Leygardagin fór hydraulikkurin til umstýringina og sunnudagin fór eitt topstykkið á einum av motorunum umborð á Smyrli. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá SL, ásannar, at talan er um ellisbrek, men hann vísir tó á, at hetta er nakað, ið kann henda øllum skipum.
Løgdu stilt
Av tí, at ein hydraulikslanga til umstýringina fór leygardagin, byrjaðu báðar skrúvurnar at mala hvør sín veg, og neyðugt varð at leggja stilt eina løtu, meðan brekið varð rættað. Hetta hevði við sær, at skipið kom hálvan tíma ov seint í havn.
Tekniski stjórin á SL heldur ikki, at nakar vandi var á ferð, og tað hevði tað heldur ikki verið, um veðrið var vánaligt, tí skipið kundi væl siglt við niðursettari ferð, hóast brekið.
Toppstykkið fór
Sunnudagin var aftur galið við Smyrli. Hesuferð misti skipið kølivatnið, og hevði hetta við sær, at topstykkið á einum av motorunum fór. Magnus Magnussen sigur, at hetta ikki hevur so nógv at siga, tí Smyril hevur eini 70 topstykkir tilsamans. Hann sigur, at skipið væl fær siglt, um tað einki kølivatn hevur, og sjálvt um eitt av topstykkjunum er farið. Tí stendur hann fast við, at Smyril er tryggur at ferðast við um Suðuroyarfjørð, bæði í góðum og vána líkindum.
Tekniski stjórin hjá SL sigur, at Smyril er eitt gamalt skip, og tí eru viðhvørt ymisk brek at dragast við, men hann vísir á, at brekini, ið hendu við skipinum um vikuskiftið, eins væl kundu verið hend fyri eitt nýtt skip.
Botnurin í góðum standi
Tá Smyril mánamorgunin kom úr Suðuroynni, varð farið beina leið inn á Skála, har skipið skuldi í dokk til árligt botnsýn. Hetta varð skjótt greitt úr hondum, og Smyril var aftur í rutu til Suðuroyar klokkan tíggju á kvøldi.
Nógv hevur verið tosað um, at botnurin á Smyrli er ógvuliga illa tærdur, men hesum vísir Magnus Magnussen aftur og sigur, at botnsýnið mánadagin sýndi, at botnurin á Smyrli er í fínasta standi.
Magnus Magnussen sigur, at ferðandi kunnu hava fult álit á Suðuroyarskipinum.
Sluppu undan at leiga Norrönu
Meiningin var, at Smyril skuldi vera longri í dokk á Skála, men verkfallið gjørdi, at høvi var at gera heilt nógv við skipið, meðan tá lá við bryggju á Drelnesi, siga tey frá SL.
Ætlanin var, at Norröna skuldi røkja Suðuroyarsiglingina, meðan Smyril var í dokk, men hesum slapst undan, nú Smyril ikki var longri í dokk enn nakrir tímar.
Myndatekstur: Hóast Smyril gongur móti 31 árum og slatur gongur um, at hann er í sera vánaligum standi, vissar tekniski stjórin á SL fóki, at Smyril er eitt trygt skip