90 ÁRA FØÐINGARDAGUR
Heri Jacobsen
Hósdagin 16. august fylti David Davidsen í Tjørnuvík 90 ár. Hóast sín høga aldur heldur hann seg til alt vanligt arbeiði. »Heilsan er góð«, sigur hann, »og besta fyri kropp og sál er arbeiði. Eg havi arbeitt alt mítt lív bæði á sjógvi og landi, og tað man hava bjargað heilsu mínari«, sigur Dávur skemtandi við blaðið. Sum ungur maður varð hann valdur í bygdastýrið og sat í heili 60 ár ? eisini sum formaður. Hann vildi gera alt at menna bygdina, og úrslitið sæst í dag. Ein sera vøkur og nosslig bygd, sum føroyingar kunnu vera erpnir av. Vit stukku inn á gólvið hjá Dáva og bóðu hann siga okkum eitt sindur frá sínum spennandi lívi.
Uppvøkstur í Tjørnuvík
Foreldur míni, Hans Jákup og Jensina, vóru bæði úr Tjørnuvík, og her vaks eg upp. Í 1918 fór eg í skúla - eg var tá sjey ára gamal, og ikki kann sigast, at tímarnir vóru so mangir, sum skúlabørn hava nú á døgum hava krav uppá. Lærari okkara var Sámal Niclasen (1877- 1949), og undirvísti hann bæði á Langasandi, í Vík og í Tjørnuvík.
Vit gingu tað eg kann minnast bara í skúla eina viku um mánaðin, so tað var avmarkað, tað vit lærdu. Men dugdi tú at rokna, lesa og skriva tá á døgum, so kravdist ikki meira av bókligum lærdómi. So einfalt var tað. Um summarið vóru vit fyri tað mesta niðri á sandinum. Í sólskininum vassaðu vit og stungu skrubbur, sum var nóg mikið av. Eg minnist, hvussu væl mær dámdi hetta lívið ? eitt satt ævintýr.
Gudsorðið høgt virt
Í Tjørnuvík varð Gudsorðið høgt virt, og so var eisini hjá okkum. Fóru vit ikki í kirkju, las pápi lestur, og vit sungu eisini sálmarnar hjá Kingo í heimi okkara. Sum tit vita, er bygdin kend fyru sínar góðu kingosangarar, og hesir sálmar vórðu sungnir av hjarta og inniligari tøkk til Gud, ið hevur hildið hondina yvir okkum. Kingosálmarnir eru jú serstakir. Til alla lukku hevur unga fólkið í bygdini varðveitt sálmasangin, sum er til stóra gleði fyri okkum øll. Í fimtiárunum komu teir úr Klaksvík at taka upp kingosálm á plátu. Teir vóru framskygdir og sóu, at hesin skattur mátti ikki fara fyri skeyti. Tøkk skulu teir hava fyri tað. Í hesum sambandi má eg nevna Dáva Emil og Jákup Heinesen, ið báðir eru farnir fyri fleiri árum síðani.
Farið verður í holtur í køstarnar
Tá á døgum var vanligt, at fleiri køstar vóru í bygdini. Handilstøð vóru eingi, og mykjan var tískil nýtt at taða við. Tá ið eg var valdur í bygdastýrið, setti eg mær fyri at fáa allar rennurnar og køstarnar burtur. Eg hugsaði um heilsuviðurskiftini og at fáa bygdina at síggja so reina út sum gjørligt. Ein dagin eg var í Havn, møtti eg landslæknanum og bað hann koma til Tjørnuvíkar og gera sínar metingar um opnu rennurnar og køstarnar. Jú, hann kom. Tá vóru um 15 køstar í Tjørnuvík. Sum vit fara til gongu, koma vit til tann fyrsta køstin, og hann spyr meg hvør eigur. Eg segði bart út, at hetta var okkara køstur, men eg skuldi vera tann fyrsti at fáa hann burtur. Eg helt tað vera rættast fyrst at sópa fyri egnari gátt. Og so var. Rennurnar vórðu lagdar undir heilt og køstarnir burturbeindir. Soleiðis batnaði støðan so líðandi, og í dag er bygdin upp í teimum ruddiligu bygdunum í Føroyum. Tað seinasta arbeiði, ið eg stóð fyri, var at gera vegin niðan fyri bygdina. Í dag verður hesin vegur nevndur »Davidstræti«. Í fyrstani vóru nógv ímóti hesari vegagerð, men í dag eru tey flestu glað fyri hesa avgerð mína. Tað skerst ikki burtur, at skalt tú taka avgerðir, fært tú ikki altíð viðrák og verður ikki altíð so »populerur«, men soleiðis er lívið.
