Eitt ræðuligt fantilsi

Brennistøðin hjá IRF kemur heilt í neyð, verður ILA sjúka staðfest í Oyndarfirði. Tey verða ikki liðug at brenna fiskin, sum varð tikin á Fuglafirði í fjør, fyrr enn í august, so tað, sum nú kemur aftrat, má bara aftur um í bíðirøðini

 

Fiskasjúka

Fiskur, sum raktur verður av ILA sjúku, skal takast og brennast. Tað er eingin annar møguleiki, sigur landsdjóralæknin.

Men í Føroyum hava vit ikki møguleika fyri at brenna hendan fiskin soleiðis í bræði. Fiskurin, sum tikin varð á Fulgafirði í fjør, er ikki allur fyribeindur enn. Tað verður ikki fyrr enn í august, at IRF er komið ígjøgnum ta nøgdina. Og tá stendur so væntandi aftur ein stórur dungi og bíðar.

Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF, sigur, at tað er ikki tí, at ikki er víst á hesa vanlukkuna, sum nú er við at henda.

-Hetta er eitt forferdiligt fantilsi. Vit hava vitað leingi, at hetta fór at henda fyrr ella seinni, og hava gjørt vart við tað. Men tað hevur ikki verið áhugi hjá landsstýrinum at fíggja eina skipan, sum kann forkoma hesum burturkastinum.


Skal brennast

Fiskur, sum tikin verður á hendan hátt, skal brennast, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Tað er eingin annar møguleiki.

Men tann møguleikin er ikki nøktandi í Føroyum, tí orkan er ov lítil her. Brennistøðirnar eru ov smáar.

Men við nýggju EU avtaluni, er latið upp fyri, at slíkt burturkast kann flytast út til onkran, sum hevur kapasitet til at brenna.

Tað hava norðmenn, sigur landsdjóralæknin. Men nokk so avgerandi er, um teir vilja hava hendan fiskin úr Føroyum. Siga teir nei til at taka í móti honum, fáa vit einki gjørt.

Brennistøðin í Leirvík klárar bara eitt tons um samdøgurði, tí hetta er burturkast við so ringum brennivirði, at ikki ber til bara at fylla í ovnin, uttan at køva hann.

Eftir stendur so, at burturkastið skal goymast onkrastaðni, til tað eigur tørn at sleppa í ovnin í Leirvík.


Trupult og dýrt

Tað kann gerast sera trupult og sera dýrt at sleppa av við tiknan fisk upp á hendan mátan, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF.

Í fyrsta lagi skulu tangar leigast at koyra slógvið í. Síðan skal pláss finnast at seta teir á, til teir kunnu tømast aftur.

Men tað er helst ikki bara sum at siga tað, at fáa hendur á slíkum tangum. Teir seinastu frá Fuglafjarðartøkuni standa enn, og teir, sum eftir koma, skulu so bara upp í røðina aftanfyri.

Poul Andrias Joensen, stjóri á IRF sigur, at hann hevur víst á, at ein vandi, sum kann standast av at hava hesar tangarnar standandi har í áravís, er gassspreinging. Fer hesin lorturin at gera, so ikki verður pláss í tangunum, og teir fara í luftina, verður ein heilt stór umhvørvisvanlukka burturúr, vísir hann á.

Ein annar spurningur verður so, hvussu lætt tað verður at fáa hendur á slikum tangum. Tí tað er ikki vist, at tað ber til at fáa tangar, sum eigarin vil hava bundnar í so langa tíð, sum væntast kann her. Og tað kostar øgiligar pengar fyri tann, sum skal leiga hesar tangarnar, vísir hann á. Tað verður so alifelagið, sum fer at standa við hesi rokningini.


Arbeiða við loysn

Fiskur hevur so mikið nógva vætu í sær, at hann brennir ikki líka væl, sum nógv annað burturkast. Tí verður roynt at turka tikna fiskin og síðan at brenna han.

Um tað hevði borið til, sigur Poul Andrias Joensen, hevði verið rættiliga nógv skjótari at beint hetta slógvið burtur. Samstundis skal tó finnast ein loysn at sleppa av við ta vætuna, sum kemur frá slógnum, sum turkað verður. Hon skal á einhvønn hátt sóttreinsast.

Men her er trupulleikin pengar. Tað kostar nógv at seta slíkar ætlanir í verk, og IRF er ikki ein fyritøka, sum selur eina framleiðslu, og soleiðis kann fáa inntøkur tann vegin. Skal IRF sjálvt standa fyri slíkum loysnum, verður tað brúkarin, sum sleppur at gjalda, og tað heldur stjórin hvørki vera rætt ella rímiligt.

Men sum er, er støðan tann, at landsstýrið ikki tykist vera sinnað at seta pengar til í eini slíkari ætlan, sigur stjórin á IRF.