sum verkfrøðingur í eini 10 ár, men hugurin stóð meira til handilslívið. Hann fór tí til P/F Jákup á Dul, har hann m. a. byrjaði søluna av teimum kendu HTH køkunum, eftir tað hevði hann saman við konuni [...] nærkast Jens Petur heimbygdini aftur, og hann er farin at selja Daewoo bilar hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali. Hann er ikki heilt ókendur við familjuna Simonsen í Fuglafirði, tí hann og Tróndur, sonur
høvdu verið í krígnum Eitt skifti í fimtiárunum var tørvur á fólki til týskar trolarar. Jógvan á Dul var umboðsmaður teirra, og hann heitti á meg at fara við einum av hesum trolarum. Eg gjørdist lastaformaður [...] Dánjal við Sílánna á Tvøroyri hevði keypt hana í 1925, men í 1929 varð hon seld norður um fjørð. Eg var tískil við á hini tiltiknu ferðini í 1935, tá ið vit bjargaðu »Blithsome« á kappanum. Henda ferð [...] longdina tá, og noyddist tí at hava flaggskipara, og hann var Andrias á Høvdanum. Men tað bar so á, at Andrias fekk herviliga blóðeitran á hálvum túri, og noyddust vit tí inn í Godthaab við honum, har hann
beinini á kommununum, heldur Jógvan við Keldu. Onkrir glottar eru Seinastu vikurnar hava nógv víst á, at ov lítið verður gjørt fyri tey eldru. - Sjónvarpssendingarnar um evni hava bara víst á tað keðiliga [...] tá Klaksvíkar Røktarheim varð bygt, er talið á pensiónistum meira enn tvífaldað í Norðoyggjum - úr 313 og upp í 647. Í løtuni eru 22 fólk í Norðoyggjum á bráfeingis bíðilista. - Eitt er, at tey eldru [...] landsstýrinum stóran part av ábyrgdini fyri, at hendan ætlan nústani gerst veruleiki. - Í 1975 vóru Páll á Dul og eg sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu í Danmark og hugdi eftir líknandi bygging. Tá vit komu aftur
talan er um eitt ógvuliga stórt skip. Longdin á skipinum er 253 m., meðan breiddin telur 42 og hæddin telur 90 metrar. Hetta eru ikki støddir, ið vit her á leigum eru so von við. Stand-by skipið, Faroe [...] Faroe Connector, minti um ein útróðrarbát, tá tað lá við síðuna á West Navion. Sum heild er talan um eitt rættiliga stórt og framkomið skip. Skipið hevur allar tær nútímans hentleikar, sum eitt tílíkt skip [...] samlaðu orkunu hjá propellunum varð nýttur, tá skipið leygardagin lá í Nólsoyarfirði. Skiparin umborð, Evy Heyjedal, sigur, at tað verður væntandi eingin trupulleiki at halda eina fasta legu, tá skipið fer
arbeiðsrúm eru eisini umborð. Uppí á brúnni sita hópin av fólki, sum skulu halda skil á boring, plasering og dagligu leiðsluni umborð á skipinum. Skiparin umborð, Evy Heyjedal, er kvinna, og hennara uppgávuna [...] fekk eina tasku frá vertunum, har ketildrakt, hjálmur, skógvar og annað vóru í. Navnið á einum stóð broderað á draktina, og hetta tóktist sum óførur fongur hjá teimum uppmøttu. Ikki nokk við tí, men tú [...] men tað var ikki minni spennandi av teirri orsøk. Víst var runt í maskinrúmunum, á brúnni og uttanfyri, har hjarta á boringini kann sigast at vera. Lat tað eisini vera sagt, at skipið í allar mátar tóktist
son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4100 gr. 16. juni fingu Jana Jacobsen, Haldórsvík og Jákup á Dul, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3100 gr. 16. juni fingu Beinta Árnadóttir, Argir
lettiska høvuðsstaðnum Riga. Millum handlarnar í nýggja deplinum er handilin hjá havnarmanninum Jákupi á Dul á Jacobsen og Pola Purkhús. Hetta er ein handil líkur Skemmuni í Havn. Jákup sigur, at hetta er ein [...] sjálvstýri. Handlar í Kanada Umframt at hava fimm handlar í Íslandi hevur Jákup eisini sjey handlar á vestursíðuni í Kanada. Tað gongur skjótt við at víðka um virksemið. Til heystar er ætlanin at hava fimm
hann hevur brúk fyri á el- og teleøkinum. Teir leggja m.a. stóran dent á at kunna veita eina góða og holla ráðgeving, nakað, sum í longdini roynist best fyri bæði veitara og kunda. Á tann hátt tryggjar tú [...] Rasmus Magnussen, sum leggur dent á, at tey á virkinum leggja seg eftir at veita eina professionella tænastu. Tað ber í sær, at starvsfólkini alla tíðina verða dagførd á skeiðum, seminarum og ymsum útbúgvingum [...] stóran týdning fyri fyritøkuna og góðskuna á teimum vørum og tænastum teir lata, at El & Tele er Ascom umboð í Føroyum. Í stóra og snotuliga bygninginum yðst á Argjaboða, ið upprunaliga varð bygdur sum
u kirkjubygdum, var andslívið sovnað av gomlum vana. Kappar við lúnningina á Betestha, menn sum Jógvan Gerðalíð og Páll á Dul, andans stríðsmenn av Guds náði, og aðrir, ferðaðurst runt við "Sendebudet" [...] konufólk linkaðu í knøunum bara ein vísti seg, og brøgdini á skipsdekki søgdu frá monnum. Teir flestu av fasta stabinum í ølneystinum Klaksvík verða vaktir á hálvari nátt avberum tosta og nívandi ótta. Føroya [...] miðjuna. Eyguni eru blonk og reyðsprongd, tú hómar æðrarnar í tí hvíta. Smáar sveittaperlur hanga fastar á enninum. -Vit gera ikki hønu halta her inni. Koma bert saman fyri at práta og fáa okkum eina øl. Konufólk
kl. 19.30, allar kvinnur eru vælkomnar. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli og Junior [...] í Filadelfia ella á tlf. 314828, kl. 17 landsbøn. Í morgin kl. 11 morgunmøti við Símun Absalonsen, kl. 18 kvøldmøti. Mánakvøldið kl. 20 bønarskúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www [...] Eldrasamkoman við Emil Olsen presti. Evni: Jósvabók. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 18 møti, Dánjal á Dul Jacobsen talar. Mánadagin kl. 20 bønarmøti hjá Eyðbjørg og Jóhan Hendrik. Aglow í Kvívík Fyrsti Aglow