Út í lívið
Tá ið skúlatíðin var av, noyddist eg til skips ? her var einki í at velja. Eg visti, at hetta lívið fór ikki altíð at vera nakar dansur á rósum, men eg var ungur og hevði fingið gott í beinini, so nú mátti svíða sum svøllur.
Eg fór so avstað, og mítt fyrsta skip var »Havgásin«. Við henni var eg í trý ár ? 1926, 1927 og 1928. Í 1929 sigldi eg við »Reykjanesi«, og í 1930 gjørdi eg av at fara við »Normanner«. Skipið var nýtt og farið var avstað í februar mánaði. Komnir einar 90 fjórðingar úr landi skuldu vit leggja aftrat ískassanum, men tá varnast vit, at lastin er full í sjógvi. Róp kom í, alt varð kannað uppi á dekkinum, og tá síggja teir, at skarndekkið er loysnað í bæði borð. Stevnið var eisini gloppið frá, og nú vóru allir menn bidnir í hast at fara til lensipumpuna. Motoruin varð sløktur, bjargingarbátarnir gjørdir klárir, seglini sett og kósin hildin ímóti Føroyum. Vit kláraðu so dánt at halda skipinum lens, og glaðir vóru vit, tá ið vit fingu landkenning. Motorurin varð aftur settur í gongd, og ein sunnumorgun komu vit inn á Havnina. So varð farið inn á Skála, har skipið varð umvælt. Eftir ólavsøku var skipið liðugt og farið var til Grønlands, men eg má siga, at upprunaliga hevur skipið ikki verið væl smíðað, tí vit fingu trupulleikar eisini á hesum seinna túri. Seinni mátti 14 tons av jarni festast í skipið. Tá hjálpti. Eg sigldi so við »Normanner« í 1933 og tjenti tað árið 900 kr, ið varð hildið at vera góð ársløn.
Í havsneyð á Kappanum við Kaj hjá Mortani
í Hvannasundi
Í 1934 fór eg við »Coraliu«, sum Kaj hjá Mortani í Hvannasundi hevði fingið at føra. Mortan hevði ført hana frammanundan, men førdi nú »Blithsome«. »Coralia« varð smíðað í 1901 og hevði ein 72 hk. motor. Dánjal við Sílánna á Tvøroyri hevði keypt hana í 1925, men í 1929 varð hon seld norður um fjørð.
Eg var tískil við á hini tiltiknu ferðini í 1935, tá ið vit bjargaðu »Blithsome« á kappanum.
Henda ferð fer altíð at standa í huga mínum, so leingi eg havi skilið.
Tað var soleiðis, at Kaj hevði ikki tikið longdina tá, og noyddist tí at hava flaggskipara, og hann var Andrias á Høvdanum. Men tað bar so á, at Andrias fekk herviliga blóðeitran á hálvum túri, og noyddust vit tí inn í Godthaab við honum, har hann varð innlagdur. Hann slapp tí ikki heim við okkum, og Kaj var nú veruligi skiparin. Avrátt varð, at vit skuldu fylgjast heim úr Grønlandi við »Blithsome«. Sostatt vóru feðgarnir báðir skiparar á hvør sínum skipi á hesari minniligu ferð. So varð gjørt klárt, og vit fóru. Hildið varð suður við landinum og komu suður á Kappan. Har var nógv grind at síggja, so vit royndu at fáa onkran hvalin, men einki eydnaðist. Tað ringasta av øllum var, at luftin var so ódámlig og barometrið stóð í botni, og tí gjørdi Kaj av at sigla út frá landi. »Blithsome« kom nú upp á prei, og har var rópt, at vit noyddust at gera okkum klárar til náttina, tí ódn fór at bresta á.
Og so varð. Tá ið vit høvdu tikið seglini niður brast á. Sjógvurin versnaði, og skipið tóktist at tyngjast framman. Eg minnist, at vit vóru tríggir í stýrhúsinum, Kaj, Andrias, bróðir hansara og eg. Tá rópar Kaj tað harðasta hann orkaði ? málið hevði hann gott: »Góðu menn, gevið tykkum í hendur Harrans, tí vit ganga burtur«.
Tá sigur Andrias við meg: »Dávur góði, lat okkum báðar fara út á dekkið«.
Maskinan var farin at oysa, og lensipumpan var blivin í ólagi. Eg gloymi ongantíð mín kæra vin, Andrias. Síggi hann fyri mær, tá ið hann við einari øks setti hol á fyrstu tunnuna.
