Beinbrot førdi til stríð millum foreldur og myndugleikar

Fyri einum ári síðani var tann tá 8 ára gamli Erik Klein av Kambsdali so óheppin at bróta bæði beinini í eini hoppiborg. Hetta hevði við sær, at hann var seingjarliggjandi í tveir mánaðar, har hann hevði brúk fyri hjálp til so at siga alt. Mamman gjørdi av at lata seg sjúkramelda og vera um sonin. Hon søkti Almannastovuna um dagpengar, men fekk noktandi svar, tí hon var ikki mett at lúka treytirnar. Hon og maðurin kærdu avgerðina og eru enn í stríð við myndugleikarnar um málið

Kambsdalur:
Katy og Reidar Klein av Kambsdali eiga tvey børn. Níggju ára gamla Erik og fimm ára gomlu Lindu. Í summarfrítíðini í fjør fóru tey eina dreymaferð til Disneyland í Fraklandi. Á veg heim aftur steðgaðu tey í nakrar dagar í Danmark. Meðan tey vóru í Danmark var Erik so óheppin, at hann breyt bæði beinini illa í eini hoppiborg. Hann bleiv lagdur undir skurð í Danmark og síðani slapp familjan heim aftur á klettarnar við honum. Hetta var tann 6. august í fjør.
Frá tí at familjan kom heim og til 20. august vóru tey tvær ferðir til kontrol á Landssjúkrahúsinum og alt lat til at vera í lagi. Men 20. august byrjaði drongurin at gremja seg um pínu í beinunum og í høvdinum. Hann hevði nakað av fepuri, so tey gjørdu av at fara inn til kommunulæknan í Fuglafirði. Hann loysti bandasjuna, sum var um beinini, tí hann helt, at tað kundi vera orsøkin til, at drongurin hevði so ilt í beinunum. Tá bandasjan var komin av, varnaðust tey, at beinini vóru eitt sindur reyð, men læknin bað tey síggja tíðina ann, tí tað kundi eisini vera av at bandasjan strammaði um beinini.
Tey fóru so til hús aftur við Eriki, men støðan batnaði ikki. Tvørturímóti.
Dagin eftir var heilt galið, og foreldrini sóu, at tærnar høvdu ein undarligan lit, so tey gjørdu av at fara inn aftur til læknan í Fuglafirði. Hesu ferð gjørdi hann skjótt av, tá hann tók bandasjuna av og sá beinini. Hann bað tey fara á Landssjúkrahúsið beinanvegin, tí hann helt, at tað kundi vera staffylikokkar.
- Tveir læknar hugdu at Eriki, tá vit komu til Landssjúkrahúsið, sigur Katy.
- Tann fyrri staðfesti, at Erik hevði fepur og pínu bæði í høvdinum og beinunum. Tann næsti læknin helt ikki, at tað var so álvarsligt, tí hann segði, at tann undarligi liturin á beinunum hjá Eriki kundi vaskast av. Har vóru gott nokk jod restir og annað líknandi á beinunum, men tað sást týðuliga, at eitt ella annað var galið við tí.
Hesin læknin segði enntá, at vit kundu fara heimaftur. Men tá segði Reidar korta nei. Vit fóru ongan veg, fyrr enn blóðroynd varð tikin av Eriki. Blóðroyndin varð tikin klokkan tíggju á kvøldið, og tað tók eitt sindur av tíð, áðrenn svarið kom, so vit fingu eina song til Erik at yvirnátta í, sigur Katy, sum ikki torir at hugsa um, hvat hevði kunnað hent, um tey vóru farin til hús aftur við Eriki.
- Morgunin eftir, tá stovugongd var, kom ein triðji lækni og hugdi at beinunum hjá Eriki. Hann sá beinanvegin, at tað var okkurt galið, og hann staðfesti seinni út frá eini blóðroynd, at tað vóru staffylikokkar. Og fekk Erik beinanvegin antibiotika í æðrarnar fyri staffylikokkar. Ein viðgerð, sum hevði við sær, at hann skuldi liggja stillur í okkurt um tríggjar tímar, hvørja ferð hann fekk hana.
