Mist foreldrini og sonin í ferðsluvanlukku

- Hevur tú ongantíð mist nakran av tínum næstu, er ringt at ímynda tær nakað so ræðuligt sum at missa foreldur og barn. Tá ið tú missur títt egna barn, missur tú ein part av tær sjálvari. Eg havi mist so nógv, og tað ger, at eg virðismeti tað ógvuliga høgt, sum eg havi og eri meiri eyðmjúk, sigur Wanja Petersen í Havn.
<DPTAB>    Sum fimtan ára gomul misti hon bæði foreldrini í eini ferðsluvanlukku, og fyri tólv árum síðani misti hon trý ára gamlan sonin, eisini í eini ferðsluvanlukku

FERÐSLA

Ein hugnalig útferð út á molan í góðveðrinum í mai í 1990, endaði í sorgarleiki. Á veg heim frá hátíðarhaldi, sum var á molanum og í býnum í Havn í sambandi við, at 50 ár vóru liðin síðani krígslok, gingu Wanja Petersen og børnini, Marin, ið var knapt ársgomul og Árni, sum var trý ár, eftir Landavegnum. At ganga eftir Landavegnum á veg heim út Undir Fjallið var ikki upprunaliga ætlað, men ein eldri starvsfelagi, sum Wanja møtti í Keypsamtøkuni, beyð teimum heim ein túr. Avtalað varð, at Wanja og børnini skuldu ganga út á Landavegin, og bíða har, til ørindini hjá hesi kvinnuni vóru liðug.
- Vit gingu út eftir, og eg minnist, at vit møttu einum brekaðum manni. Hann segði við meg upp í saman, at eg átti øgiliga fitt børn. Jú, eg veit, hugsaði eg við mær sjálvari, men tær nýtist ikki at siga tað alla tíðina. Klokkan gekk og nú helt eg, at eg kundi ikki bíða longri og gjørdi tí av at fara heim við børnunum. Vit fóru so avstað, og av tí, at eingin gongubreyt var, gjørdi eg av, at vit skuldu yvir um vegin, har gongubreyt var. Eg hugdi væl eftir og sá ongan bil. Marin sat framvegis í klappvogni og Árni gekk við síðuna av. Tá ið eg var komin hálva leið út á vegin, sá eg ein bil koma og eg skundaði mær yvirum. Tað gekk so skjótt fyri seg, at eg fekk ikki tíð at hála Árna við mær. Setti klappvognin frá mær, og so stóð eg og bíðaði eftir, at Árni varð yvirkoyrdur. Eg visti, at hann bleiv yvirkoyrdur. Eitt suff kom frá honum og so lá hann har, greiðir Wanja Petersen frá.
Bilførarin, sum rendi á Árna, ringdi beinanvegin eftir sjúkrabili og løgreglu. Okkurt varð lagt á Árna, so hann ikki skuldi verða kaldur. Ein kona í grannalagnum tók sær av lítlu dóttrini hjá Wanju, og fekk hana heim til pápan og eldru systrina, sum var 14 ár tá.
- Eg minnist, at eg bað hesa konuna taka sær av unga manninum, sum koyrdi bilin. Sum menniskja eri eg logisk, men tað hevur ivaleyst eisini nakað at gera við tær royndir eg havi av lívinum, at eg í somu løtu eisini hevði umhugsni fyri unga bilføraranum, sigur Wanja Petersen.
Lítli Árni varð koyrdur út á Landssjúkrahúsið og varð lagdur í respirator.
- Eg var í somu løtu, sum hann varð yvirkoyrdur, klár yvir, at vit høvdu mist hann. Av tí, at eg hevði upplivað tað áður, fataði eg eisini henda veruleika beinanvegin.
Árni kom ongantíð til vit aftur, og eftir nakrar dagar var respiratorin sløktur.
- Tá ið Árni kom heim av sjúkrahúsinum, løgdu vit hann í hansara egnu song ílatin hansara egnu klæði og songjarklæði inn í stovuna. Familja, vinir, kenningar og grannar komu innar og sóu hann. Eisini fólk úr býlingshúsinum Undir Fjalli, har Árni gekk, komu á vitjan. Hann hevði ikki fingið sjónligar skaðar, og sá tí út sum hann svav.