Eg royndi av øllum alvi at fáa pumpuna at rigga, og til alla Harrans lukku eydnaðist tað mær. Hvussu ? tað veit eg ikki í denna dag. Nú rópar Andrias aftur: »Dávur, hjálp mær at fáa hesar báðar tunnurnar fyri borð«. Vit fingu tunnurnar fyri borð, men tá ið avtornaði vóru tað petroleumstunnan og kjøttunnan ið farnar vóru. Eg pumpaði nú tað dýrasta eg orkaði, men so rópti eg á Per, vinmann mín úr Tjørnuvík, og bað hann koma at loysa meg av. Hann var skjótur, og eg bant ein enda um miðjuna á honum.
Í lugarinum vóru tveir eldri menn og tveir blaðungir, ið vóru fyrsta túrin til sjós. Annar av hesum, Hendrik Hansen úr Tjørnuvík, býr í dag í Havn og er múrari. Í kahúttani vóru fýra mans, lemmurin varð lagdur á, so teir sluppu so ikki upp.
Skipið var nú rangstoytt, og Per og eg lupu fram í kolrúmið at oysa sjógv, og til alla lukku fingu vit oyst so mikið, at skipið lætnaði og fór aftur at arbeiða lætt í sjónum, hóast brotini vóru ógvuslig.
Um middagsleitið síggja vit »Blithsome« í le. Tá fóru vit báðir, Andrias og eg, til Kaj og bóðu hann vælsignaðan fara og fáa sær okkurt at drekka, vit skuldu anddøva so leingi, men hann var ikki meira enn farin, nú síggja vit eitt ógvusligt brot koma eftir sjónum. Fyri mær sá tað út sum grunnbrot, og tá letur í Andriasi: »Dávur, nú missa vit stýrhúsið!« Hvat ið hendi veit eg ikki. Hin alvaldi hevði nú tikið yvir, tí alt stóð í einum roki. Tað var ræðuligt. At vit komu undan í hesum øgiliga broti, var eitt undur ? eitt undur í orðsins sanna týdningi.
Tá ið avtornar síggja vit royk og hóma »Blithsome« í øllum rokinum við flagginum á hálvari stong. Kaj kom nú aftur og bað okkum heysa segl, men tað var ikki hugsingur um. Vit fingu kortini fokkuna ein metur upp, men tá fór ?Coralia? fyri síðuvind í tí ringa brotinum. Tá hildu vit, at hon fór runt, men hon legðist til alla lukku aftur. Vit komu so í lu av »Blithsome« og sóu tá, at brúgvin var farin, og at róðrið ikki riggaði. Alt var skrætt úr dekkinum har frammi. Tá rópar Mortan og biður okkum taka fólkið skjótast gjørligt. Vit gjørdu so klárt. Jógvan á Dul var komin heim sjúkur við okkum úr Grønlandi og lá niðriundir. Men hóast hann var veikur, menti hann seg upp at taka ímóti landsmonnum sínum í havsneyð. Tættasta vit kundu koma at »Blithsome« var 60 favnar, og tann fyrsti leyp so á bláman. Tað var Hans Pauli, sonur Mortans. Henda bjargingin gekk væl ? teir høvdu bundið ymiskt upp á seg fyri betur at kunna halda seg uppi, og hetta var skilagott. Eg minnist, at ein maður kom skeivur í sjógvin og fór undir sum ein steinur, tá ið vit hálaðu. Men tíbetur vit fingu hann inn, men tað var ein øgiligur sjógvur, ið kom úr honum.
Tað einastu ferð eg mátti venda mær burtur og gráta var, tá ið Poli, beiggi Kaj, kom.
Ungur var hann, og í allari neyðini rópti hann á mammu sína, so tað skar meg í hjartað.
Men hann kom innanborða í øllum góðum og kom væl fyri seg aftur. Men verri var við kokkinum. Hann leyp út í stivlum og var undir meginpartin av strekkinum. Vit fingu kortini lív í hann aftur, men hann var veikur og lá í koyggjuni restina av túrinum heim. Heilsan fór hjá honum.