Umframt antibiotika fekk Erik eisini ein kur av tablettum, sum hann skuldi taka í eina viku fyri at basa staffylikokkunum.
- Hesin triðji læknin segði, at tíbetur vóru staffylikokkarnir ikki farnir inn í knoglan, tí tað er næstan ikki til at fáa bilbugt við, tá tað fyrst er komið í knoglarnar, sigur Katy.
Erik slapp so av aftur við staffylikokkarnar.
Eftir hetta mátti Reidar fara burtur. Hann siglir úti og er burtur í tveir mánaðar og heima tveir. Hann hevði fingið útsett at fara umborð eina viku, men nú noyddist hann at fara.
- Tað var sera ringt at fara, tí tú fært ikki gjørt nakað, tá tú liggur á opnum havi, sigur Reidar.

Ongar dagpengar
Foreldrini siga, at Erik var sera óhjálpin hesa tíðina, tí hann jú hevði brotið bæði beinini. Hann sat í rullustóli og fekk ikki gjørt nakað sjálvur.
- Hann bleiv í sera ringum lag hesa tíðina, tí hetta var jú um summarið og hann vildi sleppa út at spæla við sínum vinmonnum. Men tað kundi hann jú ikki, og hann er so mikið stórur, at hann dugdi væl at skilja tað sjálvur, greiðir Katy frá.
Hann mátti berast, um hann skuldi flytast. Eitt nú, um hann skuldi á WC ella bara um hann vildi sleppa inn í eitt annað rúm.
Katy lat seg sjúkramelda fyri at vera heima hjá dronginum. Tað var nakað, sum drongurin hevði tørv fyri og vildi hava, og eisini nakað, sum Katy allatíðina hevði viljað sjálv. Eisini áðrenn hann fekk staffylikokkar. Og tí søkti hon Almannastovuna eftir dagpengum, men fekk eitt noktandi svar. Í brævinum frá Almannastovuni stóð, at hon var ikki mett at lúka treytirnar í§ 3, stk. 3 og 4 í dagpeningalógini. Tí har stendur, at dagpengingur kann verða veittur persónum hvørs børn gerast álvarsliga sjúk, um tað av lækna verður mett alneyðugt, at persónurin er um tann sjúka. Og í stk. 4 stendur, at álvarslig sjúka eftir stk. 3 er at meta sjúka, har álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuni hjá persóninum.
Men Katy og Reidar góðtóku ikki grundgevingina, tí tey høvdu læknaváttan, har tað stóð, at drongurin má hava hjálp og tað tí var best, at mamman var um hann.
- Vit halda, at tá tað stendur "drongurin MÁ hava hjálp" í læknaváttanini, so merkir tað, at tað er alneyðugt, at hann fær hjálp, sigur Katy.
So hon og Reidar gjørdu av at kæra avgerðina hjá Almannastovuni til Føroya Kærustovn, men svarið frá teimum var tað sama. Katy hevði ikki rætt til dagpening.
Men tað sum rættiliga fekk sinnini í kók hjá foreldrunum hjá Eriki, var, ikki tað, at tey ikki kundu fáa pengar, men heldur, at í grundgevingini frá Kærustovninum stóð millum annað, at: "...hóast tað er væl skilligt, at foreldur velja at vera um barn sítt undir nevndu umstøðum, er tað metanin, at tað ikki kann sigast at standa beinleiðis lívs- ella heilsuvandi av, at tygum eru 5 ? 6 tímar burtur frá einum 8 ?9 ára gomlum seingjarliggjandi barni ella einum barni, ið situr í koyristóli."
Haraftur at stóð eisini skrivað, at foreldrini kundu møguliga funnið onkran, sum kundi hyggja inn til drongin um dagin, meðan mamman var til arbeiðis ella finna onkra aðra skipan, sum var nøktandi fyri drongin.