Skuldarkenslu
Ungi maðurin, sum koyrdi á Árna, hevði ongan møguleika at síggja Wanju og børnini, tá ið tey fóru yvir um vegin.
- Honum er einki at brigsla. Eg kundi eins væl verið í hansara stað. Hetta er ein ræðulig støða at koma í, sigur Wanja Petersen, sum beint eftir vanlukkuna og síðani hevur havt samband við bilføraran.
Men sær sjálvari hevur Wanja brigslað.
- Sjálvsagt havi eg havt skuldarkenslu. Ein grannadrongur, sum Árni plagdi at spæla við, spurdi meg fleiri ferðir beint eftir vanlukkuna, hví eg ikki ansaði betur eftir Árna, tá ið vit fóru yvir um vegin. Eg svaraði honum, at eg tíverri ikki hevði leitt hann yvirum. Eftir eina tíð mátti eg ásanna við mær sjálvari, at skuldarkensluna kundi eg ikki brúka til nakað. Lati eg hana skugga yvir alt, alt sum eg havi og eigi, endar galið. Eg eri ógvuliga takksom fyri, at eg fekk Árna og tey árini, vit høvdu hann okkara millum, tí hann gav okkum so ótrúliga nógv. Hann var so gløggur og skilagóður. Dugdi so væl at tosa og var so opin. Eg eri trúgvandi, so eg eri sannførd um, at vit hava ikki sagt endaligt farvæl. Árni er framvegis ein stórur partur av okkum, og tað gongur ikki ein dagur, uttan at eg hugsi um hann.
- Við eldru dóttrina mátti eg siga, at vit kundu ikki annað enn minnast alt tað góða, vit høvdu havt saman. Hvussu hon hevur syrgt og følt saknin, eri eg ikki før fyri at úttala meg um. Yngra dótturin minnist hann sjálvsagt ikki, men hon tosar um hann, sum vit onnur, og ivaleyst saknar hon hann líka so nógv sum vit. Ikki minst at hava eitt javnaldrandi systkin.
Wanja gekk heima hjá børnunum um hetta mundið, vanlukkan hendi. Hon hevði ætlað at verða av arbeiðsmarknaðinum í eini fimm ár og burturav vera um børnini.
- Eg helt, at eg hevði fingið alt, eg kundi ynskja mær, nú eg átti tvær døtur og ein son. Havi altíð ynskt mær nógv børn, tí sjálv havi eg havt so stóra gleði av at eiga nógv systkin. Minnist, at eg mangan sat og eygleiddi børnini, tá ið tey sótu til borðs, tí eg helt meg vera so ríka. Eg hevði eina trúgvandi vermóðir. Hon var so gløgg, sum nógv fólk á bygd eru, ið liva so nær at lívinum. Hon plagdi at siga við meg, at børnini vóru ein gáva, eitt lán. Tí eg kendi til at missa, havi eg ongantíð tikið tey sum eina sjálvfylgju, men virðismett tey ógvuliga høgt.

Stór ábyrgd
Fyri ikki so langari tíð síðani fingu Wanja og maðurin sær bil. Tey hava ikki havt bil áður.
- Tað er stórt frælsi at hava bil, men samstundis ein ógvuliga stór ábyrgd. Børn eru so spontan, at uttan mun til, hvussu nógvar og hvussu neyvar reglar, vit hava, mugu vit vaksin ansa væl eftir børnunum í ferðsluni. At ansa væl eftir mær sjálvari, hevur altíð ligið frammalaga í mínum hugaheimi, kanska tí eg fekk at kenna ábyrgd so tíðliga. Tað óvæntaða kann henda.
Sum sjúkrasystir í nógv ár, í eina tíð eisini á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, hevur Wanja Petersen verið um nógvar sjúklingar, ikki minst smábørn og fleiri teirra eru deyð.
- Besta hjálpin, tú kanst veita foreldrum, sum hava ógvuliga sjúk børn og sum missa børn, er umsorgan. Hjálpin, eg fekk, tá ið Árni doyði, var frá mínum starvsfeløgum og næstu, sum altíð eru til reiðar, tá ið nakað er. Eg havi einki ímóti kreppuhjálp, sálarfrøðingum og alskyns lesnaði um sorg og kreppu, men hetta skal takast við fyrivarni, tí eingin bók ella menniskja kann liva títt lív ella bera tínar sorgir. Tað ber ikki til at seta tína sorg og títt sorgarbeiði uppá ein slíkan hátt, sum hesar bøkurnar gera. Hesin lesnaðurin kann takast sum vegleiðandi. Tú mennist og búnast í eini natúrligari gongd, ikki eftir eini tíðarætlan, sum sálarfrøðingar áseta.
- Várharra hevur verið mær ein góð hjálp, hann hevur onga viðtalutíð, eg kann altíð heita á hann og tosa við hann. Skalt tú greiða einum sálarfrøðingi frá tíni sorg, skalt tú fyrst hava eina tíð. So skalt tú klæða teg sjálvan úr kensluliga innan avtalaða tíð, men spurningurin er um tað ber til at klæða teg í áðrenn viðtalutíðin er úti. Sálarfrøðingar gera uttan iva eitt stórt arbeiði við orkuni, teir hava, men tað er lættari at brúka tíni næstu, sum altíð eru har.

