Fyri tveimum vikum síðani lat ein nýggjur handilsdepil upp í lettiska høvuðsstaðnum Riga. Millum handlarnar í nýggja deplinum er handilin hjá havnarmanninum Jákupi á Dul á Jacobsen og Pola Purkhús. Hetta er ein handil líkur Skemmuni í Havn.
Jákup sigur, at hetta er ein roynd, og um tað gongur væl, fara teir at gera meira um seg í baltiska landinum, sum fyrr hoyrdi til Sovjetsamveldið.
? Tað hevur gingið avbera væl higartil við handlinum í Riga. Vit eru bilsnir av undirtøkuni millum fólkið, sigur Jákup úr Íslandi. Hann hevur tveir aðrar føroyingar afturat sær í átakinum. Teir eru Poli Purkhús og Niels Stórá.
Handilin hjá teimum í Riga er 1500 fermetrar til víddar, og har arbeiða eini 30 fólk. Ein íslendingur fer at hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni, men Poli og Nils fara javnan at arbeiða í Riga. Handilsdepilin fer at vera einar 35.000 fermetrar, tá hann er liðugur. Tað eru norðmenn, sum hava tikið stig til handilsdepilin.
Fyri at lata handilin upp, krevst ein íløga uppá seks milliónir krónur.
Vaksandi marknaður
Eftir at Lettland loysti frá gamla Sovjetsamveldinum, eru stórar broytingar farnar fram í landinum. Stjórnin arbeiðir við at fáa limaskap í Evropasamveldinum, so landið fríggjar heldur til vesturevropa enn til gomlu yvirvøldina.
Jákup greiðir frá, at marknaðurin og keypiorkan í Lettlandi eru støðugt vaksandi, og tí síggja teir menningarmøguleikar í landinum.
? Vit hava ikki gjørt nakrar serligar kanningar av marknaðinum frammanundan, men íslendingar samstarva nógv við Lettland. Teir eiga m.a. verksmiðjur og skógir, har teir útvinna timbur. Tað kemst millum annað av, at Ísland var tað fyrsta landið at góðtaka teirra sjálvstýri.
Handlar í Kanada
Umframt at hava fimm handlar í Íslandi hevur Jákup eisini sjey handlar á vestursíðuni í Kanada. Tað gongur skjótt við at víðka um virksemið. Til heystar er ætlanin at hava fimm nýggjar handlar í økinum við Vancouver, so talið av handlum verður økt til tólv.
Jákup sigur, at arbeiðsmegin í Lettlandi er avbera góð, og viðskiftafólkið er ikki so krevjandi, sum hjá okkum. Tey eru nevniliga ikki von við eitt høgt tænastustøði.
Í Lettlandi búgva 2,5 milliónir fólk, og í høvuðsstaðnum býr umleið ein millión. 40% av fólkinum eru russar, sum eru fluttir til landið, meðan Sovjet hevði valdið.
Jákup sigur, at enn hava teir ikki ætlanir um at lata handlar upp í øðrum londum.