sær, tí tá gerast vit partur av regluni um, at smátjóðir falla fyri bakka og verða annaðhvørt innlimaðar í aðrar tjóðir (formliga ella á annan hátt) ella fána burtur.
Sagt eitt sindur øðrvísi. Venda vit ikki gongdini í hesum valskeiðinum skulu bæði hepni og heilt óvanlig menniskjalig avrik til.
Eitt dømi, sum vit kunnu styðja okkum við, var støðan í Danmark seinast í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Uttan at samanbera føroysku støðuna í dag annars, var strategiska støðið í Danmark so undirmáað, at heilt serlig strategisk tiltøk og heilt óvanlig menniskjalig avrik skuldu til. Har vóru tað tjóðbankastjórin Erik Hoffmeyer og danski javnaðarmaðurin Knud Heinesen, sum á ein heilt serstakan hátt samskiftu og samvirkaðu soleiðis, at gongdin varð vend undir Schlüter stjórnini fyrst í áttatiárunum.
Botnurin í einum strategiskum kyksendi
Tað skal ikki stórvegis strategiskt hugflog ella innlit til at staðfesta, at eingi av teimum politisku átøkum, sum samgongan higartil hevur viðgjørt, hava nakra ávirkan á hesa gongd yvirhøvur. Hvørki tað, sum ætlanin er at brúka okkara pengar uppá ella teir bygnaðarligu reformar, sum eru á tal. Frægastu átøkini, sum higartil hava verið á borðinum, eru økt játtan til Fróðskaparsetur Føroya, íløguætlanin til miðnámsskúlar í Marknagili og endurskoðan av fiskidagaskipanini. Men hesi átøk eru øll eyðkend við einum tíðarskala, sum ikki gerst viðkomandi, um ikki onkur úrslit eisini fáast í næstu framtíð.
Hinvegin er tað mín meting, at botnurin í strategiska kyksendinum, sum landið hevur ligið í seinastu 20 árini, er rokkin. Hóast ábendingarnar eru veikar, eru tær rættiliga eintýðugar. Tað ber betur til at samskifta strategiskt í dag enn fyri bert einum ári síðani. Dagarnir við teim fiksu setningunum og fiksu loysnunum tykjast taldir á hesum sinni. Tað aldargamla váðafúsa eyðkenni við føroyinginum tykist aftur at koma undan kavi. Partar av samfelagnum (umframt fiskivinnuna) hava dittað sær út á altjóða marknaðin og liva sín gerandisdag við teim krøvum, sum hesin marknaður setir. Fiskivinnan, sum hevur livað úti á altjóða marknaðinum seinastu øldina, er í eini støðu, sum er rímiliga løtt at samskifta um.
Tá ið hetta er sagt, so hoyrir tað eisini við, at vit hava mist stór virði á gólvið hesi 20 árini. Virði, sum vit noyðast at byggja upp aftur petti fyri petti, stykki fyri stykki, prosjekt fyri prosjekt.
Makt og leiðsla
Vit kunnu síggja eitt samfelag og funktiónir tess sum skipaðar eftir einum stiga, har maktlæran virkar sterkast øðrumegin, og leiðslulæran virkar sterkast hinumegin, sí mynd. Sjónligastu maktlæruna síggja vit í einaræðisskipanum og valdsharradømum. Sjónligastu leiðslulæruna síggja vit í klassisku griksku demokratisku skipanini 3-600 ár fyri okkara tíðarrokning. Vanligar demokratiskar skipanir í vesturheiminum í dag liggja demokratisku megin á hesum stiganum, men koma tó ikki nær námind klassisku griksku skipanini í demokratiskum stýrishátti – fyri tey, hon fevndi um, skal sigast.
Maktlæran snýr seg í stuttum um, hvussu ein røkir egin áhugamál við annara tilfeingi. Í gerandisleiðslu er maktlæran eyðkend við maktbardøgum, og at tey, sum sita ovast á rókini, royna at stýra hinum, sum sita niðari.
Leiðslulæran snýr seg í stuttum um, hvussu vit røkka felags áhugamálum við felags tilfeingi. Tað, sum ger eitt felags átak møguligt. Í gerandisleiðslu er leiðslulæran eyðkend við, at vit í felag royna at leiða felags prosjektini á mál.
