er ógvuliga stórur á, hvussu fangar eru fyri har og so í Føroyum. ? Um ein maður hevur gjørt nakað galið, so skal hann sjálvandi revsast. Tað er ongin ivi um tað. Men í Føroyum í mun til Danmark ella útlond [...] , sigur Jógvan og fortelur um tá hann fyrst kom inn í arrestina í summar. Tá lá hann niðri í einum kliva har sólin skein beint inn um dagin. Inni í klivanum gjørdist so heitt, at hann sovnaði um dagin [...] ósunt at vera inni í arrestini í ov langa tíð. Dagligdagurin endar í einum vavgreyti. Tú gerst dovin, tí tað ger tað sama, hvat tú gert, tí tú hevur onki at fara upp til. Fangar kunnu sita í arrestini upp til
var í 1988. Tá fekk HB handað gullmerkini og FM steypið, meðan tvørámenn stóðu og hugdu at í Gundadali. Teir vóru greiðir yvir, at teir í 1989 skuldu spæla í 2. deild. Aftur í 1996 vóru tvørámenn í somu [...] millión frá UEFA fyri at luttaka í Europa Cup. Steypavinnararnir eiga pláss í UEFA Cup. Tað plássið hevur NSÍ tryggjað sær. Næstfremsta liðið sleppur eisini upp í part í UEFA Cup. Í løtuni er KÍ besta boðið upp [...] tað harmuligt, at oddaliðið ikki í trimum teimum seinastu umførunum verður partur í toppuppgerðum. Í hondbóltinum verður lagt soleiðis til rættis, at tey fýra liðini, sum í undanfarna kappingarári endaðu
góð og í Føroyum, veit eingin. Tað er undarligt, heldur hann. Jens Kjeld sigur, at nátin setti búgv í Íslandi nógv fyrr enn í Føroyum, men í Íslandi hevur hann bert í lítlan mun verið gagnnýttur. - Í flest [...] so tað, at náti krevur nógv salt, skal hann ikki vera vamlisligur. Úr grýtuni í ovnin Í mong ár stokti fáur nátunga; alt fór í salt, og har kundi fuglurin goymast leingi. Tá ið kókast skuldi, varð fuglurin [...] fór í grýtuna. Nú munnu tey flestu steikja nátungan, men skilagott er kortini at leggja hann í salt ella saltlaka einar tveir dagar, áðrenn hann fer í ovnin. Hetta ger, at fuglurin verður fastari í kjøtinum
nógvum. Lítið grunaði eg um hesa uppgávuna í dag, tá ið eg stóð við einum stampi í einum egningarskúri í Saltangará herfyri. Telefonin ringdi; tað var Charles Jacobsen í hinum endanum sum spurdi, um tað var [...] var gjørligt at fáa havnanevndina í kommununi at taka brúnna í bátahylinum alment í nýtslu við at rógva inn í hylin og leggja at. Samstundis nevndi hann okkurt um eina mikrofon, og um eg møguliga kundi siga [...] bátur fekk 10 fuglar á Tangafirði í gjár!? Jú, undanførslurnar kunnu vera óteljandi, tá hond skal takast í okkurt heima, men hugurin stendur til sjógvin. Stoltleikin bylgist Í skemtiliga lagnum, helt Kári fram:
helviti. Nú eri eg næstan ferðabúgvin, havi grýtt alt inni í bilin og mat til fleiri dagar. Skal úr túninum í Ovarugøtu 1 Inni á Gøtu í Hoyvík og í grind í Funningsfirði, ein grind, sum allarhelst hevur langt [...] meðan hetta verður skrivað liggur fyrsta kókið í pottinum. Í kvøld skal alt gloymast um heilsu og linju, í kvøld skal etast, til vit fara upp at ristast, í kvøld verður veisla við Várharrrasa grind og snyki [...] hann ikki í feitt seinast. Ein deiligur ongul, smíðaður av Klæmint í Billustovu í Smiðjuni í Oyndarfirð, meðan eg sum 12 ára gamal eygleiddi hendan gamla smið og gekk honum til handar. Hvussu langt mann
