Eitt starv uttan trupulleikar er ov keðiligt

Í sínum ungu døgum gekk Andras Róin í eini t-shirt, har tað stóð: ”Rock er bedre end fast arbejde”. Men tað hevur ver­ið meiri arbeiði enn rockur á skránni, síðani hann í 1995 tók við stjórastarvinum í táverandi almenna monopolinum Tel­e­fon­verk­i­num. Tann 1. januar fer hann úr stjórasessinum á Føroya Tele.

Hilmar Simonsen

Í nítiárunum vóru rembingar í tele- og samskiftisheiminum um alt Evropa. Fyritøkur fóru frá at vera almenn monopol til privatar fyritøkur í fríari kapp­ing við aðrar. Tað gingu ikki so nógv ár, áðrenn hesar rembingar komu til Føroya, tí í 1997 varð politisk avgerð tikin um at fremja liberaliseringar á fjarskiftisøkinum. Gamla fjar­skift­islóggávan var frá 1927, og nú var stundin komin til at fáa nýggjar tónar inn yvir Før­oy­a­land eisini.
Andras Róin, sum tann 1. jan­uar fer frá sum stjóri á Før­oya Tele, man um nakar hava verið sjálv ímyndin av eini nýmótansgerð av føroyska tel­e­markn­aðinum. Og tá hann í 1995 at kalla varð ’head-hunt­­aður’ heim á klettarnar at standa á odda fyri táverandi Tel­e­fonverkinum, var støðan ein onnur enn í dag.
- Eg hevði arbeitt sum pro­jekt­leiðari hjá Jydsk Telefon (seinni kallað TDC) í 5 ár og hevði júst fingið nýtt leið­arastarv í ES-høvuðsborgini í Bru­x­elles, tá eg fekk bjóðað hetta starvið í Føroyum.
Men hví valdi tú so hetta fram um tað, tú hevði?
- At fáa eitt avbjóðandi stjór­a­starv og sleppa heim aftur til familju og vinir í Føroyum fekk vágskálina at koppa norð­ur­eftir, sigur 44 ára gamli Andr­as Róin, tá eg hitti hann í høvuðssætinum hjá Føroya Tele, Klingruni, í Hoyvík.
- Eg var bert 33 ára gamalur, og tá var tað, at pápi mín segði, at hetta var sum hjá Jeppe, tá hann mitt í tí heila vakn­aði upp í songini hjá bar­óni­num og ikki visti, um hann droymdi ella var vakin, heldur Andr­as Róin frískliga fyri.

Stjórnmálafrøðingur
í telefyritøku
Andras Róin fór til Dan­mark­ar í 1981 at lesa stjórn­málafrøði á Århus Un­i­ver­siteti. Eftir at hann gjørd­ist stjórnmálafrøðingur, ella cand. scient. pol., sum tað á latínskum eitur, flutti hann saman við táverandi konu síni til Ikast at arbeiða hjá kommuni har. Men um hetta mundið kom ein nýggj tel­e­bylgja inn yvir Evropa, ið hevði við sær, at telefyritøkur í størri mun enn áður byrjaðu at leita eftir starvsfólkum við ymsum før­leik­um, tað vil siga ikki bert verk­frøð­ingum og teknikarum.
Hetta var um sama mundið sum almen telemonopol vórðu priv­at­i­serað, og sum førdi til kapp­ing á økinum, og tá Jydsk Tel­e­fon søkti eftir fólki sum Andr­assi, smekkaði hann til og fekk arbeiði har.
Jydsk Telefon er tað felagið, vit í dag kenna sum TDC.
- Tá eitt ár var fráliðið kom eg at umboða TDC í altjóða høpi og ferðaðist úr einum stað til annað. Hetta var sera spenn­andi og læruríkt, men eg kann líka heilsa og siga, at sovorðin reiking er ikki bein­leiðis gott fyri familjulívið, grei­ð­ir Andras Róin frá.
Men so var tað, at Andras Róin fekk stjórastarv á Tele­f­on­verk Føroya Løgtings, og hetta var orsøkin til, at hann eftir 14 ár í útlegd flutti heim til Før­oyar.
- Ein uppgáva, sum eg koma at vera við í, var at endurskoða gomlu fjarskiftislóggávuna frá 1927, og hetta var á ein hátt at arbeiða ímóti sær sjálvum, tí nýggja lógin skuldi beina fyri mon­o­polinum, so Telefonverkið fekk kapping, greiðir Andras Róin frá.
Men kapping er ikki nakað, ið Andras Róin ræðist. Tvørt­ur­í­móti er hann ikki seinur at sláa fast, at júst kappingin frá hinum telefeløgunum er or­søkin til, at Føroya Tele hevur ment seg til ta sunnu fyritøku, hon er í dag.
- Uttan kapping hevði tað neyv­an borið nakran veg, sigur hann.