- Also heilt erligt, eg trúgvi ikki, at nøkur mamma hevði kunnað latið sítt 8 ára gamla seingjarliggjandi barn liggja einsamalt heima eina lítla løtu og so slettis ikki í 5 til 6 tímar, sigur Katy, sum var skelkað av svarinum frá Kærunevndini.
- Hann var jú púra hjálparsleysur. Og hann vildi heldur ikki hava hvønn sum helst inn at hjálpa sær og tað má ein taka til eftirtektar. Hann var tá 8 ár og gamal nokk til at seta síni egnu krøv, halda foreldrini bæði. Og Katy leggur aftur at, at hon hevði ikki havt frið á sær eina løtu, meðan hon var til arbeiðis, um hon visti, at Erik skuldi vera einsamallur so leingi um dagarnar.
- Ongin veit heldur, hvat hann ikki kundi funnið upp á at gjørt. Um hann nú hevði sitið í rullustólinum allan dagin, og var einsamallur ein stóran part av degnum, so hevði hann óivað funnið upp á eitt hvørt, sum kundi havt elvt honum skaða. Hann er jú bara ein smádrongur, sum tá keddi seg sera nógv, siga bæði Katy og Reidar.
- Vit hava eisini tosað um at um vit skuldu heitt á onkran um at hyggja inn til hansara, so hevði tað merkt, at viðkomandi hevði verið noydd/ur at hyggja inn til hansara fleiri ferðir um dagin. Og tað halda vit ikki, at vit kunnu bjóða onkrum vini ella onkrum í familjuni í einum so longum tíðarskeiði sum tveimum mánaðum, siga Katy og Reidar.

Mótsiga sær sjálvum
Reidar var sum sagt, tá farin til skips. Hann er maskinsjefur umborð á Artic Star. Tá hann frætti um svarið frá Kærustovninum sendi hann eitt hvassorðað skriv til teirra, har hann greiddi teimum frá, at hann helt, at tey ikki høvdu fingið rættar upplýsningar um ymisk viðuskifti, sum eisini vóru nevnd í svarinum frá teimum. Og har aftur at greiddi Reidar teimum frá støðuni hjá Eriki við staffylikokkunum.
- So eftir at eg hevði sent teimum tað skrivið, tá væntaði eg heilt erligt, at vit fóru at fáa viðhald, sigur Reidar.
Men tá Katy so aftur fekk svar frá Kærustovninum, tá var tað tað sama. Katy hevði ikki rætt til dagpengar.
Tað sum Kærustovnurin hefti seg við í teirra grundgeving var, at eitt beinbrot ikki er ein álvarslig sjúka, og tí var heilsustøðan hjá Eriki ongantíð í vanda og tískil hevði Katy ikki rætt til dagpengar. Víðari stóð í hesum skrivinum, at tá talan er eitt beinbrot, sum í hesum førinum, er tíðin heima ikki at meta sum sjúkraviðgerð, tí drongurin ikki skuldi taka nakran heilivág. Tá er tíðin heima heldur at meta sum kravd hvíldartíð ið skal til fyri at beinbrot kann grøða.
At enda sigur Kærunevndin í hesum skrivinum, at tey..." vilja enn einaferð gera vart við, at hetta ikki merkir, at drongurin skal vera einsamallur heima, men bert, at tann sum er um hann heima, ikki hevur rætt til dagpening..."
Hetta eru Katy og Reidar sera ónøgd við.
- Har mótsiga tey sær sjálvum, so tað rungar eftir í. Tí í tí fyrra svarinum, sum vit fingu frá teimum, søgdu tey, at tað var ikki mett, at standa skaði av, at ein 8 ára gamal drongur var einsamallur í heiminum í 5 ? 6 tímar, meðan Katy var til arbeiðis, sigur Reidar og tað sást týðuliga á honum, hvussu illa honum líkar hesa støðuna, sum tey øll eru komin í.

