Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, hevur góðar vónir um, at eitt føroysk universitetssjúkrahús verður veruleiki um fá ár. 

Eitt universitets-sjúkrahús fer at broyta alt

Fleiri serlæknar og serkøn heilsustarvsfólk. Meira serføroysk gransking. Føroysk læknaútbúgving. Betri sjúkraviðgerðir. Eingin endi er á ágóðunum, ið forstjórin í Sjúkrahúsverkinum sær fyri sær, nú útlit eru til, at føroyska Sjúkrahúsverkið um nøkur ár fer at kunna kalla seg universitetssjúkrahús. Fyrireikingarnar eru byrjaðar, og higartil gongur alt eftir ætlan.

 

Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, hevur góðar vónir um, at eitt føroysk universitetssjúkrahús verður veruleiki um fá ár. 

Eftir Dagmar Joensen-Næs 

Serlæknar og serkøn heilsustarvsfólk hanga ikki á trøunum, heldur ikki í Føroyum. Ein arbeiðsbólkur er komin fram til, at Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri tilsamans 121 serlæknum. Sjúkrahúsverkið hevur í løtuni 68 størv til serlæknar, men ein stórur partur av størvunum eru ósett og verða røkt av dýrum konsulentum. 

At fáa fatur á serlæknum og øðrum serkønum heilsustarvsfólkum er ein av størstu avbjóðingum hjá Steinari Eirikstoft, forstjóra í Sjúkrahúsverkinum. Men nú eru útlit fyri, at arbeiðið hjá honum fer at gerast lættari. 

Tá forstjórin í Sjúkrahúsverkinum og rektarin á Fróðskaparsetrinum skrivaðu undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús tann 26. juni í ár, varð kósin av álvara løgd fram ímóti, at Sjúkrahúsverkið fer at kunna kalla seg universitetssjúkrahús. Og tað fer at fáa alstóran týdning.

Sum liður í fyrireikandi arbeiðinum at menna Sjúkrahúsverkið hevur Steinar Eirikstoft tosað við fleiri sjúkrahús í Danmark, sum hava tikið stigið til at gerast universitetssjúkrahús.

- Tey siga øll, at tað hevur broytt alt. Sum universitetssjúkrahús hava tey bæði gransking og útbúgving, og tá verður alt øðrvísi, sigur hann.    

- Granskingin hevur alstóran týdning í kappingini um tey bestu starvsfólkini. Tá vit royna at fáa heilsustarvsfólk í starv her hjá okkum, fáa vit ferð eftir ferð at vita, at møguleikarnir at granska eru betri á sjúkrahúsum í Danmark og aðrastaðni, har ið tey starvast. 

- Tá møguleikarnir at granska verða nógv betur, fara vit at fáa fatur á nøkrum starvsfólkum, ið vit fyrr ikki hava kunnað fingið, sigur forstjórin.

Gransking tekur dik á seg 

Gransking er ein av grundsúlunum undir einum universitetssjúkrahúsi. Og fyrsta stigið til at menna granskingina í Sjúkrahúsverkinum er longu tikið. 

Fyri skjótt tveimum árum síðani varð Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum sett á stovn við tí endamáli at savna alla kliniska heilsugransking í Føroyum á einum staði. Heilsugranskingareindin húsast enn  í Sigmundargøtu, har Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu helt til, men ætlanin er, at hon skal flyta inn á Landssjúkrahúsið, tá hølir verða klár. 

- Heilsugranskingareindin verður eitt umhvørvi, har granskarar kunnu sita og greina og samstarva  sínámillum. Tann kliniska granskingin skal í høvuðsheitunum fara fram á sjúkrahúsdeildunum, har heilsustarvsfólkini og sjúklingarnir eru, og har granskarar kunnu nýta hølir og tól til sínar verkætlanir.

- Tað kliniska virksemið og granskingin skulu samskipast, og granskingin skal vera partur av tí dagliga virkseminum á deildunum. Tá vit fáa tað at rigga, byrjar tað av álvara at lukta av universitetssjúkrahúsi, sigur Steinar Eirikstoft.   

