Tey flestu, sum hava hoyrt, lisið um ella sæð boriskipið, West Navion, vita, at talan er um eitt ógvuliga stórt skip. Longdin á skipinum er 253 m., meðan breiddin telur 42 og hæddin telur 90 metrar. Hetta eru ikki støddir, ið vit her á leigum eru so von við. Stand-by skipið, Faroe Connector, minti um ein útróðrarbát, tá tað lá við síðuna á West Navion. Sum heild er talan um eitt rættiliga stórt og framkomið skip. Skipið hevur allar tær nútímans hentleikar, sum eitt tílíkt skip kann hugsast at hava, og tað eru heldur ikki fleiri enn seks sovorðin skip í heiminum. Tað er Smedvig, sum hava sæti í Stavanger, ið eiga West Navion. Fyritøkan hevur 3000 starvsfólk, og hava umboð fyri fyritøkuna verið í Føroyum áður m.a. í sambandi við vinar- og vinnubýarsamstarv millum Stavanger og Tórshavn.
Skipið er somikið framkomið, at tað uttan víðari kann taka sær av bæði royndarboringum og framleiðsluboringum. Skipið hevur tangar, sum kunnu goyma heilt upp til 100.000 føt av olju. Eisini kann skipið gera fleiri sløg av boringum, men til hesar fyrstu royndarboringarnar verður vanligur lodrættur boriháttur nýttur.
Tað vera hesar boringarnar, sum fara at avgera, hvussu arbeiðsleisturin fer at vera í framtíðini. Hesar boringarnar vera avgerandi fyri hvønn arbeiðshátt valt verður í sambandi við møguligar framleiðslu boringar. Spurningurin er ikki einans um olja er til staðar, men so sanniliga eisini hvussu og um tað ber til at fáa oljuna upp úr undirgrundini.
Tann spurningurin, sum flest fólk vilja hava svaraðan í sambandi við West Navion, er óivað, hvussu skipið kann halda sær flótandi í einari fastari legu, soleiðis at tað ber til at bora. Frágreiðingin til hetta er, at skipið hevur sjey propellir, sum móttaka upplýsingar frá GPS fylgissveinaskipanini. Upplýsingarnir, ið propellirnar ella skipið móttekur, verða síðani nýttir til at siga propellinum, hvussu nógva orku tær skulu nýta. Hetta hevur so við sær, at skipið so at siga heldur eina fasta legu. Eigarnir av skipinum siga, at skipið flytur seg í mesta lagi ein metur, og bert ein brotpartur av samlaðu orkunu hjá propellunum varð nýttur, tá skipið leygardagin lá í Nólsoyarfirði. Skiparin umborð, Evy Heyjedal, sigur, at tað verður væntandi eingin trupulleiki at halda eina fasta legu, tá skipið fer undir royndarboringarnar.
Sum áður nevnt, so hevur West Navion tvinni boritorn. Hetta er heldur ikki heilt vanligt. Sambært Tor Oftedal, borileiðara, so er hetta ein stórur fyrimunur, og ger hetta samstundis at boringin verður meiri effektiv.
Tekniskt er skipið rættiliga framkomið, og tey tekniskt áhugaðu leygardagin fingu eisini eitt spennandi upplivilsi. Alt á skipinum er nýmótans, og samstundis leggja teir seg eftir at fara væl við umhvørvinum, tí hetta krevja nútímans reglugerðir. Skipið nýtir einans vatnbaseraða borimóru. Bórimóran verður nýtt til m.a. at syrgja fyri, at sjálvur boristrongurin ikki gerst ovurhitaður. Vatnbaserað borimóra hevur tann fyrimunin at hon dálkar minni enn eitt nú oljubaserað borimóra, men oljubaserað borimóra hevur gott orð á sær, tá ið tað snýr seg um at vera effektivt.
Tað verður í øki 04, at West Navion fer at bora. Hetta økið verður roypt ?Svínoy leitimiðið?, og er hetta økið tað norðasta í tí sokallaða gullhorninum, sum liggur í ein landssynning úr Føroyum. Eisini Sovereign Explorer borar um hesar leiðir, og liggur hann nakað vestanfyri West Navion. Tað eru Faroese Partnership og Agip, sum eiga hinar báðar partarnar av gylta horninum við Hetlandsrennuna.









