FERÐAVINNA
Summarið er háárstíð hjá ferðavinnuni. Nú tað aftur eru góðar tíðir í Føroyum, sær tað heldur ikki út til, at føroyingar halda seg aftur við at fara út at ferðast. Vit hava ringt eitt sindur runt fyri at taka pulsin.
Hjá Faroe Travel í havn fáast tey nógv við at selja sokallaðar charter-ferðir. Tey umboða feløg sum Tjæreborg og Star Tour. Hetta eru ferðir, har ferðing og uppihald verður selt í einum, og ferðast verður oftani til lond við sól og summar í syðra endanum av Evropa.
Hóast tey hjá Faroe Travel mest fáast við vanliga flogferðaseðlasølu, so fáast tey við heilt fitt av avgreiðslu av tílíkum slag um várið og um summarið.
Dánjal Poulsen, stjóri á Faroe Travel, sigur, at hóast tey ikki gera nógv við statistik, so hava tey lagt til merkis, at áhugin fyri at ferðast er stórur, og charter-ferðirnar hava veruliga vundið upp á seg.
?Áhugin er heilt avgjørt stórur og vaksandi. Í kreppuárunum var millum lítið og einki selt, men síðani tá hevur tað veruliga tikið dyk á seg. Tað vísir seg, at tað er summar og sól, ið fólk sóknast eftir, sigur Dánjal Poulsen.
Sambært Dánjali eru tað støð sum Mallorca og Miðjarahavið, ið eru serliga væl umtókt, og tað tykist ikki sum um, at fólk vilja longur burtur. Hann metir, at tað eru fyri tað nógva tey fólkini, ið áður hava ferðast til Danmarkar, sum leggja leiðina eitt sindur longur suðureftir í ár. Ferðaløgini eru oftast blandað av ymsum bólkum: nógvar barnafamiljur,men eisini nógv pør og yngri ungdómar í smærri bólkum fara avstað, metir Dánjal Poulsen. Hann leggur afturat, at tað fyri tað nógva eru tey meira tilkomnu, ið ferðast á hvørjum árið, men tað kanska snýr seg um annaðhvørt ár ella so hjá yngri fólkum.
?Tey, ið eru von við at ferðast, bíleggja í góðari tíð, og tað er oftani eitt hálvt ár áðrenn fráferðina. Um várið koma so fleiri bíleggingar, og so eru tað altíð nøkur, ið fáa ein spontanan hug at fara at ferðast um summarið, sigur Dánjal Poulsen.
Háarstíð er vanliga í juli og august, og tað merkir so eisini, at prísirnir eru væl dýrari enn kanska tíðliga um heystið og juni mánað. Sambært Dánjal Poulsen hava nøkur eisini fingið eyguni upp fyri at ferðast hesar tíðir.
Sum heild heldur hann ikki, at ferðirnar eru vorðnar dýrari, tí so stór kapping er á økinum. Av tí at ferðing og uppihald eru í einum, so hava charter-ferðirnar hildið eitt rímiligt lágt prísstøði, men tað kostar framvegis heitl fitt, um familjan skal eina ella tvær vikur til Mallorca at liggja undir pálmum og nýta sólina.
Sesongin longd
Eisini hugurin at ferðast til Føroya tykist at vera vaksandi. Per Hansen á Ferðaráð Føroya sigur, at teir hava merkt ein vøkstur í tal av vitjandi .
Per sigur, at tað hevur eydnast at longt eitt sindur um sesongina, soleiðis at munandi fleiri vitjandi hava verið á gátt hjá teimum í apríl og mei mánað.
Enn fyriliggja einki tøl fyri, hvussu nógv fólk hava verið summar tey ymsu støðini, men á Ferðaráðnum fáa tey lagt til merkis, hvussu nógv fólkini eru, sum venda sær til teirra.
?Tað sær hampuligt út í ár. Eitt nú hava vit lagt til merkis ein stóran vøkstur í tølum av vitjandi í apríl og juli. Tað hevur eydnast, at longt sesongina eitt sindur, sigur Per Hansen, sum nevnir Norrønu sum eina av høvuðsorsøkunum til, at fleiri fólk koma til landið tíðliga um várið.
Hóast sesongin er longd, so vísir Per á, at tað framvegis eru juni, juli og august, sum eru nógv tær bestu mánaðirnir hjá ferðavinnuni í Føroyum.
Hann sigur, at teir hava lagt til merkis, at tað í vár og í heyst eru komin fleiri fólk til landið við egnum bilum ? í mun til mest skúlaflokkar og líknandi árini fyri.
Ferðaráðið flutti í 2001 av Kongabrúnni oman í Vágsbotni, og hetta hava teir eisini lagt merkis.
?Vit løgdu til merkis, at vitjanirnar minkaðu munandi, tá vit fluttu, men nú er tað farið at líkjast teimum gomlu tølunum aftur. Í juli mánað vóru enntá fleiri á gátt hjá okkum, enn tað vóru í 2000.
Minni í juli
Johannes Jensen er stjóri á Hotel Føroyum, sum er tað størsta hotellið í Føroyum. Hann letur sum heild eisini væl at summarinum. Johannes Jensen metir summarið vera nakað tað sama í mun til í fjør.
?Besti mánaðurin hjá hotellunum er juni, og august er næstbesti mánaðurin. Hetta merkir so, at vit ikki hava fult hús í juli, og soleiðis hevur tað verið leingi, sigur Johannes Jensen.
Eisini Hotel Føroyar hevur lagt til merkis, at sesongin er longd nakað í ár. Hotellið merkti nevniliga ein vøkstur í apríl mánaði.
?Vit merkja, at sesongin er longd nakrar dagar um árið seinastu árini, sigur Johannes Jensen.
Hotel Føroyar hevur 216 songarpláss, og í summar hava tað mest verið skandinavar, ið hava gist á hotellinum. Eisini týskarar eru óførir at vitja.
Minni virksemi
Um Vága floghavn ferðast minni fólk enn í fjør. Hetta skyldast teirri vantandi oljuvinnuni, sum gjørdi stóran mun í fjør, men hevur als ikki verið til í ár. Alt summar hevur talið av ferðafólki um flogvøllin verið minkandi, men flogfeløgini lata tó væl at.
Vága floghavn greiðir í tíðindaskrivi frá um flogferðsluna í juli:
Eftir at ferðafólkatalið um Vága Floghavn vaks við 12,1% í juli 2000 og aftur við 12,0% í juli 2001 er afturgongdin í juli í ár 7,5%. Í juli mánaða ferðaðust 23.872 fólk um floghavnina móti 25.804 sama mánaða í fjør. Afturgongdin hevur verið á øllum farleiðunum uttan á Noregs-leiðini, ið hevði ein vøkstur uppá 17,6%. Størsta afturgongdin hevur verið á leiðunum til og frá Stórabretlandi. Hetta kann best lýsast við, at tað í fjør var munandi av frálandavirksemi í floghavnini, meðan onki virksemi av hesum slag er í ár.
Fyrstu 7 mánaðarnar í ár hava 90.472 fólk ferðast um floghavnina. hetta er 2,8% færri enn sama tíðarskeið í fjør.
Operatiónirnar, tvs. fráferðir og komur, hava somuleiðis verið væl færri í juli í ár, tá 601 fráferðir og komur vóru, móti 812 sama mánaða í fjør.
Posturin er vaksin við 13,3% til 41,9 tons og farmurin loftvegis við 2,6% til 27,7 tons. Vanliga økist post- og farmamongdin, tá ferðafólkatalið minkar.