Hann leggur dent á, at tað ikki bert verða læknar á Landssjúkrahúsinum, ið fara at granska meira. 

- Vit hava tørv á, at allir heilsustarvsbólkar – eisini sjúkrarøktarfrøðingar, kostráðgevar, fysioterapeutar og onnur – granska. Og granskingin skal ikki bert fara fram á Landssjúkrahúsinum, men á øllum trimum sjúkrahúsunum, sigur hann.

Serføroysk viðurskifti 

At styrkja granskingina fer ikki bert at hava týdning fyri møguleikarnar at fáa fleiri serlæknar og onnur serkøn heilsustarvsfólk til Føroya. Tað fer eisini at merkja, at sjúklingarnir fáa betri viðgerð. 

- Við at granska sjúkur og heilsufyribrigdi í Føroyum fáa vit vitan, ið vit ikki høvdu frammanundan. Tað merkir í síðsta enda, at vit verða før fyri at veita betri viðgerð til føroyskar sjúklingar.

- Vit eru tey einastu, ið kunnu kanna serføroysk viðurskifti. Tað eru nakrar serføroyskar sjúkur, ið eru ógvuliga sjáldsamar aðrastaðni, og sum eingin annar tí granskar í. Eisini eru heilsufyribrigdi, ið eru øðrvísi hjá okkum, tí vit hava ein annan uppruna og ein annan kost, sigur Steinar Eirikstoft.

Føroysk heilsuviðurskifti eru sera áhugaverd fyri granskarar. 

- Vit eru enn ein tjóð við lutfalsliga fáum etniskum variablum. Í øðrum londum er fólkasamansetingin nú so blandað, at tað ikki ber til at greina, hvaðani ílegurnar koma. 

-  Í summum førum er tað eisini ein fyrimunur at vera lítil og avbyrgd. Vit kunnu skipa og savna okkum ógvuliga skjótt um at fáa okkurt gjørt. Eitt dømi var koronugranskingin, har okkara heilsugranskarar gingu á odda. 

Steinar Eirikstoft væntar eisini, at tað verður lættari at fáa fígging til gransking, tá Sjúkrahúsverkið verður universitetssjúkrahús. 

- Universitetssjúkrahúsini hava eina munandi hægri tign og kunnu søkja heilt aðrar grunnar og fáa stórar  upphæddir, sigur hann.  

Ikki bert eldsálir

Hóast gransking ger heilsustarvsfólk betri før fyri at veita góða viðgerð, so verða starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum í dag ikki biðin um at granska. 

- Vit hava skipaði viðurskifti fyri gransking hjá ph.d. lesandi, men annars eru tað í stóran mun eldsálir, ið granska á sjúkrahúsunum. Starvsfólkini granska ikki, tí vit hava sett tey til tað, men tí tey eru eldhugaði og  halda tað vera spennandi. Tey hava eisini avmarkaða tíð at granska í arbeiðstíðini og granska tí út á kvøldarnar, sigur Steinar Eirikstoft.

Arbeitt verður nú við at skipa granskingina í Sjúkrahúsinum betur og fáa fleiri starvsfólk at granska.

-  Um læknar og onnur heilsustarvsfólk skulu brúka part av arbeiðstíðini til gransking, verður í fyrstu atløgu minni tíð til sjúklingarnar, men í síðsta enda fer tað eisini at koma sjúklingunum til gagns. 

- Allar royndir vísa, at gransking ger tað meira áhugavert at arbeiða á sjúkrahúsinum, og at vit tí fara at fáa fleiri serkøn starvsfólk. Tá vit fáa skipaði viðurskifti og kunnu bjóða møguleikar fyri gransking, so verða tey tómu størvini sett, og vit fáa bæði meira gransking og meira sjúkraviðgerð. Men tað krevur dirvi at taka stigið og siga, at fólk, ið eru ógvuliga eftirspurd til sjúkraviðgerðir, eisini skulu brúka ein part av tíðini til gransking, sigur forstjórin. 

