Tað var leygardagin í síðstu viku, at stóri riggurin/boriskipið West Navion sást liggja í Nólsoyarfirði. Tað var eisini henda sama leygardag at umboð fyri fjølmiðlarnar, embætisfólk og landsstýrismenn fingu høvið at vitja skipið.
Tað vóru fleiri enn tjúgu fólk, sum møttu upp á leygardagin. Áðrenn ferðalagið fór umborð, so var ein sokallað briefing, har fólk vórðu kunnaði um trygdina og onnur viðurskifti umborð. Tann kanska mest spennandi parturin við briefingini, og møguliga eisini túrunum sum heild, var tá hvør í ferðalagnum fekk eina tasku frá vertunum, har ketildrakt, hjálmur, skógvar og annað vóru í. Navnið á einum stóð broderað á draktina, og hetta tóktist sum óførur fongur hjá teimum uppmøttu. Ikki nokk við tí, men tú slap eisini at eiga klæðini eftir at vitjanin var liðug.
Tað, at vertirnir tóku sær væl av gestunum, var eisini nakað, sum eyðkendi túrin. Trygdina skuldi eingin ivast í, og fyrilit av øllum sløgum vóru eisini tikin fyri, at vitjanin umborð á West Navion skuldi gerast so góð sum gjørligt og uttan skaðar.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at vitjanin var eitt óført og forkunnugt upplivilsi, sum undirritaði væntandi ikki kemur at uppliva so ofta. Leiðarnir tóku sær væl av okkum. Tá hugsað verður um, at skipið kostar 2,5 mill. kr. um dagin at leiga, so er einki at siga til, at skundað var undir tey vitjandi eitt sindur.
Upplivilsi
Ferðalagið leygardagin taldi eisini embætisfólk, sum uttan iva hava roynt okkurt líknandi, men fyri tey flestu í ferðalagnum var hetta ein forkunnugur møguleiki at síggja í verki, hvussu eitt tílíkt skip sær út og virkar. Skipið lá í Nólsoyarfirði, so einki borivirksemi var, men hetta gav samstundis betri møguleikar hjá okkum at hyggja okkum í kring.
Tað kunnu vera upp til 117 búgvandi fólk umborð á skipinum. Hesi hava eisini góð kor. Mat fáa tey nógvan og góðan, tí køkurin umborð er væl mannaður og hevur hópin av freistingum at bjóða uppá.
Skipið er risastórt og tað kendist stundum sum um, at tú vart leiddur ígjøgnum tann loyndarfulla býin, tá ein var umborð. Teir 254 metrarnir, sum skipið er til longdar, fara einamest til boriútbúnað, tí hetta krevur eitt sindur av plássi. Manningin hevur tó eisni fleiri rúm umborð, og fleiri arbeiðsrúm eru eisini umborð. Uppí á brúnni sita hópin av fólki, sum skulu halda skil á boring, plasering og dagligu leiðsluni umborð á skipinum. Skiparin umborð, Evy Heyjedal, er kvinna, og hennara uppgávuna er at standa fyri dagligu umsitingarligu leiðsluni umborð.
Tað var kanska eitt sindur avmarkað, hvat ferðalagið leygdardagin fekk høvið at síggja, men tað var ikki minni spennandi av teirri orsøk. Víst var runt í maskinrúmunum, á brúnni og uttanfyri, har hjarta á boringini kann sigast at vera. Lat tað eisini vera sagt, at skipið í allar mátar tóktist sum eitt frálíkt far, sum samstundis tóktist at vera nýtíðar hóskandi.
2,5 mill. um dagin
Túrurin leygardagin vardi heldur ikki serliga leingi, og BP, ið hevði boðið fjølmiðlunum saman við Smedvig, vildi ikki hava at nakað óhapp av nøkrum slag skuldi koma fyri. Túrurin skuldi ganga so skjótt sum gjørligt, og gestirnir vórðu allir væl ílætnir av fyritøkunum. Tað er eyðsæð, at fyritøkurnar royna at gera eina so góða mynd av sær sjálvum sum gjørligt, og hetta má eisini sigast at hava hepnast væl hjá teimum.
Skipið er heldur ikki bíligt hjá BP at nýta. Sambært Lynne Staples-Scott, sum starvast innan marknaðarføring hjá BP, so er kostnaðurin 2,5 mill. um dagin fyri West Navion. Tí hevur tað verið ein heldur dýrur umgangur hjá fyritøkuni, tá West Navion hevur ligið í Nólsoyarfirði, men tá skipið skal fáa tær neyðugu góðkenningarnar, so er einki annað í at velja. At skipið soleiðis lá í Nólsoyarfirði gav eisini ferðalagnum leygardagin ein forkunnugan møguleika, sum ikki var galin kortini.
Spurningurin er so bara, hvussu úrslitini vera um átta vikur.









