Fylg hjartanum

Fríggjakvøldið helt danska PR-kvinnan, Lene Thomsen, fyrilestur í útvarpshøllini, ið hon nevndi "Frá dreymi til veruleika. Hon helt Føroyar eiga ein undranarverdan hóp av fólki við listagávum, ið mun til støddina á okkara lítla oyggjalandi

Lene Thomsen hevur royndir innan tónleika- og listaheimin, eftir at hava starvast í 9 ár sum PR-stjóri hjá fleirtjóða plátufelagnum Polygram. Í dag rekur hon sína egnu fyritøku.

Fitt av tónleikarum, útgevarum og áhugaðum annars, høvdu leitað sær niðan í útvarpshøllina. Lene Thomsen legði fyri við at greiða frá, at henni dámar sera væl føroyingar og land okkara, ið við síni vøkru náttúru og róliga fólki kendist øðrvísi, enn stórbýurin Keypmannahavn, har Lene hevur sín gerandisdag. Bert at koma í bussin á flogvøllinum, har øll práta, og bussførarin hevur eina viðmerking til øll, helt Lene vera eitt hugnaligt og øðrvísi upplivilsi.


Gulloyrað

Lene er komin hendaveg, tí hon her hevur vinkonu sína, Dianu Borgnyardóttir, ið eisini umboðar fyritøkuna hjá Lene í Føroyum. Eisini hevur Lene kunnað seg um føroyskan tónleik og sæð og hoyrt Prix Føroyar kappingina.

At føroyingar hava gávurík fólk, er Lene sannførd um, og í fyrilestri sínum greiddi hon frá ymsum, ið komast kann útfyri, um ein megnar at koma upp á altjóða tónatindarnar.

Lene segði, at í dag er talan um harða kapping og eina harða vinnu. Á øllum plátuforløgum er ein, ið nevnst gulloyrað. Hesin lurtar dagliga eftir eini rúgvu av innsendum bondum og fløgum. Tí er eisini gott hugskot at senda inn nøkur fá og góð løg, ikki eina heila fløgu. Eisini er gott at hava eina góða mynd at senda við.

Lene segði, at tónleikur í dag ofta verður seldur, eins og vaskipulvur. Mangan er talan um bólkar, ið eru settir saman a fakfólki, fyri at selja. Fyrst finnur ein sangskrivarar, síðani fólk við røttu útsjónd og síðani finnur ein útav, um tey yvirhøvur duga at syngja. Sum dømi um slíkar bólkar nevndi hon Aqua, East 17, Ace of Base og partvís Spice Girls.


Image

Kemur ein í básin hjá einum plátufelag, so er ein í serkønum hondum, men tó er neyðugt at halda fast við seg sjálvan og ikki missa seg burtur. Eisini er neyðugt at leita sær serkøna hjálp frá t.d. sakførarum, tá ein skrivar sáttmála, so ikki gongst einum, sum George Michael, ið áðrenn hann gjørdist kendur bant seg við einum sáttmála, ið lítið og einki gav honum í sín part.

Lene kom inn á nógvar og viðkomandi síður av tónleikaídnaðinum. Har varð tosað um týdningin av at hava eitt sonevnt "image", ið hóskar og sum ein kann standa inni fyri. Hvussu ein skal handfara fjølmiðlarnar, hvussu ein sum kendur persónur kann missa samband við "de nære ting", bert finna ríkidømi og ikki eydnu og hvussu størri viðgongd bert kann føra størri "cirkus" við sær. Eisini kom fram, at í miðal bert ein av seks útgávum, geva plátufelagnum yvirskot.


Elton John og gullplátan frá Lene

Lene hevði eisini nakrar skemtiligar søgur frá sínum royndum við teimum kendu. Hóast tíðin tykist vera farin frá brotnum gistingarrúmum og tílíkum levnaði, so vísti Lene Thomsen á, at tað hevur týdning at føra seg fram á rættan hátt.

Hon segði søguna um ungu og gávuríku dreingirnar úr Bronx, ið ikki høvdu røttu bakgrundina ella røttu vegleiðingina. Tá Lene skuldi taka sær av teimum á ferð teirra í Danmark, so førdu teir seg fram, so at hon kom í neyð av teimum. Á fínu matstovuni hildu teir alt ganga ov seint fyri seg og byrjaðu at rópa og gera seg inn á borðið, ið tey sótu við. Tá teir skuldu fara av gistingarhúsinum, uppdagaði stjórin, at alt leysafæ var horvið á rúminum og at lampur og annað stak út úr kuffertum teirra. Hesir ungu garpar vildi eingin hava aftur til Europa.

Tá Lene vegna Danmark skuldi geva Elton John gullplátu, vildi hon gera okkurt serligt burturúr. Ístaðin fyri vanligu rammuna, lat hon gera eitt lítið klaver, har gullplátan var í. Tá hon kom til Onglands, tóku tollararnir og kannaðu klaverið og tóku tað sundur. Tað eydnaðist í síðstu løtu at savna tað aftur, men Elton John var ikki fegin.

Seinni fekk Lene at vita, at øll innan tónleikaheimin høvdu fingið fax frá stjørnuni, ið vísti á skeivleikan í hennara atburði. Hon visti ikki hvat var galið, hon vildi bert gera okkurt serligt burturúr. Men tað vísti seg, at hann var firtin, tí hann kundi ikki fáa klaverið at passa inn í sítt savn av heiðursplátum, ið hann hevði á vegginum í eini høll.

Lene tók hesa hending sum dømi um stjørnu, ið ikki hevði dannilsi og sum hevði mist sambandið við veruleikan.

Lene endaði við at lesa úr bók eftir italsku Susanna Tamaro, Fylg hjartnum. Henda sigur m.a., at ein eigur at bíða, um ein ivast. Lurtar ein eftir hjartanum, so finnur ein út av, hvønn veg ein skal fara.


Spurningar

Fólk fingu nógv at vita hesi 5 korterini. Og spurningarnir vóru nógvir. Bæði um peningaviðurskifti og onnur viðurskifti. Millum annað kom fram, at ætlar ein at selja 50.000 eintøk av eini fløgu, so er neyðugt við 1/2 millión til lýsingar. Lene Thomsen segði seg vóna, at um ikki annað, so ein bólkur kláraði altjóða gjøgnumbrot, tí so fór tað at breiða seg sum ringar í vatni og at skapa áhuga fyri okkara tónleiki.