Eg vil hava trupulleikar
Jamen Andras Róin, hví hev­ur tú gjørt av at siga teg úr stjórastarvinum nú tann 1. jan­uar?
- Eg havi brúkt mítt krút og givið tað besta, sum var í mær til Føroya Tele. Eg havi verið her í 11 ár og føli, at nú havi eg tørv á nýggjum avbjóðinum. Fyri at siga sum er, so trívist eg best í einum starvi, har tað eru nógv­ir truplir knútar at loysa. Eg vil hava trupulleikar.
Skal tað skiljast soleiðis, at tað er vorðið ov lætt at vera stjóri á Føroya Tele?
- Nei, ikki júst so. Nýggjar av­bjóðingar eru alla tíðina, og morgindagurin er einki undantak í so máta. Men hevur tú sitið ov leingi í einum leið­ar­a­s­tarvi, so kann tað skjótt ger­ast ein avbjóðing í sjálvum sær at sita og verja gamlar av­gerð­ir í staðin fyri at líta fram­eftir. Eg haldi, tað er sunt at hava eina javna útskifting av leiðarum, sigur hann.
Hóast nógvir truplir knútar vóru at loysa, tá hann tók við stjórastarvinum í síni tíð, so heldur hann seg hava havt nógv framíhjárættindi.
- Eg havi havt nógv góð starvs­fólk afturat mær, tíð­in hevur tann rætta til at menna hesa fyritøkuna, tí sam­skiftisheimurin tøkniliga er mentur sera nógv. Eg føli meg priviligeraðan, tí ein kann júst tað sama koma at arbeiða í vinnugreinum, sum eru nið­ur­gang­andi, sigur hann.
Men er tað ikki eitt gott og trygt starv, tú velur at veittra farvæl til?
- Sera gott og væl lønt, men trygt vóni eg ikki tað er. Eingin stjóri skal føla seg tryggan. Trygg­leikin skal einans koma frá góðum avrikum. Men tá tað er sagt, so skal eg viðganga, at hetta hevur verið ein torfør av­gerð, sum eg havi umhugsað gjølla síðani í summar, sigur mað­urin, sum eftir tann 1. jan­uar helst fer at finna sær nýggjar trupulleikar at spæla við.
- Eg eri eisini bangin fyri, at um eg siti í 5 ár afturat, so fari eg ikki at finna úthurðina...
Kennist tað sum um, at tú hevur rokkið tínum mál­setn­ingi, at tín missiónin á Føroya Tele er fullførd?
- Ja, fyri stóran part. Sein­astu árini havi eg sagt, at fýra mál skuldu røkkast: 1) at gera Føroya Tele kapp­in­g­ar­ført, 2) alt viðvíkjandi utt­an­lands­samskifti; til dømis fekk TDC allar intøkurnar fyrr, tá før­oy­ingar ringdu uttanlands, men síðani kaðalin kom fáa vit sjálv ágóða, 3) viðurskiftini hjá starvs­fólkunum skuldu fáast upp á pláss, og høvuðssætið Klingr­an byggjast, og 4) ein­skilj­ing­in.
Men einskiljingin er jú ikki kom­in upp á pláss, hví bíðar tú ikki, til tað er hent?
- Nei, einskiljingin er ikki kom­in upp á pláss enn, hóast pol­itikarar hava tosað um tað áravís. Tað hevði verið stutt-ligt at fingið tað við eisini, men hetta tykist at draga út og kann saktans taka langa tíð enn, so hetta verður ikki í míni tíð sum stjóri.
Hví er tað so týdningarmikið at einskilja Føroya Tele?
- Tað er ein ónatúrlig støða, vit eru í, har vit sum alment part­a­felag kappast við fleiri smærri privat feløg. Ein onn­­ur orsøk er, at eg haldi at starvsfólkini eiga at hava møg­u­leika fyri at fáa optiónir í tí fel­agi, tey arbeiða í, men hetta ber bara til, tá talan er um priv­at feløg, sigur hann.