Døkka einaveldisaldan, sum floymdi yvir alt Europa í 15-1600 talinum fram til 1800-talið, og sum rakti serliga meint í danska einaveldinum, rakti eisini Føroyar. Ein tulking av søguni er, at føroyingar – sum ein av heilt fáum tjóðum í vesturheiminum – tó ongantíð sjálvir fullu í hetta makt-díkið.
Tíðin frá fyrst í 90-árunum til í dag er helst einasta tíðin í føroyskari søgu higartil, har maktlæran av álvara fekk høvdið fyri seg millum føroyingar í so stóran mun, at ein í løtum ivaðist, um hon fór at forkoma okkum. Men í dag kenni eg meg vísan í, at demokratiska siðvenja føroyinga eisini vinnur á makt-alduni í hesum umfari.
Strategiskir møguleikar
Okkara arbeiðsdagur er skiftur í tríggjar ymiskar flokkar av uppgávum. Í fyrsta lagi loysa vit vanligar rakstraruppgávur, sum vit loystu í gjár, loysa í dag, og tann, sum livir og hevur heilsuna, loysir hana aftur í morgin. Í øðrum lagi royna vit at tillaga okkum, tá ið umstøðurnar leggja trýst á okkum. Hava vit gott leiðsluhegni, eru slíkar uppgávur undantakið. Í triðja lagi seta vit sjálv stevnu í eini menningarætlan. Tá arbeiða vit strategiskt. Vit leggja okkum eftir strategiskum møguleikum.
Strategiskt samskifti er sjálvt grundarlagið undir strategiskum møguleikum. Strategiskt samskifti er grundað á ymisk áhugamál, har felagsskapurin finnur fram til, hvussu vit fáa javnvág í hesi áhugamál, og hvussu vit vinna framá í felag.
At samskifta strategiskt í almenna rúminum er tí sjálv fortreytin fyri at skapa strategiskar møguleikar. Verður tað gjørt við skili, eigur tað eisini at bera øllum til at vera við í hesum samskifti, hóast orðingar eru ymiskar alt eftir vanliga gerandisdegnum hjá tí einstaka. Eitt átak, sum kann vera við til at menna eitt slíkt samskifti, er at styrkja politisku flokkarnar umsitingarliga.
Hava vit fingið eitt slíkt strategiskt samskifti at virka í almenna rúminum, ber politisku skipanini til at virka strategiskt aftur. Tá ber fólkinum til at geva politikarum strategiskt mandat, eins og tað ber til at meta um strategisku úrslitini.
Strategisku møguleikarnir kunnu skiftast í tveir høvuðsbólkar: skynsaman rakstur og skynsom menningarprosjekt.
Skynsamur rakstur
Eyðgunn Samuelsen, formaður í fíggjarnevndini, skrivar í grein í Sosialinum 5. mai í ár, at eitthvørt ruggar ikki heilt rætt, tí ongantíð er fíggjarlógin vaksin so nógv, men hóast hetta hava øll fingið ov lítið. So løgið tað kann tykjast eini skilakvinnu, so mikið meira álvarsligt eigur hetta týðuliga signal at viðgerast. Tí hetta er tað, sum hevur størsta strategiska týdningin dagin í dag – tað, sum vit kunnu gera nakað við beint nú. Uttan orku, uttan frælsi at átaka okkum menningaruppgávur, er øll strategisk hugsan fáfongd.
Vit vita í dag rættiliga neyvt, hví vøksturin í fíggjarlógini ikki sæst aftur í væl virkandi skipanum. Eftir eina 20 ára langa flóðaldu av maktlæru er trupult at greiða allar tær fløkjur, sum fólk meir ella minni tilvitað hava myrkalagt óskynsamar loysnir í. Men vit vita eisini, hvørji tvey høvuðsøki binda størstu orkuna niður.
Annað er høvuðsvinnan, sum við lógarbundnum karmum er niðurbundin og hevur lítlar og ongar møguleikar at menna seg ella tillaga seg nýggjum veruleikum.
Hitt økið er bygnaðurin í almennu Føroyum. Her verður hugsað um bæði kommunala bygnaðin, bygnaðin í landsumsitingini í síni heild, eins og um ymiskar bygnaðir, sum almennu Føroyar hava skipað landsins funktiónir undir.