Mortan var seinarti maður av skipinum. Eg síggi hann fyri mær, hvussu hann fór turnandi aftur eftir dekkinum og niðurundir. Dreingirnir skóru í gallróp og bóðu hann koma. Teir óttaðust fyri, at hann fórst við skipinum. Lítla løtu seinni kom hann upp við einum posa. Hendan bant hann um seg og leyp. Tað vísti seg, at hann hevði gjørt rætt, tí hann var alla tíðina omaná, men tá ið hann var um 20 favnar frá okkum, fekk hann eitt brot, og hann misti posan. Tá rópti Mortan: »Vælsignðir menn gevið út«. Hann ætlaði sær at svimja eftir posanum. Men Kaj gav okkum strangliga boð um ikki at geva út ? vit skuldu hála. Tá ið Mortan kom at borði lat í honum: »Hetta er eitt ræðuligt skil, eg hevði ikki droymt um at doyggja á sjónum«. So løgið tað ljóðar kom posin rekandi inn at borði, eg leyp til við hakanum og fekk drigið posan innum.
Tá ið Mortan var komin á dekkið sigur hann við Per og meg: »Eg síggi at bjargingarbáturin er leysur, farið nú og surri hann so væl tit kunnu«. Tá ið tað var gjørt, fór Mortan í stýrhúsið, tí nú var hann skipari. Tá var vindurin minkaður nakað nógv, og hann gav boð um at seta segl. Tað var ein buldrasligur túrur heim, men ongantíð havi eg verið glaðari enn júst tann dagin, tá ið vit fingu Mykines í eygsjón. Vit komu á Havnina í øllum góðum.
Tú kanst kanska spyrja, um eg hættaði mær avstað aftur? Jú, eg fór aftur við mínum kæra skipi »Coraliu«. Eg minnist, at Mortan kom til mín og segði: »Eitt skal eg siga tær Dávur, far avstað aftur sum skjótast ? vit mugu smíða meðan jarnið er heitt, tí annars verður tað seinur dagur vit fara«. Og so var. »Coralia« lá inni við Hólk, men tá ið vit skulu seta í gongd vísti tað seg, at allur sylindarin var brostin. So har var einki at gera. Men Mortan visti ráð. Hann fór suður til Havnar og bað Chr. Holm um at lata seg fáa »Solo deo gloriu« at føra. Tað var gaman í, og eg var so eitt skifti við Mortani á kalvaveiðu.
Mortan var eitt serligt menniskja. Vit vóru góðir vinir, og ikki havi eg verið saman við raskari manni. Hann var tá 51 ára gamal, og styrkin var ovurhonds. Andrias, sonur hansara, og eg vóru eisini góðir vinir. Hann var hin spaki maðurin, sum ongantíð leyp framav. Ein skilamaður á sjónum.
Kríggið merktist í Tjørnuvík
Tað sum serliga plágaði okkum undir krígnum vóru minurnar, ið komu bóltandi inn á sandin. Boð komu frá hervaldinum í Havnini, at vit skuldu royna at skjóta hesar minur, men boðini komu ikki, sum so ofta, fyrr enn skaðin var hendur. Vit fingu so serliga riflu úr Havn, og Jákup Heinesen varð settur at skjóta minur. Hann skeyt fleiri. Eg minnist serliga ein dagin, at vit varnaðust eina minu. Hon hevði ligið allan dagin og bólta inni á sandinum, og vit óttaðust fyri, at hon fór at bresta. Vit gjørdu so av at fara fram í gjónna, tí har vóru vit betur vard, um nakað hendi. Tíðin leið, og eg fór aftur fram í húsið at vita, hvussu gekst.
Kúgvin hjá okkum stóð at kálva. Eg var ikki meira enn komin inn, tá brast. Rokið stóð upp til skýggja, og kúgvin kálvaði við brestin. Tað var øgiligt. Eg slongdi kálvin fram á gólvið og leyp fram í gamla skúla at vita, hvussu støðan var. Tá sá eg, at glaspetti lógu á andlitinum á Heininu. Trýstið var so mikið stórt, at endin var farin úr húsinum hjá okkum.
Men tíbetur øll komu undan við lívinum.