 

##med2##

Føroysk læknaútbúgving

Sjúkrahúsleiðslan hevur raðfest at menna granskingarpartin fyrst, tí hann byggir á nakað, ið longu er frammanundan. Hin parturin, ið skal til fyri at gerast universitetssjúkrahúsi, er útbúgvingin. 

Fróðskaparsetrið hevur longu fleiri heilsufrøðiligar útbúgvingar, sum ætlanin er at dagføra við servitan um føroysk viðurskifti, ið granskarar í Sjúkrahúsverkinum finna fram til. 

Tann heilt stóra avbjóðingin verður at fáa eina føroyska læknaútbúgving.

- Sum er noyðast føroyingar av landinum at lesa til lækna. Tað er ein long útbúgving, og nógv koma ikki aftur, tí tey sláa røtur aðrastaðni, meðan tey eru undir útbúgving.

 - Royndir aðrastaðni vísa, at sjúkrahús, ið eru við til at útbúgva læknar, hava munandi lættari við at fáa læknar í starv, sigur Steinar Eirikstoft.  

Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetrið fara í næstum undir fyrstu fyrireikingarnar til at fáa eina føroyska læknaútbúgving. 

- At fara undir eina føroyska læknaútbúgving, sum er altjóða viðurkend, verður ein ógvuliga stórur biti at gloypa. Vit skulu umhugsa, um vit skulu hava alla útbúgvingina beinanvegin ella byrja við einum parti av útbúgvingini.

- Um byrjað verður við bachelorpartinum, verður tað Setrið, ið skal veita undirvísarar í grundleggjandi læknafrøðiligum lærugreinum. Um vit í staðin byrja við kandidatpartinum, verður tað allarhelst Sjúkrahúsverkið, ið skal útvega læknar til at undirvísa á Setrinum.

- Nøkur donsk universitetssjúkrahús hava bert kandidatútbúgvingina. Hon er lættari at fara undir, tí undirvísarar eru longu tøkir á sjúkrahúsinum. Vit eiga í øllum føri at kanna, hvussu vit eru fyri í Sjúkrahúsverkinum at fara undir eina kandidatútbúgving, sigur Steinar Eirikstoft. 

Meira pengar

Neyðugt er við hægri játtan á fíggjarlógini, um Sjúkrahúsverkið skal umskapast til  universitetssjúkrahús. 

Í álitinum um universitetssjúkrahús verður mælt til, at Sjúkrahúsverkið skal nýta 2% av samlaðu rakstrarjáttanini til heilsugransking. 

Í ár eru 1.5 milliónir kr. settar av á fíggjarlógini til at menna heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum. Tær skulu brúkast til stuðulsfunktiónir til gransking, millum annað dátutrygd, biostatistikara og fíggjarstýring. Ætlanin er, at játtanin til heilsugransking og undirvísing í Sjúkrahúsverkinum skal vaksa við 2 miljónum kr. hvørt ár fram til 2030.

Fyrstu árini verður tað granskingin, ið skal raðfestast, síðani kemur útbúgvingin. 

- Tað eru trý krøv, ið skulu verða lokin fyri, at vit skulu kunna kalla okkum universitetssjúkrahús. Vit skulu hava kliniskt virksemi, gransking og útbúgving. 

- Kliniskum virksemi hava vit ov mikið av, og gransking hava vit i øllum føri nakað av longu. Vit útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum, men tað, ið vit als ikki hava, er læknaútbúgvingin. Hana mugu vit hava, men tað nýtast ikki at vera ein full læknaútbúgving, sigur sigur Steinar Eirikstoft. 

At tað fer at loysa seg í síðsta enda fyri føroyska samfelagið at fáa eitt universitetssjúkrahús, ivast forstjórin í Sjúkrahúsverkinum ikki í.

- Tað fer at kosta, men vit trúgva uppá, at tað fer at gera, at vit kunnu veita borgarunum eina betri tænastu arbeiða meira fyribyrgjandi. Vit fáa meiri vitan um serføroysk viðurskifti og fleiri serkøn heilsustarvsfólk, sum fara at kunna veita eina málrættaða viðgerð til føroyingar, sigur Steinar Eirikstoft. 

