Eitt stað fyri øll

Norðdepil: - Her er nógv gjørt fyri at barnafamiljurnar skulu trívast. Tað er eisini stuttligt at sita í einum bygdaráði, har øll eru samd um sum raðfestir trivnaðin sera høgt, sigur Irdi Jacobsen, sum varð vald inn í Hvannasunds kommunu á seinasta vali. - Hetta skal vera ein góð kommuna at búgva í, eisini í framtíðini.

Við sínum 430 íbúgvum hevur Hvannasunds kommunu nærum alt tað, sum vanlig fólk seta sum krav til staðið, har ein skal búgva:

Her eru arbeiðspláss, framkomin og nýliga útbygdur skúli, dagrøkt, nýggjur dagstovnur er á veg, handil, eitt virkið felagslív og eisini samkomulív.

- Ja, her er í øllum førum nakað at koma til og nakað at savnast um hjá øllum, sigur 32 ára gamla Irdi Jacobsen.

Meðan summar bygdir á meginøkinum uppliva tað øvugta, hevur henda kommunan arbeitt miðvíst, fyri at skapa bestu umstøður og karmar fyri trivnað og búseting. Ikki kann sigast annað enn, at tað hevur givið úrslit.

Fólkatalið hevur ligið rættiliga støðugt tey seinastu árini, á umleið 430. Og tað hendir, hóast mong munnu aftra seg við at búseta seg her, orsakað av teimum ótíðarhóskandi tunlunum á Borðoynni.

- Summar kommunur royna í eini desperatari roynd at lækka skattaprosentið og at hækka barnafrádráttin fyri at draga fólk til. Men eg haldi, at tá alt kemur til stykkis, so er hetta ikki tað sum fólk ynskja fyri at búseta seg á einum plássi.

- Í 2010 vilja fólk heldur hava tænastur og fasilitetir, og hetta er nakað sum vit vilja arbeiða við, sigur Irdi Jacobsen.


Heilhjartað

Fyrsta setan hjá Irdi Jacobsen í bygdaráðnum í Hvannasunds kommunu - sum umfatar bygdirnar Hvannasund, Norðdepil, Depil, Norðtoftir og Múla - hevur nú vart í skjótt hálvtannað ár.

Frammanundan seinasta kommunuvali var tíðin í bygdaráðnum rættiliga nógv merkt av ósemjum millum limirnar, sum á mangar mátar gingu í tveimum bólkum. Haraftrat varð hildin ein fólkaatkvøða um samanlegging við Klaksvík stutt undan valinum.

- Nú vita vit, at tá bygdaráðsval er, er tað ofta soleiðis, at fólk als ikki verða spurd eftir, um tey yvirhøvur eru áhugað í at koma á ein lista. Tá eg bleiv spurd hugsaði eg, at um eg segði ja til hetta, so vildi eg eisini ganga fult inn fyri tí. Og tað meti eg eisini at eg havi gjørt.

- Hetta var ein nokkso turbulent tíð at koma inn í bygdaráðið, men eg haldi at arbeiðslagið í kommunustýrinum hevur verið ógvuliga gott heilt frá byrjan av, greiðir Irdi frá.


Einki at bíða við

Undan valinum gjørdi Irdi ein faldara, har hon segði frá nøkrum av málunum sum hon ynskti at fremja, um hon varð vald í bygdaráðið:

Málið um dagstovnin var sjálvandi ovast á listanum, eins og hjá nærum øllum hinum sum bjóðaðu seg fram. Eitt annað av hesum var at fáa settan ein frítíðarskúla á stovn í kommununi. Og tað málið er longu loyst.

Málið bleiv reist um hesa tíðina í fjør. Bygdaráðið tók undir við tí, og tað bleiv gjørd ein kanning millum fólk, um tørvur var fyri slíkum tilboði.

- Vit sóu beinanvegin, at stór undirtøka var fyri tí, so her var einki at bíða við: Farast skuldi í gongd sum skjótast, og nú kunnu vit gleðast um, at frítíðarskúlin byrjaði á nýggjárinum.

- Og tað vísti seg tá, at undirtøkan í roynd og veru var nógv størri enn mett, vísir hon á. 




Eitt stig inn í framtíðina

Dagstovnur er eitt mál, sum hevur verið fyrireikað í fleiri ár. Undanfarna bygdaráð arbeiddi við tí og fekk millum annað stykki til vega sunnanfyri skúlan á Fossánesi.

Tá nýggja bygdaráðið tók við í januar 2009 varð beinanvegin stungið út í kortið, at nú skuldi gongd veruliga koma á arbeiðið við dagstovninum.

Ein bólkur við umboði frá kommununi, einum arkitekti og einum námsfrøðingi varð settur at lýsa tørvin og meta um stødd og annað sum er relevant. Síðani settu tey seg í samband við Palla Gregoriussen, sum hevur teknað stovnin. - Her hava vit havt námsfrøðingar og tekniskan ráðgeva inni í myndini, soleiðis at vit fáa ein stovn sum hóskar til okkara tørv, vísir Irdi á.

Dagstovnurin verður góðar 800 fermetrar stórur og kann rúma umleið 50 børnum í vøggustovu og barnagarðsaldri, umframt 20 børnum í frítíðarskúlaaldri, t.v.s. úr 1. til 3. flokk. Í sniði líkist hann nógv barnagarðinum á Hamrinum á Argjum, sum Palli eisini teknaði.

Í skrivandi løtu verður økið við dagstovnin planerað. Tilboðini uppá sjálva byggingina eru upplatin og kannað, og næsta stig er at ein sáttmáli verður undirskrivaður millum kommununa og byggiharran.

- Ætlanin er at nýggi dagstovnurin á Fossánesi skal standa klárur um hálvtannað ár, greiðir Irdi íðin frá. 






Eiga øki

Tey seinnu árini er eitt rættiliga stórt tal av nýggjum sethúsum bygt í kommununi.

Serliga í sunnara parti av Hvannasundi og norðanfyri byrgingina í Norðdepli er nógv bygt.

- Onkur umsókn liggur haraftrat inni um at fáa byggiloyvi í kommununi og kommunan eigur fleiri grundøki tøk, vísir Irdi Jacobsen á.