Leingi hevur hon verið á veg, og nú er hon so komin. Talan er um nýggju fløguna hjá klaksvíksbólkinum Aria, sum í seinastuni annars ikki hevur gjørt so nógv um seg. Fløgan hjá Aria eitur After These Messages, og Yngd hevur havt hana í fløgusspælaranum nakrar ferðir og lurtað eftir henni.
Væl úr hondum greitt
Beinan vegin tú fært húsan í hondina, sært tú, at her er talan um eitt dygdargott avrik. Húsin er sera snotuligur, og tú kanst sita og fylgja við í tekstinum, meðan tú lurtar eftir fløguni.
Húsin er einkul og ógvuliga líkatil. Her er einki, sum leypir í eyguni á einum, men heldur er talan um ein einklan og stílfullan húsa.
At bólkurin nýtti umleið fýra mánaðar til upptøkurnar av fløguni, er eisini prógv um, at talan er um eitt verk, sum er væl gjøgnumarbeitt, og ikki bert er ein fløga, sum skal gerast.
Sukursøtur tónleikur
Lat tað verða sagt beinan vegin. Tónleikurin hjá Aria er sukursøtur, og er hann júst tann rætti, um tú til dømis situr og hugnar tær saman við tí, sum tú elskar.
Ikki er sørt, at man hevur hug til at samanlíkna tónleikin hjá Aria við danska bólkin Michael Learns to Rock. Tónleikurin á fløguni hjá Aria fevnir bæði um balladir, still løg og yvir til swing-tónar.
Tey flestu av løgunum á fløguni eru nýggj og gjørd í sambandi við fløguna. Tó eru nøkur gomul løg við, og seinasta lagið á fløguni er gamli slagarin hjá Aria, ið nevnist Shadow of a Doubt. Eisini er eitt annað gamalt lag, Analja, við á fløguni.
Eftir at hava lurtað eftir fløguni eina ferð, var dómurin greiður - fløgan er góð, og hugurin er til at spæla hana eina ferð enn. Serliga væl fullu løgini Rooftop og April Girl í oyrað. Um man skal gera sær eina meting av, hvat fyri lag á fløguni kann gerast ein landaplága ella slagari, so er Rooftop helst eitt gott boð.
Góð tónleikalig avrik
Tónleikararnir í Aria eru allir góðir tónleikarar, eingin ivi er um tað. Somuleiðis hevur bólkurin tann í Føroyum so sjáldsama eginleika, at teir eru greiðir yvir egnan førleika, og tískil spæla teir ikki tónleik, sum er ov trupul at spæla, men heldur tónleik, sum teir vita, at teir megna at spæla til fulnar. Alt ov ofta uppliva vit føroyskar bólkar spæla løg, sum eru sera trupul at spæla, og tískil fáa tónleikararnir trupulleikar av at spæla løgini fult út.
Sangarin í Aria, Jógvan Hansen, prógvar á fløguni, at hann hevur eina sera víttfevnandi rødd. Hóast hann syngur bæði still løg og meiri skjótar balladur, so heldur rødd væl til bæði, og tað er ein fragd at hoyra, hvussu væl røddin hjá Jógvani og tónleikurin fylgjast.
Nú ljóðar tað kanska sum um, at fløgan hjá Aria er eitt meistaraverk, sum ikki hevur sæð sín líka áður her á landi. Tað er kanska ov nógv sagt, men fløgan hjá teimum fimm klaksvíkingunum er ein tann frægasta føroyska fløgan leingi.
Í handlunum í dag
After These Messages verður at fáa í handlunum í dag. Manningin í Aria er: Jógvan Hansen, sang og violin, Erik Biskopstø, bass, Ólavur Wolles, trummur, Magni Husgaard, keyboard og Petur Hans Niclasen, gittar.
Fløgan hjá Aria er kanska ikki nýskapandi, men hon er frálíka góð, og dygdin er sett í hásæti á fløguni.