”Rock bedre
end fast arbejde”
Andras Róin er fyrrverandi pro­vo­kerandi langhærdur sos­i­al­ist­ur. Tað var tann tíð, hann gekk við eini t-shirt, har tað stóð: ”Rock er bedre end fast arbejde”. Og tá hevði hann hár langt niður á ryggin. Hann minn­ist tíðina, tá hann gekk í stud­entarskúla í Hoydølum, har pol­ariseringin millum høgra og vinstra, kapitalisma kontra sosialisma, var alt avgerandi.
- Tað er ein tíð síðani, at front­­ar­nir vóru strikaðir upp upp á henda mátan. Men høgra-vinstra síðurnar eru ikki til á sama hátt longur. Nú tykjast aðrir frontar at vera komnir í staðin so sum mannarættindi, religión og annað.
Ja, tíðirnar broytast, og vit broytast við, men Andras Róin er kortini ikki broyttur meiri enn so, enn at hjartað hansara framvegis bankar fyri tolsemi og sosialum rættvísi, og tað bankar framvegis vinstrumegin miðjuna.
- Eg ljóði kanska ikki so vinstrasinnaður, tá eg arg­u­ment­eri fyri, at kapping skal vera á øllum økjum. Men satt at siga trúgvi eg ikki upp á fram­burð uttan kapping. Tó skal kappingin ikki ganga út yvir sosialu tænasturnar, sum eru neyðugar í einum væl­ferð­ar­samfelagi. Tað er ein grundleggjandi rættur hjá øllum borgarum at fáa virðiliga sosiala viðferð, sigur hann.

Non-decision making
Andras Róin heldur, at føroyskt vinn­ulív og samfelag sum heild er í eini positivari gongd, har professionalisma ger seg alt meiri galdandi. Men hetta er ikki hent takkað verið før­oysk­um politikarum, heldur er tað eitt mótrák til føroyskan pol­i­tikk.
- Eg eri so avgjørt ikki beisk­­ur inn á nakran, men eg haldi, at okkara politikarar brúka nógva orku upp á táp­­u­lig ting. Í staðin fyri at savna seg um veruligar sam­fel­ags­trup­ul­leikar, so kjakast teir um við­ur­skifti, sum einki hava upp á seg. Bretar hava eitt hugtak, teir kalla ”non-decision mak­ing”. Tað sum liggur í hesum er, at EINGIN menning er tað tryggasta, og tað hava summi tað best við. Føroyska sam­fel­ag­ið er sera merkt av non-dec­is­i­on making, haldi eg.
- Tað eru øðiliga fáir pol­itik­arar her á landi, sum hugsa stór­ar tankar. Tað mangla ’stats­menn’ í føroyskum poli­tikki, staðfestir Andras Róin.
Eg hugsi við mær sjálvum, at pol­i­tikkur er kanska júst nakað, ið hevði hóskað til fráfarandi stjór­an á Føroya Tele. Non-deci­s­i­on making hevur ikki júst eyð­kent hansara lyndi í síni tíð sum stjóri. Men hann avdúkar onki um, hvagar leiðin gongur eftir tann 1. januar 2007.
Hevur tú ikki fingið onkra á­heitan, síðani tú boðaði frá, at tú fórt at gevast á Føroya Tele?
- Eg havi hoyrt okkurt, men enn er eingin avgerð tikin. Lat meg siga tað soleiðis: Kvinnur hava eitt sindur rætt, tá tær siga, at vit menn megna ikki at hava fleiri bóltar í luftini í senn. Tí vil eg helst gera meg lidnan her fyrst og rudda skriviborðið, áðrenn eg leggi serligar ætlanir fyri framtíðina, held­ur hann skemtiliga fyri.