skeivum orkuútbyggingum. Samtíðis sum hann minti okkum á at vera góð við okkara egna land og teir møguleikar her vóru, so vísti hann okkum eisini veg út í stóru verð, har vit kundu fáa bæði íblástur og vitan [...] Havi mangan undrast á, hvussu andaliga, kensluliga og hugsjónarliga ríkur hesin fryntligi og sjarmerandi maðurin var í veruleikanum, ja hann átti eitt ríkidømi av tonkum, meiningum og kenslum so stórt [...] klókur og góður eygleiðari. Hóast hann kundi sveima høgt, so hevði hann so sanniliga eisini bæði bein á jørðini. So tað sum eg haldi var eyðkenni fyri Tórmóð var hetta, at hann kundi hugsa stórar tankar og
Á grækarismessu fekk Sjónvarp Føroya ein mentunarstjóra, tann fyrsta av sínum slag. Starvið er úrslit av bygnaðarbroytingunum á stovninum, men maðurin í stjórastólinum er kortini ikki nýggjur í sjónvarpshøpi [...] at vandin er stórur fyri, at vit missa hyggjarar í skjótu menningini, sum er á økinum. Hinvegin hava vit eitt gott kort á hondini, og tað er, at vit eru tann einasta sjónvarpsstøðin, ið framleiðir føroyskar [...] týdningarmikið. Men so leingi fíggjarligu treytirnar ikki eru betri, koma vit ikki á mál. Jørgen Schleimann, fyrrverandi stjórin á TV2, segði eina ferð, at sjónvarp er mentan og bara mentan. Men áðrenn tað verður
eydnast tað onkrum at fáa altjóða gjøgnumbrot, sigur Lene, sum eftir 9 ár sum PR-stjóri á Polygram, valdi at fara egnan veg og byrja egna fyritøku. Í dag umboðar hon t.d. Savage Rose, Randy Crawford, umframt [...] Lene, ið var í pakkanum og sum soleiðis kom í føðingardag hjá vinkonu síni. Lene vil við hesum vísa á, at henni dámar stak væl at gera okkurt øðrvísi. Tað er eisini tað, ið hon er vorðin kend fyri í donsku [...] tí tá er oftast okkurt øðrvísi til eygu og oyru. Yrkjarin Men 35 ára gamla Lene Thomsen leggur dent á, at hóast hon kanska kann tykjast at hava alt í síni makt og at arbeiða við serkønari hond, so er hetta
Blindasamfelag, ið er komin á kunningarvitjan. Umframt høvuðspersónin, luttóku formaðurin í Føroya Blindafelag, Uni Rasmussen, og næstformaðurin, Charles Gade á tíðindafundinum. ? Eg fari á tiltøkunum kring landið [...] Føroyum, men kortini fari eg at tosa um mínar royndir á hesum øki. Summi halda, at ein blindahundur kann kínast og klappast, eins og allir aðrir hundar á gøtuni. Hendan uppfatanin er skeiv. Fólk eiga ikki [...] hevur Rikke uppliva, at tá hon hevur spurt onkran um veg, hevur hesin beinasami svarað hundinum..! Eitt annað skemtingarsamt, Rikke nevnir, er hvussu fólk á gøtuni royna at fáa samband við ein blindan. ? Vit
sær av teimum á ferð teirra í Danmark, so førdu teir seg fram, so at hon kom í neyð av teimum. Á fínu matstovuni hildu teir alt ganga ov seint fyri seg og byrjaðu at rópa og gera seg inn á borðið, ið tey [...] ymsum, ið komast kann útfyri, um ein megnar at koma upp á altjóða tónatindarnar. Lene segði, at í dag er talan um harða kapping og eina harða vinnu. Á øllum plátuforløgum er ein, ið nevnst gulloyrað. Hesin [...] vera farin frá brotnum gistingarrúmum og tílíkum levnaði, so vísti Lene Thomsen á, at tað hevur týdning at føra seg fram á rættan hátt. Hon segði søguna um ungu og gávuríku dreingirnar úr Bronx, ið ikki