Málið eigur helst at vera at effektivisera raksturin av Føroyum við umleið hálvari til heilari milliard kr. árliga í hesum valskeiðinum í sambandi við tær funktiónir, sum longu virka og annaðhvørt verða røktar av tí almenna ella beinleiðis ávirkaðar av tí almenna. Harvið er ikki sagt, at fíggjarlógin minkar samsvarandi.
At greiða fløkjuna í fiskivinnuni er væl truplari. Umframt at endurskoða fiskidagaskipanina, eigur skipanin við fiskamarknaði at endurskoðast, eins og spurningurin um framleiðslu umborð á skipunum eigur at endurskoðast. At hetta skal gerast bæði við atliti at teimum, sum í dag eiga vinnutól og við atliti at teimum nógvu, sum fáa sítt livibreyð í fiskivinnuni á landi, er eitt krav. Tað er tí ein avbjóðing at finna gongdar leiðir, har nyttan av tí gagnliga eisini í praksis verður væl størri enn skaðin av tí neyðuga.
Skynsom menningarprosjekt
Eingin sparir seg burtur úr eini strategiskari kreppu. Men sparingin er í flestu førum einasti møguleiki at fíggja ta menning, sum er neyðug. Harafturat vísir tað seg mangan, at skynsom tilfeingisumsiting er ein fortreyt fyri tí samskifti, sum skal til fyri at finna og gjøgnumføra viðkomandi menningarprosjekt. Vit gerast ikki bert verri fyri búskaparliga, tá ið vit søpla virðini burtur – vit taka eisini skeivari og skeivari avgerðir. Tann eina fløkjan tekur hina við sær.
Menningarprosjektini eru í tveimum høvuðsflokkum. Í øðrum eru tey prosjektini, sum skulu leggja lunnar undir menningartilgongdina, og sum tí ætlandi skapa úrslit í longdini, men ikki her og nú. Í hinum flokkinum eru tey prosjektini, sum skulu geva okkum úrslit í næstu framtíð.
Umframt at byggja út miðnámsskúlarnar er neyðugt at leggja meira orku í alla útbúgvingar- og granskingarskipanina. Her er í fyrsta lagi neyðugt at umhugsa bygnaðarligar broytingar, áðrenn stórvegis peningaorka verður løgd í, tí vit hava fleiri rættiliga vissar ábendingar um, at “skúlaverkið bløðir”, sum tað við hvørt verður nevnt, tá ið orkan fer millum skins og hold.
Menningarprosjektini skulu annars fevna breitt í samfelagnum. Best var, um vit fingu eina menningartilgongd, sum fevndi um hvørt einstakt menniskja í landinum. Hetta er eitt rímiligt mál at seta sær í hesum valskeiði – tað er ikki so veruleikafjart, sum tað kanska ljóðar, fyrst ein hoyrir tað. Í mínari tulking av søguni var hetta, at hvør einstakur fekk høvi til at veita sítt strategiska íkast til “prosjektið Føroyar”, høvuðsorsøkin aftanfyri framgongdina øll seksti-sjeyti- og áttatiárini.
Tey prosjektini, sum skulu geva okkum úrslit í næstu framtíð, eru, sum støðan sær út í dag, heilt ítøkilig prosjekt, sum onkursvegna longu nú eru sett í verk ella verða umhugsað, og sum harafturat byggja á herðar, sum longu hava borið byrðina fram á vegin. Hóast slík prosjekt kunnu tykjast utopisk, so høgt málini eru sett, eru høvuðseyðkennini, at tey eru smá, veik, mangan torskild, “ikki konkret” og síggja ikki út av nógvum fyri tann, sum ikki veit, hvat eitt slíkt átak krevur av nýskapandi, politiskari og strategiskari leiðsluorku. At uppbyggja eitt samstarv her, at uppbyggja eitt álit har, at stíga eitt fet fram, at halda fast, har á leikar, at krøkja nakrar fótonglar av, at skáka sær undan “krígsherjaðum økjum” á leiðini o.s.fr.
Tí eiga allir partar í landinum, sum hava møguleika til tess, at vera serstakliga vakin um hvørt einasta signal – innanlands og uttanlands – sum kann geva eina ábending um gongdar leiðir og geva slíkum prosjektum eina bøtandi hond á leiðini.
Mín varhugi í dag er, at breitt í føroysku tjóðini er aftur vilji til slíka dugnandi atferð.