Geva ikki upp
Foreldrini bæði undirstrika, at tey gera hetta ikki orsakað av pengunum.
- Vit gera hetta so sanniliga ikki fyri pengarnar. Nei, teir kunnu vit saktans vera fyri uttan. Vit eru so ill um viðferðina, sum vit hava fingið í hesum málinum, og vit ætla okkum at halda fram, inntil vit fáa viðhald, ella ongin annar vegur er eftir. Tí vit halda, at tað er ov galið, at tað skal standast so nógv stríð av einum so, eftir okkara tykki, einføldum máli. Tað er nógv fyri, at eitt so lítið orð, sum má, skal føra so nógv stríð við sær, halda tey bæði.
- Vit halda so avgjørt sjálvi, at tað hevði havt umfatandi skaða við sær sálarliga fyri drongin, um hann skuldi ligið einsamallur og hjálparsleysur heima í so nógvar tímar um dagarnar, meðan Katy var til arbeiðis, sigur Reidar og spyr eisini samstundis, hvat barnaverndin hevði sagt, um nú onkur granni hjá teimum klagaði tey fyri at lata drongin liggja einsamallan.
- Hvat heldur tú barnaverndin hevði gjørt, um tey komu á gátt og høvdu funnið Erik liggjandi einsamallan í heimi okkara í sínum egna landi og afførningi, tí hann ikki kundi fara á WC sjálvur, spyrja tey bæði við ein munn.
Reidar og Katy hava eisini fingið ein sosialráðgeva at meta um sálarligu heilsustøðuna hjá Eriki, um hann skuldi ligið einsamallur. Og tann metingin gevur foreldrunum viðhald í, at tað vildi verið alt annað enn sunt fyri drongin.
- Og ta frágreiðingina hava myndugleikarnir eisini fingið, sigur Reidar.
Reidar og Katy ætla sær ikki at geva upp. Tey hava tosað við løgtingsins umboðsmann og er næsta stigi hjá teimum at kæra málið til hansara.

Erik sjúkur
Átta mánaðar eftir, at Erik bleiv viðgjørdur fyri staffylikokkar, bleiv hann álvarsliga sjúkur. Foreldrini fóru í miklum skundi á Landssjúkrahúsið við honum, tí hann hevði 41,9 gradir í fepuri. Á Landssjúkrahúsinum bleiv staðfest, at hann hevði fingið menegitis. Hann kom undir læknahond og skjótt bleiv borið at, og hann kom seg skjótt. Men túrurin til Havnar var sera óhugnaligur fyri Reidar og Katy.
- Eg var so bangin fyri, at hann fór at doyggja á veg suður, tí hann hevði so nógvan fepur. Men tíbetur spældi alt so væl av, sigur Katy sinnisrørd á málinum og leggur aftur at, at teirra sonur hevur verið úti fyri nógvum tað seinasta árið.
- Vit royndu at fregnast og spurdu læknarnar, um menegitis kundi verið komið av tí, at Erik fekk viðgerð fyri staffylikokkar, men tað fingu vit so ongantíð nakað svar til. Men vit hava altíð fingið at vita, at menegitis kemur ikki av ongum, so tað kundi verið áhugavert, at funnið útav. Tí so hevði tað sanniliga verið talan um lívsvanda av beinbroti, sigur Reidar.
Alt hetta hevur sjálvsagt sett síni merki í familjuna.
- Erik er ikki heilt blivin til tann Erik hann var, áðrenn beinbrotið enn. Og vit merkja tað eisini væl á dóttrini, at hon er blivin sett til síðis, orsakað av beinbrotunum og sjúkuni hjá Eriki. Men nú royna vit at byggja okkum familjuna upp aftur, soleiðis at lívið kann fáa ta náttúrligu gongdina aftur, sum tað hevði fyri einum ári síðani, tá vit fóru á okkara dreymaferð, siga Reidar og Katy Klein at enda.