Aðra lívsáskoðan
Wanja Petersen er fødd og uppvaksin í Klaksvík, og er triðelst av átta systkjum. Bæði foreldrini doyðu í ferðsluvanlukku í 1971 í bestu árum, mamman var 35 ára gomul og pápin 38 ár. Ein eldri beiggi var við í bilinum og yvirlivdi. Wanja var tá fimtan ára gomul og yngsta systkinið ársgamalt. Omman og abbin høvdu øll børnini í eitt ár eftir vanlukkuna, síðani tók ein mostur yvir, og tvær systrar, sum búðu í Danmark, tóku hvør sítt lítið systkin til sín.
- At missa bæði foreldrini so ung, hevur givið mær eina heilt aðra lívsáskoðan, enn eg annars hevði fingið. Deyðin er ein stórur partur av lívinum, sum fólk í dag royna at seta til viks. Hann er fluttur út á sjúkrahúsið fyri ein part. Deyðin er ein ógvuliga eymur partur og tekur tú ikki lut í honum, missur tú nakað, sum tú ongantíð fært aftur. Mær dámar væl, at foreldur og systkin eru nógv um síni børn, ið liggja ógvuliga sjúk og tey, sum doyggja. Verforeldur mín búðu hjá okkum og doyðu út frá okkara heimi, og tað er púra natúrligt í okkara familju.
Er tað altíð lætt at góðtaka veruleikan og sláa seg til tols við so stóran miss?
- So leingi tú ikki ert klár at sodna ein miss, fortreingir tú hann. Ár ganga, áðrenn tú klárar at sodna tað, sum tú hevur mist og til tú klárar at liva víðari. Eingin vil missa. Tá ið tú missur títt egna barn, missur tú ein part av tær sjálvari. Eg havi mist so nógv, og tað ger, at eg virðismeti tað ógvuliga høgt, sum eg havi og eri meiri eyðmjúk. Tað er altíð ein glotti í øllum myrkrinum. Einki er so tungt, at tú ikki fært borið tað, men tú klárar tað ikki einsamøll.
- Eg føli meg ríka, jú eldri eg verði, ríkari føli eg meg. Materiell virði siga mær einki afturímóti, men í lívinum eru nógv stór virði, og tí ræður um at fáa so nógv burtur úr lívinum, sum til ber. Tað er ógvuliga ringt hjá teimum, sum ongan hava mist, at ímynda sær nakað so ræðuligt sum at missa foreldur ella børn. Vit vita øll, at dagarnir eru taldir. Hevði eg ikki verið trúgvandi, veit eg ikki, hvussu avklárað eg hevði verið, men sjálvsagt hava tungar løtur verið av og á. Men hóast eg havi mist so nógv, vil eg siga, at tað er verri at síggja fólk sjálvboðið forfarast. Ein hjálparleys støða, sum hóast tú við snildi roynir og hevur viljan at hjálpa, einki fært gjørt.
Wanja og maðurin hava sum skilst eina stóra familju, og familjutilknýtið er sterkt og tætt.
- Vit systkin hava altíð verið nógv saman. Tilknýtið hevur altíð verið ógvuliga sterkt, tað er tað framvegis, og hendir eitthvørt eru systkini har beinanvegin.
- Í okkara barnaheim komu altíð nógv inn, systkin hjá mínum foreldrum og onnur, og tá ið mamma og pápi vóru burtur, var onkur í familjuni um okkum systkin. Í mínum hugaheimi er tað sjálvsagt, at familjulimir leita til okkara í Havn, tá ið tey hava brúk fyri innivisti ella øðrum. Sum familja eigur tú at liva sum ein familja og hava umsorgan fyri hvør øðrum, sigur Wanja Petersen at enda í viðtali.


SITAT
Tá Wanja skal greiða fólki frá sorgini og sakninum, siterar hon grønlendska veiðimannin, Igjugarjuk, sum sigur: ? Al sand visdom findes kun fjernt fra menneskene, ude i den store ensomhed og kan kun nås gennem lidelser. Savn og lidelser er det eneste, som kan åbne et menneskes sind fra det, der er skult for andre?.