Hvat er eitt universitetssjúkrahús?

Universitetssjúkrahús eru í øllum norðurlondum uttan í Føroyum. Treytirnar fyri, nær eitt sjúkrahús kann kalla seg eitt universitetssjúkrahús, eru ymiskar í londunum. Yvirskipað ber tó til at siga, at eitt universitetssjúkrahús skal: 

• Veita sjúklingaviðgerð 

• Fremja heilsugransking 

• Veita kliniska undirvísing í heilsufakum, helst læknafrøði 

• Hava samstarvsavtalu við eitt universitet 

• Brúka ein ávísan part av sínari játtan til undirvísing og heilsugransking

Í Danmark eru universitetssjúkrahús ikki skipað við lóg, og ongar ásetingar eru um, nær eitt sjúkrahús kann kalla seg universitetssjúkrahús. Regiónirnar taka avgerð um, hvørji sjúkrahús skulu vera universitetssjúkrahús.

Í Noregi er ásett í lóg, hvat krevst fyri at skipa eitt universitetssjúkrahús. Sjúkrahús mugu fáa góðkenning frá norska heilsumálaráðnum fyri at kunna nýta heitið universitetssjúkrahús. 

Í Íslandi er ásett í lóg, hvørji krøv eru fyri at nýta heitið universitetssjúkrahús. Høvuðssjúkrahúsið í Íslandi, Landspitalið, hevur samstarvsavtalu við íslendska universitetið. 

 

##med3##

 

Avtala millum Heilsuverkið og Fróðskaparsetrið um universitetssjúkrahús 

Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya skrivaðu 26. juni í ár undir avtalu um samstarv um universitetssjúkrahús. Við hesi avtaluni kunnu Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.

Avtalan er eitt týðandi stig í fyrireikingunum til at skipa Sjúkrahúsverkið sum eitt universitetssjúkrahús, sum landsstýrið hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum.  

 

Sjúkrakassagrunnurin legði lunnar 

Heilsugranskingin í Føroyum hevur ment seg munandi seinastu 10 árini. Ein týðandi orsøk til hetta er, at tað í 2014 varð gjørt av at brúka fæið úr Sjúkrakassagrunninum til at menna heilsuøkið í Føroyum. 

Granskingarráðið fekk ábyrgdina av at umsita og útluta fæið í Sjúkrakassagrunninum, sum var slakar 30 mió. kr. Tær vórðu brúktar til kanningar- og granskingarverkætlanir, til at menna eina masterútbúgving í heilsuvísindum og til at menna samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið. 

Við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016. Depilin var ein samstarvsliður millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavnið, ið hevði til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving. Partarnir hava arbeitt í felag um nógvar granskingarverkætlanir, styrkt heilsuútbúgvingarnar og fyrireika arbeiðið við universitetssjúkrahúsi. 

Eingir pengar eru nú eftir í Sjúkrakassagrunninum. 

 

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya:

 “Eg eri sannførdur um, at vit við avtaluni um formligt samstarv fara at seta ferð á menningina av bæði Sjúkrahúsverkinum og Setrinum. 

- Avtalan er fyrsta týðandi fetið á hesi spennandi menningarleiðini. Fyri framman liggur stórt ítøkiligt arbeiði, so vit - um vónandi ikki ov langa tíð – kunnu kunngera, at vit nú hava reist eitt føroyskt universitetssjúkrahús.”

 

Úr blaðnum Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024

 

 

 

 

 

Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, hevur góðar vónir um, at eitt føroysk universitetssjúkrahús verður veruleiki um fá ár. 

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum flytur inn á Landssjúkrahúsið, tá hølir verða tøk. 

Forstjórin í Sjúkrahúsverkinum, Steinar Eirikstoft, og rektarin á Fróðskaparsetrinum, skrivaðu 26. juni í ár undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús. Mynd: Brynhild Thomsen