Geri av at fara til Íslands
Móti endanum av krígnum gjørdi eg av at fara til Íslands at royna eydnuna har. Farið varð við Knørri til Vestmannaoyggjarnar, haðani eg sjálvur mátti syrgja fyri at koma til Reykjavíkar. Ikki dugdi eg íslendskt, og bara eina ferð áður hevði eg sett fótin á íslendska jørð, so hetta var ein rættilig royndarferð. Men eydnan var við mær, og eydnaðist mær at koma inn á fastlandið við postbátinum. Síðani gekk leiðin við bussi til Reykjavíkar. Komin á farstøðina spurdi eg ein mann, um hann visti at siga mær hvar »færingabúðin« var. Jú, tað visti hann ógvuliga væl, og hann beyð sær at koyra meg, men viðførið kundi hann ikki taka við. Hann lovaði kortini at taka sær av tí, tá ið hann kom aftur. Vit komu nú til hesa »færingabúð«. Hann slepti mær av, og eg fór inn. Ikki eitt menniskja var at síggja nakrastaðni. Meðan eg gangi aftur og fram eftir gólvinum síggi eg ein mann liggja og sova á einari brík. Eg vaki mannin, og mín sann er maðurin úr Streymnesi. Eg spurdi hann, um hann visti nakað um Òla Jákup Magnussen. »Jú, hann býr her, men hann er farin í býin«. Tá ið teir komu aftur hitti eg Óla Jákup, og hann skaffaði mær eitt arbeiði í býnum. Eg varð settur sum timburmaður og slapp so at royna tað lívið. Ikki hevði eg arbeitt í meira enn tveir dagar, tá spurdi formaðurin meg, um eg visti um aðrar føroyingar, ið vildu koma at arbeiða. Eg var skjótur at senda fjarrit heim og bað bróður, og ein annan, ið eg kendi, koma yvir. Teir komu við »Emmu«, og har vóru vit verandi í fýra ár.
Seinni fór eg við íslendskum trolara og fekk nógv samband við íslendingar. Eg legði meg eftir at læra íslendska málið, tí mær dámdi so væl tónalagið. Tað dámdi íslendingum væl, at eg tosaði teirra mál, og eg fekk sera góða viðferð. Vinirnir trutu ikki, og eg havi samband við fleiri enn. Í mong ár arbeiddi eg hjá »HF Keflavík«, og eg treivst sera væl á hesum arbeiðsplássi . Eg minnist við gleði hesa tíð. Tað vóru eisini íslendingar, sum hjálptu okkum við fiskavirkinum í Vík.
Við týskum trolara ? fleiri av manningini høvdu verið í krígnum
Eitt skifti í fimtiárunum var tørvur á fólki til týskar trolarar. Jógvan á Dul var umboðsmaður teirra, og hann heitti á meg at fara við einum av hesum trolarum. Eg gjørdist lastaformaður, og sigldi við teimum í heili seks ár. Fleiri av manningini høvdu verið í kríggi, og hetta hevði sjálvsagt ávirkað sinnið teirra, men vísti tú teimum beinan vegin, hvar skápið skuldi standa, so spektust teir. Tað var serliga ein skipara, sum mær ikki dámdi serliga væl. Hann kundi vera sera frekur. Ein dagin, hevði hann sent nakrar týskarar niður í lastina til okkara ? menn sum ikki hoyrdu heima har. Eg grunaði, at hann nú vildi taka meg av ræði sum lastaformann. Eg reyk upp á brúnna, og spurdi um hansara dekkarar vóru »spesialistar« í saltfiski. Hesum játtaði hann. Tá spann øði í meg og eg segði: »Alt í lagi, sigl so inn í Føroyingahavnina og set meg av«. Tá bakkaði maðurin og gjørdist spakur sum lambið. Hann bjóðaði mær enntá eina fløsku, men eg tók sjálvsagt ikki av. Síðani fekk eg arbeiðsfrið. Hetta frættist heilt til Týsklands, tí tá ið eg fór í land í Bremerhafen gekk prátið dúgliga.
Ein morgun, umborð á hesum sama skipi, kemur róp í: Feuer an Bord! Feuer an Bord!
Eg leyp upp, og ikki var sjónin vøkur. Øll brúgvin stóð í ljósum loga. Eldur var komin í skiparan, og har stóð hann neyðar maður og rópti í neyð. Teir settu skjótt eina spuluslangu á hann, men hann var illa brendur. Hospitalsskipið fór avstað við honum. Vit høvdu gjørt okkum ein planka, so vit kundu aka niður eftir skipssíðuni, tí vit hildu, at skipið fór í luftina hvørja løtu, men tíbetur hendi hetta ikki. Skipið gjørdist vrak og varð sleipað heim.
Sum áður nevnt fór eg eftir hetta til Keflavíkar at arbeiða og var har í heili 12 ár.
Heilsan er eittans
Nú eri er vorðin 90 ár og livi væl. Heilsuna havi eg altíð havt góða, og tað havi eg nógv at takka fyri. Sjálvsagt slepst ikki undan mótgangi her í lívinum, tað vita vit. Tað ræður um at røra kroppin, tá ið ein er komin í henda aldur, sum eg eri í. Tess meira eg arbeiði, tess betur livi eg.
Blaðið ynskir Dáva hjartaliga til lukku við degnum og góðan byr.