og sunnudagin fór eitt topstykkið á einum av motorunum umborð á Smyrli. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá SL, ásannar, at talan er um ellisbrek, men hann vísir tó á, at hetta er nakað, ið kann henda [...] sín veg, og neyðugt varð at leggja stilt eina løtu, meðan brekið varð rættað. Hetta hevði við sær, at skipið kom hálvan tíma ov seint í havn. Tekniski stjórin á SL heldur ikki, at nakar vandi var á ferð [...] klokkan tíggju á kvøldi. Nógv hevur verið tosað um, at botnurin á Smyrli er ógvuliga illa tærdur, men hesum vísir Magnus Magnussen aftur og sigur, at botnsýnið mánadagin sýndi, at botnurin á Smyrli er í fínasta
hevði eina sera góða framførslu á Prix, bólkurin kallar stílin greinc/rock. Eftir einar 15 min. pausu kemur kendi bólkurin ?I?am?, sum er á veg út á marknaðin við einari sera góðari fløgu. Henda fløgan kemur [...] verður eitt kvøld á høgum tónleikastøði lova stigtakararnir. Festivalurin endar sunnukvøldið 9. mai kl. 20 við Heina Lützen sum eisini er kendur kring knøttin. Hann er eisini á veg út á marknaðin við einari [...] bólk á vitjan. Byrjar 7. mai Festivalurin byrjar fríggjakvøldið 7. mai kl. 20.00. Mentanarráðharrin, Signar á Brúnni fer at seta festivalin. Síðan fer kórið úr Eysturoynni ?Voices of Praise? á pallin
Skeel Jacobsen. At kavi liggur á summarmála er als ikki óvanligt. Í 1927 kom stórkavi 24. apríl, og á summarmála í 1966 var stórkavi í Danmark. Stórkavi er kortini ikki á veg. - Okkurt kavaæl er væntandi [...] førum tveir dagar afturat. Men tað kann væl vera, at hann liggur vikuna út, tí lýggj luft er ikki á veg enn. Avfallið fer helst at minka nakað, men tað verður framvegis kalt. Eftir vikuskiftið kemur væntandi [...] verður. - Tað kann ikki verða annað enn gitingar. Tey, ið spáa, byggja á hagtøl, men vit vita øll, at slík hagtøl kann ein ikki líta á. Er 70% møguleiki fyri einum góðum vári, og 30% fyri einum køldum vári
Leingi hevur hon verið á veg, og nú er hon so komin. Talan er um nýggju fløguna hjá klaksvíksbólkinum Aria, sum í seinastuni annars ikki hevur gjørt so nógv um seg. Fløgan hjá Aria eitur After These Messages [...] danska bólkin Michael Learns to Rock. Tónleikurin á fløguni hjá Aria fevnir bæði um balladir, still løg og yvir til swing-tónar. Tey flestu av løgunum á fløguni eru nýggj og gjørd í sambandi við fløguna [...] eru nøkur gomul løg við, og seinasta lagið á fløguni er gamli slagarin hjá Aria, ið nevnist Shadow of a Doubt. Eisini er eitt annað gamalt lag, Analja, við á fløguni. Eftir at hava lurtað eftir fløguni
Tað vóru boð eftir sløkkiliðnum á Sandi í gjár, men til alla lukku var ikki brúk fyri teimum tá teir komu á staðið, tí grannar og annað gottfólk høvdu sløkt eldin áðrenn hann rættiliga var komin fyri seg [...] uttanfyri bygdina og har gongur ikki so nógv fólk, men av tí at tað var í døgverðatímanum, og fólk var á veg til hús, bar til at bera skjótt at. ? Hevði eldurin fest í ein tíma fyrr, so er ivasamt um nakað hevði [...] so var ikki. ? Hann hevði lagt seg við hurðina fyri at fáa fríska luft, verður sagt av á Sandi. Tá sløkkiliðið kom á staðið var eldurin, sum sagt longu sløktur, men roykkavarar frá sløkkiliðnum fóru inn