Sílið burtur úr ongum og á fyrsta plássið

Havnardreingirnir hava lagt taktikkin eitt sindur øðrvísi. Teir vilja ikki siga, hvat tað er, men hesa ferð hilnaðist tað sera væl

5-MANNAFØR DREINGIR

Teir hava gjørt eitt orduligt lop síðstu vikuna. Tað eru havnardreingirnar umborð á Sílinum, sum tað verður sipað til. Á Skálafjørðinum næstsíðsta leygardag vórðu teir kolldømdir. Teir komu næstfyrstir á mál, men teir fingu einki stig. Undir róðrinum fingu teir tvey gul kort, og harvið fingu teir reytt kort og vórðu sjúgvaðir úr kappingini. Tað var ein orduligur frammaná.
Í síðstu viku nevndu vit, at teir umborð á Sílinum fingu annað gula kortið fyri mistak í startinum og seinna kortið fyri at hava stýrt skeivt. Tað var tað, sum okkum var upplýst. Men hetta var ikki heilt rætt. Sílið fekk á Skálafjørðinum tvey gul kort fyri at stýra skeivt.
? Vit mugu bara staðfesta, at ta ferðina var okkara avrik ikki nóg gott, sjálvt um vit í sjálvum róðrinum vóru frammarlaga. Í síðstu viku vandu vit nógv fyri at fáa stýringina í ordan, og tíbetur eydnaðist tað væl.
Tað er bátsformaðurin umborð á Sílinum, sum vit práta við. Hann eitur Jóan Pauli Jensen. Hann er fimtan ára gamal, og hann er yngsti maður umborð á Sílinum. Hinir eru allir 16 og 17 ára gamlir. Saman við bátsformanninum eru tað tríggir aðrir umborð á Sílinum, sum ikki hava róð kapp áður. Við kiksaranum á Skálafjørðinum og lítlu royndunum í huga er einki at siga til, at teir umborð á Sílinum vóru væl nøgdir eftir sigurin í Hósvík, sum teir siga kom óvart á teir:
? Bæði undir venjing og eisini á Skálafjørðinum hildu vit, at báturin gekk væl, men tað var ikki fyrrenn hesa ferð, at vit rættuliga fingu úrslit burturúr.
Vóru tit greiðir yvir, tá tit komu á mál, at tit høvdu vunnið?
? Nei, tað vóru vit ikki. Vit roknaðu við, at vit vóru endaðir á øðrum plássi. Róðursmaðurin hjá okkum helt, at Blikur var frammanfyri okkum. Tí var tað uppaftur hugaligari, tá vit fingu at vita, at vit høvdu vunnið. Tað var fantastiska stuttligt, sigur bátsformaðurin umborð á Sílinum.
Hava tit skift fólk, síðani tað er farið at ganga so væl hjá tykkum nú?
? Vit fóru at venja í januar, og vit fóru í bátin í apríl. Síðani tá hava vit verið teir somu, og vit sita í somu plássunum, sum vit hava gjørt alla tíðina.
Hvat er tað so, sum hevur havt við sær, at tit nú vunnu?
? Eg haldi, at vit hava róð væl alla tíðina. Hesa ferð gekk tað, sum vit alla tíðina hava vilja, at tað skuldi ganga. Av tí at vit onga plasering fingu á Skálafjørðinum, so lógu vit uttast ella norðastir í Hósvík. Bestu bátarnir liggja í miðjuni. Tað kann hugsast, at hinir hava ikki orduliga roknað við okkum. Men tað fara teir heilt víst at gera næstu ferð, tí tá verða tað vit, sum fara at liggja í miðjuni, so tá verður tað torført, heldur Jóan Pauli Jensen
Vóna tit framvegis, at tað skal eydnast tykkum at vinna FM heitið?
? Tað verður sera torført, tí vit hava mist so nógv stig í tveimum teimum fyrstu kappingunum. Men vit taka ein róður í senn, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í samantalda úrslitinum. Um vit skulu verða bestir, so skulu teir, sum í tveimum teimum fyrstu kappingunum vunnu og vóru frammarlaga, ikki fáa so góð úrslit. Vit kunnu gera okkara besta, men vit eru ikki harrar yvir, hvussu tað hilnast hjá hinum bátunum, sum vit kappast við. Men tað verður sera spennandi, heldur bátsformaðurin á Sílinum.

Fípan misti
Í tveimum teimum fyrstu FM róðrunum vóru tað dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum vunnu. Hesa ferð megnaðu teir ikki meiri enn fjórða plássið. Serliga í startinum hilnaðist tað illa hjá klaksvíks dreingjum. Teir duttu beinanvegin aftur á fimta ella sætta plássið. So fingu teir takið og vunnu seg samt og javnt fram á triðja plássið, men tað mundi hava ov nógva orkunýtslu við sær, tí í endaspurtinum datt Fípan Fagra aftur á fjórða plássið.
Argjadreingir umborð á Bliki vóru leingi rættuliga væl við í kappingini um fremsta plássið. Tá bátarnir komu inn ímóti málinum, tóktist tað sum um, at Blikur var fremstur, men sambært mál upptøkunum var Sílið 4/25 partar av einum sekundi frammanfyri Blik.
Havfrúgvin og Tjaldrið hava undanfarnu árini staðið seg eina best í dreingjakappingini. Í ár hevur ikki hilnast so væl, men á Sundalagsstevnuni vóru ábendingar um, at hesir báðir bátarnir fara at vera við í kappingini í seinnu helvt av róðrarárinum. Havfrúgvin gjørdist nummar trý, men munurin fram til Blik var ein bátslongd. Tjaldrið endaði á fimta plássi, og Drekin, sum tóktist vera væl við á fyrsta teininum, endaði á sætta plássinum.