Blindur kunnari í Føroyum

Tað eru liðin 25 ár síðan Føroya Blindafelag varð stovnað. Eitt taltak í hesum sambandi er landsumfatandi kunningarferð. Tí at Blindafelagið ikki hevur nakran kunnara herheima, er Rikke Nielsen úr Esbjerg boðin til Føroya til tess at kunna føroyingar um umstøður teirra blindu og sjónveiku.

Í sambandi við áhugaverda vitjan úr Danmark, skipaði Føroya Blindafelag fyri tíðindafundi í Norðurlandahúsinum fyrrapartin í gjár. Tað er hin 28 ára gamla Rikke Nielsen, ið arbeiðir sum kunnari hjá Donskum Blindasamfelag, ið er komin á kunningarvitjan.

Umframt høvuðspersónin, luttóku formaðurin í Føroya Blindafelag, Uni Rasmussen, og næstformaðurin, Charles Gade á tíðindafundinum.

? Eg fari á tiltøkunum kring landið at greiða frá, hvussu lívið hjá einum blindum er, og hvussu tey, ið síggja, á bestan hátt kunnu veita einum blindum stuðul, t.d. í ferðsluni, segði Rikke Nielsen. ? Mong eru ótrygg, í samveruni við blind; summi royna beinleiðis at sleppa sær undan at koma í beinleiðis samband við okkum. Tey ið royna at veita hjálp, bera seg vegna væntandi vitan tíverri ofta skeivt at, tí teimum væntar vitan um, hvussu best er at bera seg at.


Hjálpitólini

stóran týdning

Rikke kom til Føroya fríggjadagin, og fór longu sunnudagin til Suðuroyar. Á Tvøroyri undirvísti hon sjúkrasystrum og heimahjálpum í blindahjálp. ? Eg tosaði um ymsu eygnasjúkurnar, eins og vanligar gerðandistrupulleikar -t.d. hvussu ein best veitur tí blinda sess, og á hvønn hátt til ber at stuðla tí blinda, tá hann fer at fáa sær at eta, greiddi Rikke frá. ? Hetta eru kanska smálutir, men teir gera lív teirra blindu lættari. - Eg tosaði sjálvandi eisini nógv um hjálpitólini, sum hava stóran týdning.

Charles Gade nevndi í hesum sambandi, tøkniligu menningina, ið hevur verið teimum blindu til stóran bata. ? Telduforrit, ið kunnu lesa teldutekstin syntetiskt fyri tí blinda, verða framhaldandi betraði; og í hesum arbeiði luttaka blind eisini, segði hann.


Blindahundurin yvurmettur

Rikke Nielsen, var ivasom, tá hon varð spurd um trupulleikarnir hjá blindum í Føroyum og Danmark vóru teir somu. ? Tað veit eg satt at siga ikki, tí føroyingarnir at havi undirvíst hiðartil hava verið heldur tigandi, sigur Rikke og smírist. ? Eg eri sjálvandi greið yvir, at umstøðurnar ikki eru tær somu í londunum báðum. T. d. er ein einsamallur blindahundur, her í Føroyum, men kortini fari eg at tosa um mínar royndir á hesum øki. Summi halda, at ein blindahundur kann kínast og klappast, eins og allir aðrir hundar á gøtuni. Hendan uppfatanin er skeiv. Fólk eiga ikki at royna at fáa samband við hundin, meðan hann leiðir hin blinda, sigur Rikke.

- Fólk hava eisini lyndi til at halda hundin vera klókari, enn hann er ? at til ber at senda hann oman bakaran at keypa..! Veruleikin er, at hundurin allatíðina fær boð frá tí blinda, og at hin blindi altíð noyðist at vita, hvar hann er staddur og nær hundur og harri skulu sneiða ella finna hurðar. Í Danmark hevur Rikke uppliva, at tá hon hevur spurt onkran um veg, hevur hesin beinasami svarað hundinum..!

Eitt annað skemtingarsamt, Rikke nevnir, er hvussu fólk á gøtuni royna at fáa samband við ein blindan. ? Vit hava sjálvsagt ikki eygnasamband við viðkomandi. Tískil verða nógv ótrygg; og summi teirra rópa hart, fyri at fáa samband?men, vit eru ikki dul?! Vita fólk hinvegin, at tey ikki skulu smæðast við at prika ein á økslina, um tey ynskja samband, ella støðan bendir á, at hjálp er neyðug, gerst alt nógv lættari.

Við hesum dømunum, ger Rikke vart við, hvussu neyðugt tað er at upplýsa um støðu teirra blindu í samfelagnum ? seliga við tí fyri eyga at fáa bilbukt við ótryggleikanum millum teirra ið ikki eru blind..!


Skráin framyvir

Hóast stutta steðgin higartil, sigur Rikke seg dáma væl í Føroyum. ? Allastaðni kennist roykurin av havi, og stuttligt er at hoyra seyðin jarma, sigur hon. Einini helt hon undan- og mótibrekkurnar vera stuttligar at uppliva. Hon var úti í Nólsoy við Charles Gade sunnudagin, og tað var eitt satt vælsignilsi hjá einum blindum at ganga í billeysari bygd. Blindahundurin hjá Rikke var eftir á Flatlondum..!

Eftir tíðindafundin í gjár vitjaði hon MBF-húsið í Tórshavn og seinni á kvøldi var hon í Leirvíkar Skúla og greiddi frá.

Skráin fyri kunnaravitjanina er annars soljóðandi: í morgun kl. 10.00 ? Runavíkar Skúli. Í dag kl. 13.30 - Runavíkar Ellisheim. Óðinsdag kl. 9.30 ? Gøtu Skúli. Kl. 13.00 ? Heimarøktin í Eysturoy og Bústovnurin á Heilsumiðstøðini í Runavík. Kl. 20.00 - Blindastovnurin, opið hús. Tórsdag kl. 10.00 ? Sands Meginskúli. Kl. 13.30 ? Áargarður, Sandur. Fríggjadag kl. 13.30 ? Ellisheimið í Hammershaimbsgøtu 7, Tórshavn og Sambýlið á Marknagilsvegi 92.

Rikke Nielsen fer av aftur landinum komandi mánadag.