Uttan ferðslupolitikk, ræður tilvildin

- Føroyar eru ringast fyri av Norðurlondum, tá ið talan er um deyð og skadd í ferðsluni. Fáa vit ein orðaðan ferðslupolitikk, er møguleiki fyri at nógv viðurskifti kunnu verða bøtt, og vit kunnu av álvara arbeiða fram ímóti, at eingin verður dripin og ella fær skaða í ferðsluni, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd

FERÐSLA

Ein langtíðar ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar hevur leingi staðið ovast á ynskilistanum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Hóast fleiri áheitanir á myndugleikar og umbønir til politikarar ígjøgnum fleiri ár, er ein slík ætlan ikki orðað enn. Hetta hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd ikki hug at sláa seg til tols við og er tí av sínum eintingum farið í holt við at gera uppskot um ein føroyskan ferðslupolitikk. Stovnar og myndugleikar, ið hava við ferðslu og samferðslu í Føroyum at gera, verða hoyrd í sambandi við hetta arbeiðið, fyri at álitið skal verða so fullfíggjað, sum til ber. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og miðað verður eftir at leggja tað fyri ein eykaráðsfund hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinni í ár. Síðani er ætlanin, at álitið verður handað myndugleikum og politikarum, og almenningurin verður kunnaður. Ráðið fyri Ferðslutrygd vónar, at landsins politisku myndugleikar taka væl ímóti uppskotinum, so væl, at tað kann liggja til grund fyri einum aðalorðaskifti í løgtinginum.
- Endamálið hjá okkum er at fáa ein orðaðan ferðslutrygdarpolitikk. Áðrenn vit fáa ein slíkan, ber illa til at seta nøkur mál. Sum er leita vit okkum mangan fram í blindum. Sum dømi kann verða nevnt, at hvørja ferð ein álvarslig ferðsluvanlukka hendir, er alt á gosi, øll skelkað og kjakið gongur heitt í einar tvær vikur. So er alt gloymt aftur. Mangan er hetta kjakið ov nógv merkt av kenslum, og vandin fyri at skeivar niðurstøður verða gjørdar, er stórur. Hava vit harafturímóti ein væl umhugsaðan ferðslutrygdarpolitikk, er møguleiki fyri at vit halda okkum á einari skilagóðari kós, og at kjakið fyriheldur seg til niðurstøður, sum eru grundaðar á hagtøl og óheftar fakligar metingar. Ein orðaður ferðslutrygdarpolitikkur skal hinvegin ikki vera meira fastlagdur enn so, enn at tað ber til at koma til nýggjar niðurstøður, um nýggj vitan kemur fram ella at fyritreytirnar broytast, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Ikki áhugavert evni
Hví tað ikki hevur eins stóran áhuga og skund millum politikarar og politisku fyrisitingina at fáa ein orðaðan ferðslupolitikk, sum at fáa orðað politikk fyri onnur øki í samfelagnum, sigur Jón Kragesteen, at tað helst lutvíst hevur nakað at gera við, at umsitingin ikki er so stór og lutvíst, at so nógv onnur mál troka á.
- Hóast allar orsøkir skuldu verið til tað, vísa ferðsla og ferðslutrygd seg ikki at vera eitt heitt politiskt evni, sum upptekur politikarar. Tað er ikki nóg áhugavert at brúka í einum valstríði eitt nú. Uppgávan hjá Ráðnum er tí at sannføra politikarar og myndugleikar um, hvussu umráðandi tað er at fáa ein ferðslupolitikk.
Og ikki kann sigast annað enn, at tølini tala fyri seg: seinastu tíggju árini eru 39 føroyingar deyðir í ferðsluni, og mett verður, at einir 1000 hava fingið skaða, og av hesum um 100, sum hava fingið varðandi mein. Í veruleikanum er talan um ein sera stóran miss fyri samfelagið. Verður altjóða framferðarháttur nýttur til at rokna út, hvussu stórur missurin er, koma vit fram til stór tøl, nevniliga, at ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp hava kostað føroyska samfelagnum hálva aðru milliard seinastu tíggju árini. Men hóast hesi tøl ber illa til at seta talvirði á sorg og sakn hjá teimum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis verða rakt av ferðsluvanlukku.
Ein veruleiki er, at uttan mun til, hvat ið gjørt verður, og hvør ferðslupolitikkur verður førdur, so fara ferðsluvanlukkur og ferðsluóhapp at henda.
- Vit menniskju eru einaferð soleiðis skapt, at vit gera mistøk og tað fara vit í framtíðini eisini at gera. Endamálið við ferðslutrygdararbeiðinum má tí vera, at skipa fyri, at mistøkini ikki hava so álvarsligar avleiðingar við sær, sigur Jón Kragesteen.
- Skal hugburðurin hjá fólki broytast til dømis viðvíkjandi trygdarbelti, má ein ætlan fyriliggja, og tað kann eitt nú vera at leggja størri orku og dent á upplýsing og undirvísing, sigur Jón Kragesteen, sum leggur afturat, at onnur lond, sum hava orðaðan ferðslupolitikk hava betri úrslit at vísa á enn vit og eina betri ferðslutilvitan.
- Føroyar eru saman við Danmark ringast fyri av Norðurlondum, tá ið talan er um deyð og skadd í ferðsluni. Er eingin ferðslupolitikkur, ræður tilvildin. Fáa vit ein orðaðan ferðslupolitikk, er møguleiki fyri, at nógv viðurskifti kunnu verða bøtt, er Jón Kragesteen sannførdur um.

Lýsing og tilmæli
Uppskotið, sum starvsnevndin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur sett sær fyri at evna til, og sum starvsnevndarformaðurin Petur Jacob Sigvardsen og dagligi leiðarin, Jón Kragesteen hava fingið til uppgávu at skriva, lýsir ferðsluviðurskiftini í Føroyum og hevur uppskot um ábøtur. Í álitinum eru eisini uppskot um raðfesting av teimum tiltøkum, sum mælt verða til at seta í verk, og hvat er mest neyðugt og skilabest at gera.
- Álitið er í samsvari við nullhugsjónina, hvørs endamál er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í ferðsluni. Tað eru fimm viðurskifti, vit kunnu ávirka: bilurin, vegurin, lógarverkið, eftirlitið og so sjálvsagt menniskjað. Sum oftast mugu vit inn á fleiri av hesum viðurskiftum samstundis, tá ið tiltøk verða gjørd. Sum dømi um hetta kann verða nevnt, at bilurin var betraður við, at bilbelti vóru sett í hann. Roynt var so at upplýsa um fyrimunirnar við bilbeltinum, men ikki fyrr enn tað við lóg var ásett, at bilbeltið skuldi verða nýtt, fóru fólk at nýta tað. Men ein lóg er ikki nóg mikið, neyðugt er eisini við góðum eftirliti, so her má løgreglan støðugt gera sín part. Harumframt vísa royndirnar, at hóast lóg og eftirlit, er neyðugt áhaldandi at upplýsa um tað neyðuga við bilbeltinum. Øll lond, sum hava sett sum lógarkrav, at bilbelti skal verða nýtt, hava upplivað, at talið á deyðum og álvarsliga skaddum hevur minkað beinanvegin, lógin varð sett i gildi, sigur Jón Kragesteen at enda.