Føðingardagsgávan

Fyrstu ferð, ið Lene Thomsen vitjaði í Føroyum, var í september í fjør, tá hon var í føðingardegi hjá vinkonuni Dianu.

Diana Borgnýardóttir, ið samstarvar við Lene Thomsen um at geva føroyskum tónleiki ein møguleika, umframt at tær eru vinkonur, fekk eina sermerkta føðingardagsgávu í september í fjør. Maðurin kom við einum stórum pakka. Tá Diana lat upp, var tað vinkonan Lene, ið var í pakkanum og sum soleiðis kom í føðingardag hjá vinkonu síni.

Lene vil við hesum vísa á, at henni dámar stak væl at gera okkurt øðrvísi. Tað er eisini tað, ið hon er vorðin kend fyri í donsku fjølmiðlaverðini. Hon metir, at fyri at fáa fjølmiðlafólk at vakna og hava áhuga, so má ein gera eitthvørt øðrvísi, tí tíðndafólk verða boðin so nógvastaðir dagliga, at tey náa ikki alt. Men tá Lene Thomsen skipar fyri, tá koma tey, tí tá er oftast okkurt øðrvísi til eygu og oyru.


Yrkjarin

Men 35 ára gamla Lene Thomsen leggur dent á, at hóast hon kanska kann tykjast at hava alt í síni makt og at arbeiða við serkønari hond, so er hetta úteftir.

Tað er eisini ein onnur Lene. Privat, so dámar henni væl at binda frið og hon skrivar eisini yrkingar. Hetta er ikki tann Lene, PR-stjórin, ið fólk vanliga uppliva.

Enn hevur Lene ikki givið yrkingar sínar út, tó at onkur hevur staðið í donskum avísum. Yrkingarnar eru ofta um persónlig viðurskifti, og tær, ið eru komnar í avísirnar, eru ofta um meira gerandislig viðurskifti. Hon nýtir tað at yrkja, sum eitt slag av terapi.


Landið við opnum hurðum

Lene er hugtikin av Føroyum og tí gestablídni, ið hon her hevur upplivað. Hon hevur hug at nevna Føroyar, hvørs náttúru hon er bergtikin av, fyri landið við opnu hurðunum.

Eisini er hon hugtikin av øllum teimum gávuríku fólkunum, ið hon hevur hitt her.

- Vónandi eydnast tað onkrum at fáa altjóða gjøgnumbrot, sigur Lene, sum eftir 9 ár sum PR-stjóri á Polygram, valdi at fara egnan veg og byrja egna fyritøku. Í dag umboðar hon t.d. Savage Rose, Randy Crawford, umframt at hon eisini vegleiðir politikarum í at føra seg í almenna ljósinum.