og fimm ára gomlu Lindu. Í summarfrítíðini í fjør fóru tey eina dreymaferð til Disneyland í Fraklandi. Á veg heim aftur steðgaðu tey í nakrar dagar í Danmark. Meðan tey vóru í Danmark var Erik so óheppin [...] alt lat til at vera í lagi. Men 20. august byrjaði drongurin at gremja seg um pínu í beinunum og í høvdinum. Hann hevði nakað av fepuri, so tey gjørdu av at fara inn til kommunulæknan í Fuglafirði. Hann loysti [...] so tað rungar eftir í. Tí í tí fyrra svarinum, sum vit fingu frá teimum, søgdu tey, at tað var ikki mett, at standa skaði av, at ein 8 ára gamal drongur var einsamallur í heiminum í 5 ? 6 tímar, meðan Katy
frá um flogferðsluna í juli: Eftir at ferðafólkatalið um Vága Floghavn vaks við 12,1% í juli 2000 og aftur við 12,0% í juli 2001 er afturgongdin í juli í ár 7,5%. Í juli mánaða ferðaðust 23.872 fólk um [...] tær bestu mánaðirnir hjá ferðavinnuni í Føroyum. Hann sigur, at teir hava lagt til merkis, at tað í vár og í heyst eru komin fleiri fólk til landið við egnum bilum ? í mun til mest skúlaflokkar og líknandi [...] teimum gomlu tølunum aftur. Í juli mánað vóru enntá fleiri á gátt hjá okkum, enn tað vóru í 2000. Minni í juli Johannes Jensen er stjóri á Hotel Føroyum, sum er tað størsta hotellið í Føroyum. Hann letur sum
FERÐSLA Ein hugnalig útferð út á molan í góðveðrinum í mai í 1990, endaði í sorgarleiki. Á veg heim frá hátíðarhaldi, sum var á molanum og í býnum í Havn í sambandi við, at 50 ár vóru liðin síðani krígslok [...] fødd og uppvaksin í Klaksvík, og er triðelst av átta systkjum. Bæði foreldrini doyðu í ferðsluvanlukku í 1971 í bestu árum, mamman var 35 ára gomul og pápin 38 ár. Ein eldri beiggi var við í bilinum og yvirlivdi [...] at uttan mun til, hvussu nógvar og hvussu neyvar reglar, vit hava, mugu vit vaksin ansa væl eftir børnunum í ferðsluni. At ansa væl eftir mær sjálvari, hevur altíð ligið frammalaga í mínum hugaheimi, kanska
av sínum eintingum farið í holt við at gera uppskot um ein føroyskan ferðslupolitikk. Stovnar og myndugleikar, ið hava við ferðslu og samferðslu í Føroyum at gera, verða hoyrd í sambandi við hetta arbeiðið [...] skriva, lýsir ferðsluviðurskiftini í Føroyum og hevur uppskot um ábøtur. Í álitinum eru eisini uppskot um raðfesting av teimum tiltøkum, sum mælt verða til at seta í verk, og hvat er mest neyðugt og skilabest [...] skilabest at gera. - Álitið er í samsvari við nullhugsjónina, hvørs endamál er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsluni. Tað eru fimm viðurskifti, vit kunnu ávirka: bilurin, vegurin
farið at ganga so væl hjá tykkum nú? ? Vit fóru at venja í januar, og vit fóru í bátin í apríl. Síðani tá hava vit verið teir somu, og vit sita í somu plássunum, sum vit hava gjørt alla tíðina. Hvat er [...] at liggja í miðjuni, so tá verður tað torført, heldur Jóan Pauli Jensen Vóna tit framvegis, at tað skal eydnast tykkum at vinna FM heitið? ? Tað verður sera torført, tí vit hava mist so nógv stig í tveimum [...] kappingunum. Men vit taka ein róður í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í samantalda úrslitinum. Um vit skulu verða bestir, so skulu teir, sum í tveimum teimum fyrstu kappingunum vunnu