Tað vóru boð eftir sløkkiliðnum á Sandi í gjár, men til alla lukku var ikki brúk fyri teimum tá teir komu á staðið, tí grannar og annað gottfólk høvdu sløkt eldin áðrenn hann rættiliga var komin fyri seg.
Tað var um middagsleitið í gjár, at Marius Clementsen varnaðist at tað var eldur í húsum hansara.
Hann gjørdi skjótt av og leyp út á vegin og rópti um hjálp. Fólk, sum var í grannalagnum bar skjótt at og fór inn í grannahúsini at boðsenda sløkkiliðnum, og av løreglustøðini í Havn verður sagt, at teir fingu boðini klokkan 1209.
Eftir at hava boðsent sløkkiliðið og løgreglu fóru fólkini at hjálpa Mariusi at sløkkja eldin og tað gekk tíbetur framúr væl.
Oljufýrið orsøkin
Av løgreglustøðini á Sandi verður sagt, at eldurin eftir øllum at døma byrjaði í oljufýrinum og festi í ymiskt, sum lá frammanfyri.
? Eldurin hevði tikið væl við, tí tað logaði upp undir loftið, tá fólk kom í kjallaran. Men av tí, at fólk bóru skjótt at í grannalagnum og komu við eldsløkkjarum, so bar til at sløkkja eldin áðrenn sløkkiliðið kom á staðið, verður sagt av Sandi.
Tað má sigast, at tíðarbilið var serliga heppið. Húsini liggja eitt sindur uttanfyri bygdina og har gongur ikki so nógv fólk, men av tí at tað var í døgverðatímanum, og fólk var á veg til hús, bar til at bera skjótt at.
? Hevði eldurin fest í ein tíma fyrr, so er ivasamt um nakað hevði staðið eftir.
Hundurin yvirlivdi
Ein bátaverksaður heldur til í kjallaranum í húsinum hjá Mariusi.
Bátasmiðjurin var ikki inni tá eldurin festi í, men tað var hundur hansara.
Hundurin lá beint frammanfyri hurðina tá fólk kom inn í kjallaran og hildið var, at hann var deyður, men so var ikki.
? Hann hevði lagt seg við hurðina fyri at fáa fríska luft, verður sagt av á Sandi.
Tá sløkkiliðið kom á staðið var eldurin, sum sagt longu sløktur, men roykkavarar frá sløkkiliðnum fóru inn fyri at tryggjað sær at eingin eftirbrandur kom, men tað vísti seg, at har var einki at fara eftir.
Grannarnir og eigarin høvdu sløkt eldin.