Jens Petur er uppvaksin í Fuglafirði. Hann flutti til Havnar í 1965, lærdi til tekniskan assistent, og fór síðan niður til Danmarkar, har hann í fýra ár lærdi til verkfrøðing. Heimaftur komin arbeiddi hann sum verkfrøðingur í eini 10 ár, men hugurin stóð meira til handilslívið. Hann fór tí til P/F Jákup á Dul, har hann m. a. byrjaði søluna av teimum kendu HTH køkunum, eftir tað hevði hann saman við konuni, ein klædnahandil í SMS í 6 ár.
Í 1985 byrjaði hann saman við Øssuri Hjalt egna fyritøku við sølu av Danica Køkum og hvítvørum. Hendan fyritøkan fekk, sum so mangar aðrar, ein enda í 1993, tá búskaparkreppan rættuliga fór at gera um seg. Eftir hetta fór hann so at selja bilar hjá P/F Meinhardt Arge.
Dámar at selja
Nú nærkast Jens Petur heimbygdini aftur, og hann er farin at selja Daewoo bilar hjá P/F Esmar Simonsen á Kambsdali.
Hann er ikki heilt ókendur við familjuna Simonsen í Fuglafirði, tí hann og Tróndur, sonur Esmar Simonsen, hava verið vinir heilt frá barni av, og Jens Petur hevur altíð følt seg sum húsfólk hjá teimum.
Hóast Jens Petur lærdi til verkfrøðing, so trívist hann betur í handilsverðini. Hann heldur, at hetta møguliga er arviligt, tí pápi hansara, Ansgar Jensen, var handilsmaður tað mesta av lívi sínum, og tað segðist um hann, at hann var ein ómetaliga dugnaligur handilsmaður í Fuglafirði.
Jens Petur hevur ikki heilt slept handilslívinum í høvuðsstaðnum, tí í 1998 keyptu hann og konan ognirnar hjá Jóan Jakku niðri í Vágsbotni, sum í dag eru leigaðar út.