Summarmáli og kavi

Kavin er ikki serliga heppin fyri lembingina, ið er byrjað nógva staðni

Summarmáli er í dag, og lembingin er byrjað. Kortini liggur kavi um alt landið og tað ger hann - sambært Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi - helst alla vikuna.

- Eftir veðurforsøgnunum liggur kavin í øllum førum tveir dagar afturat. Men tað kann væl vera, at hann liggur vikuna út, tí lýggj luft er ikki á veg enn. Avfallið fer helst at minka nakað, men tað verður framvegis kalt. Eftir vikuskiftið kemur væntandi ein hátrýstsryggur vestaneftir við stillari og lýggjari veðri, sigur Petur Skeel Jacobsen.

At kavi liggur á summarmála er als ikki óvanligt. Í 1927 kom stórkavi 24. apríl, og á summarmála í 1966 var stórkavi í Danmark.

Stórkavi er kortini ikki á veg.

- Okkurt kavaæl er væntandi inn ímillum. Tað skulu serlig brúgvaløg til at skapa nógvan kava. Í hesum førinum er bert talan um kalda luft, sum kemur høgt, ið gevur kavaavfall.

Petur Skeel Jacobsen er ikki nógv fyri at spáa um, hvussu várið verður.

- Tað kann ikki verða annað enn gitingar. Tey, ið spáa, byggja á hagtøl, men vit vita øll, at slík hagtøl kann ein ikki líta á. Er 70% møguleiki fyri einum góðum vári, og 30% fyri einum køldum vári, kann tað kortini vera, at tað verður kalt í vár.