El & Tele røkir alt landið av Argjaboða

Í besta sólskinsveðri kundu tey 12 starvsfólkini í fyritøkuni El & Tele fríggjadagin í farnu viku taka ímóti viðskiftafólki, ið høvdu leitað sær út á Argjaboða til almennu móttøkuna.

 


Nýggjur bústaður



Fyritøkan El & Tele, sum hevur húsast í Havn, er nú flutt í størri og arbeiðsligari høli í útjaðaranum av høvuðsstaðnum. Hetta heldur Rasmus Magnussen, stjóri ikki vera nakran trupulleika. Hølini liggja sera væl fyri og í sera vøkrum umhvørvi. Har eru góðar umstøður at taka ímóti viðskiftafólki og skjótt er eisini at koma út til kundarnar, ikki bert í Havnini men kring alt landið, nú nýggi ringvegurin er um at verða liðugur.


Tað eru Rasmus Magnussen og Eyðun Egholm, sum standa á odda fyri El & Tele, ið hevur lagt seg eftir at vera ein av teimum førandi fyritøkunum í landinum innan el-,edv- og telekervi. Rasmus Magnussen sigur, at teir hava lagt seg eftir at kunna veita kundum sínum eina heildarloysn. Tað skal vera óneyðugt hjá kundanum at leita sær fleiri staðni fyri at kunna fáa tær tænastur hann hevur brúk fyri á el- og teleøkinum.


Teir leggja m.a. stóran dent á at kunna veita eina góða og holla ráðgeving, nakað, sum í longdini roynist best fyri bæði veitara og kunda. Á tann hátt tryggjar tú tær sum kundi, at ikki óneyðugar íløgur verða gjørdar ella at óneyðug orka verður nýtt.


-Vónandi verða vit uppaftur betri førir fyri at liva upp til hesi krøv í nýggju hølunum sigur Rasmus Magnussen, sum leggur dent á, at tey á virkinum leggja seg eftir at veita eina professionella tænastu. Tað ber í sær, at starvsfólkini alla tíðina verða dagførd á skeiðum, seminarum og ymsum útbúgvingum. Hann heldur tað eisini hava stóran týdning fyri fyritøkuna og góðskuna á teimum vørum og tænastum teir lata, at El & Tele er Ascom umboð í Føroyum.


Í stóra og snotuliga bygninginum yðst á Argjaboða, ið upprunaliga varð bygdur sum bústaður og verkstaður hjá eini aðrari elfyritøkuni, hjá Palla á Dul, eru eisini fleiri aðrir leigarar. Her húsast m.a. SNG og eitt laksavirki.