Hetta verður eitt risastórt framstig fyri sjúklingar í Suðuroy. Tað sigur Ronnie Midjord stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Og samstundis er eitt fleiri ára gamalt ynski hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi, gingið á møti. Nú fær Suðuroyar Sjúkrahús nevniliga ein CT skannara, sum tey hava ynskt sær leingi. Skannarin er bílagdur og er á veg til Føroyar og Ronnie Midjord sigur, at tá ið februar mánaði er hálvrunnin, er hann settur til og er farin at virka.
Skannarin kostar tríggjar milliónir krónur, og kemur at fáa avgerandi týdning fyri sjúklingar í Suðuroy. Ronnie Midjord sigur, at Suðuroyar Sjúkrahús sendir yvir 200 sjúklingar á Landssjúkrahúsið um ári til CT skanningar. Í summum førum meta læknarnir eisini, at tað er bráðneyðugt at at fáa eini sjúkugreining sum skjótast, og sostatt mugu sjúklingar sendast til Havnar við tyrlu, viðhvørt í ringum veðri.
– Skannarin, vit nú fáa, nøktar 90 prosent av øllum skanningum, vit hava tørv á at gera. Og allir hesir sjúklingarnir sleppa nú undan at verða sendir til Havnar, tí hereftir kunnu teir skannast á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur stjórin.
Suðuroyar Sjúkrahús hevur ikki serútbúgvin starvsfólk til at skanna fólk. Men skannarin er útgjørdur soleiðis, at tað ber til at arbeiða við honum av røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, og læknar á Landssjúkrahúsinum kunnu eisini lesa myndirnar.
Tað er hetta, ið verður nevnt telemedisin og Ronnie Midjord sigur, at nú eru tey í ferð við at skipa samstarvið við Landssjúkrahúsið um skannaran.