Aldurdómurin skal verða virðiligur

- Fólk eiga at gera nakað fyri at fáa ein góðan aldurdóm. Tað nyttar einki at geva upp, seta seg afturá og bara krevja av hinum. Fólk skulu sjálvi royna at fáa nakað burtur úr, og tey røsku eiga at hjálpa teimum minni røsku, heldur Jógvan við Keldu, tingmaður

 

Klaksvík: Tað er umráðandi at fólk sleppa at eldast við tign. Tey skulu hava góðar umstøður, men tey skulu eisini sjálvi hava viljan til at fáa nakað burtur úr seinasta partinum lívinum.

Tað heldur tingmaðurin og fyrrverandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan við Keldu.

- Søgan um amerikanska yrkjaran, Fanny Crosby, er tiltikin. Hon bað um at fáa eitt langt lív, hóast hon var blind, og tá hon gjørdist gomul, bað hon um at fáa eitt gott langt lív. Hon gjørdist 95 ára gomul og verður kallað amerikanska sólstrálan, greiðir Jógvan við Keldu frá.

- Fólk eiga at gera nakað fyri at fáa ein góðan aldurdóm. Tað nyttar einki at geva upp, seta seg afturá og bara krevja av hinum. Fólk skulu sjálvi royna at fáa nakað burtur úr, og tey røsku eiga at hjálpa teimum minni røsku, heldur Jógvan við Keldu.

Seinastu tíðina hevur kjak verið um eldrapolitikk og tær umstøður, sum tey eldru hava kring landið. Jógvan við Keldu var borgarstjóri í Klaksvík meginpartin av áttati- og nítiárunum, og hann hevur verið við í arbeiðnum við umstøðunum hjá teimum eldru í Norðoyggjum.


Størri tøvur

Í 1978 vóru 21 røktarpláss á Klaksvíkar sjúkrahúsi ? hesi pláss fevndu um Norðoyggjar og eystara síðu av Eysturoynni. Komandi ár vera 74 pláss, sum bert eru ætlað Norðoyggjum. Seinastu 20 árini hava klaksvíkingar fingið Norðoya Røktarheim, Norðoya Vistarheim, Sambýlið í Bøgøtu og komandi ár verður Sambýlið undir Kráarbrekku liðugt. Harafturat verða eldraíbúðirnar til eini 40 fólk veruleiki í 2003.

Tørvurin er eisini vaksandi, tí tað gerast alsamt fleiri eldri fólk, og síðani 1978, tá Klaksvíkar Røktarheim varð bygt, er talið á pensiónistum meira enn tvífaldað í Norðoyggjum - úr 313 og upp í 647. Í løtuni eru 22 fólk í Norðoyggjum á bráfeingis bíðilista.

- Eitt er, at tey eldru gerast fleiri í tali. Annað er, at størri partur av teimum eldru hava brúkt fyri hjálp og røkt fyri neyðini frá tí almenna. Børn gera ikki longur tað, tey gjørdu áður. Fyrr ansaðu børnini eftir teimum eldru, men her er hend broyting, so alsamt fleiri eldri fólk hava hjálp fyri neyðini. Hendan gongdin fer at halda fram komandi árini, vísir Jógvan við Keldu á.

- Sjálvi hava vit ilt við at hugsa eini 15 ár fram í tíðina, tá vit eru blivin pensiónistar. Kanska áttu vit at hugsa meiri um tað og fyrireika okkum til at gerast gomul. Tað ber til at tosa um ein heildarpolitikk fyri eldraøki, men hvat við at hugsa um heildaraktivitet hjá teimum gomlu. Fyri tað um fólk koma upp í árini, so hava nógv av teimum orku til at fáast við bæði eitt og annað, sigur Jógvan við Keldu.

? Pensiónistar hava allar møguleikar at vera við í eitt nú felagslívi, í fimleiki, bridge og eitt nú tónleiki, sum vit sóu danska orkestrið, sum var í Klaksvík og spældi á eldradegnum. Eingin, sum er raskur, eigur at sita hendur í favn, men vit eiga at vera fleiri, ið seta hetta í verk, og vit hava millum annað ein óføran eldrabólk, sum ger gott arbeiði.


Forðingar frá landinum

Sum borgarstjóri í Klaksvík hevur Jógvan við Keldu verið við til at fingið fleiri røktarpláss í kommununi, men hann viðurkennir, at plássini eru ov fáa enn.

- Trupulleikin á eldraøkinum er, at vit hava ov fá røktarpláss, og at vit millum annað hava eina sentraliseraða Hjálpitólarmiðstøð. Vit hava vánaligt og ótrygt samstarv millum land og kommunur, endaleyst prát, og ov nógv ríkir í hesum lítla ríki, heldur Jógvan við Keldu.

Nýggja eldraøkið í Klaksvík hevur verið leingi ávegis, og Jógvan við Keldu gevur landsstýrinum stóran part av ábyrgdini fyri, at hendan ætlan nústani gerst veruleiki.

- Í 1975 vóru Páll á Dul og eg sum umboð fyri Klaksvíkar kommunu í Danmark og hugdi eftir líknandi bygging. Tá vit komu aftur, mæltu vit til at fara undir eina verkætlan undir Kráarbrekku, men tað søgdu landsins myndugleikar bar ikki til. Orsøkin var ein kunngerð, sum framvegis ikki er gjørd, sigur Jógvan við Keldu.

Nýggju eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku verða gjørdar av einum sjálvsognarstovi, har Klaksvíkar kommuna og Húsalánsgrunnurin hava týðandi leiklutir.

- Kommunurnar sakna eina meira professionella viðgerð frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, og at stýrið tekur kommunurnar í størri álvara. Almanna- og Heilsumálastýrið er alt ov nógv eitt haft um beinini á kommununum, heldur Jógvan við Keldu.


Onkrir glottar eru

Seinastu vikurnar hava nógv víst á, at ov lítið verður gjørt fyri tey eldru.

- Sjónvarpssendingarnar um evni hava bara víst á tað keðiliga. Tað var ikki nevnt við einum orði, at Klaksvíkar kommuna hevur sett gongd á eina øðrvísi ætlan undir Kráarbrekku, sum fer at betra munandi um umstøðurnar hjá teimum eldru, sigur Jógvan við Keldu.

- Síðani 1980 eru vit farin frá 21 røktarplássum fyri Norðoyggjar og eystursíðuna av Eysturoynni til 58 fyri Norðoyggjar, og komandi ár verða 74 pláss, so onkrir glottar eru at hóma. Alt kostar pening, og komandi ættarlið fer at gjalda meiri til ansingina av gomlum enn núverandi ættarlið, men tá fáa tey eisini meira fyri pengarnar, heldur hann.

Jógvan við Keldu mælir Klaksvíkar kommunu til at seta eina nevnd, sum kann gera nakrar ætlanir fyri komandi árini.

- Vit høvdu eina góða nevnd við dugnaligum fólki, sum fyrireikaði ætlanina undir Kráarbrekku, og tað er slíkum arbeiði vit eiga at halda fram við. Vit skulu hava fólk, sum kenna eldraøkið sum eina hjartasak, hava innlit á økinum og í ein ávísan mun fakligan førleika, at arbeiða við málinum.

- Málið skal ikki verða bara at fáa nøkur dýr ansingarpláss afturat, men at tey eldru fáa eitt lívskvøld í tign og ein virðiliga aldurdóm. Tað skulu myndugleikarnir arbeiða fyri, og tey eldru mugu eisini kenna sína ábyrgd, sigur Jógvan við Keldu.