sítt lægsta meðal í manna minni, 14,1 eygu. Njál Petersen, sum hevur avloyst Ólav Kjølb ro á gulliðnum, tapti allar dystir og hevði 14,8 í meðal. Samanlagt hevði Klubbin í Havn 23,5 eygu í meðal, meðan gestirnir [...] lægsta meðaltalinum í longri tíð, 16,2. Kaggin 1 vann 12-6 á Kagganum 2 í innanhýsis uppgerðini. Bestur á liðnum var Jan Müller, sum vann allar sínar dystir og hevði 22,1 eygu í meðal. Í hølunum á honum var [...] tvey umfør eru eftir at spæla. Tey fýra liðini í 1. deild møttust herfyri. Klaksvíkingar vitjaðu Havnar Klubba , og í Kagganum var grannauppgerð. Úrslitið í Havnar Klubba gjørdist eitt lemjandi tap til gestirnar
ikki vilja kennast við summar partar í ólavsøkupakkanum. Tá ið ólavsøkupakkin var fyri í Løgtinginum vístu fleiri tinglimir á, at teir tóku ikki- undir við ávísum pørtum í ólavsøkupakkanum. Tað fekk Jóannes [...] - Politikarar eru ikki annað enn menniskju og í hesum føri haldi, at teir eru hoyknaðir undir trýstinum. Tað heldur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum og formaður javnaðarfloksins. Tí [...] sigur, at samgongan hevur verið væl við í arbeiðnum at snikka ólavsøkupakkan til. - Mesta arbeiðið havi eg sjálvur, Jørgin Niclasen, Kaj Leo Johannesen og Johan Dahl gjørt. Men lítla samgonga hevur eisini
frammi. Tað varð skorið út í papp í gjár, tá Víkingur vitjaði. Longu í øðrum minutti hjálpti sløsut verjuspæl teimum ljósabláu í gongd, tá Johan Ellingsgaard spældi Sam Jacobsen púra leysan, so hann lættliga [...] henni í fjør, tá árstalsfelagið í Havn streyk avstað fyrstu umførini, men síðani fullkomuliga steðgaði upp. Hóast hópurin í ár sær nógv sterkari út, er veikleikin akkurát tann sami: Ov lítið bit í har frammi [...] tveitt seg fram og skallað bóltin í fangið á Geza Turi, men annars var einki – púrt einki! Víkingur vann fyrst og fremst spælið á miðvøllinum, og tær ferðirnar farið varð í álop, gekk tað skjótt fyri seg
Hetlands við Pløyen í 1839 (hví man Pløyen í bókini verða stavað við o við tveimum prikkum?) var Móris Mohr í Hoyvík, sum umframt at vera kongsleiglendingur á seks marka garðinum í Hoyvík eisini átti Tindhólm [...] Tindhólm, sum í inntøku gav tveir oksar um árið til garðin í Hoyvík. Annars kunnu vit í Færøsk Bygderøkt II (E.A. Bjørk) lesa, at á Tindhólmi var alt, hvat hjartað kundi ynskja sær: Meðalgott ár 60 seyðir [...] skuldi trúð, at slíkt ikki átti at komið fyri í einari so seriøsari søgubók. Í fororðinum sigur rithøvundurin, at hann hevur fulla ábyrg av lýtum, og at Eik Banki í ongum førum hevur ábyrgd av ”mínum metingum
Hetta var fyrsta ferðin, at NSÍ hevur tapt í Sarpugerði síðani í 2000, og leikliga avrikið var langt frá tí, sum í triði síðsta umfari í fjør bar 4-0 sigur við sær í Gøtu. Ta ferðina var talan um meistaraspæl [...] møguleikar, men Geza Turi var brandur í málinum. Eitt nú stórbjargaði hann uppi í horninum, tá ið Hjalgrím Elttør hevði heilfluktað av brotsteigar samankomingini í høgru. Tá ið tíðin gekk undan, royndi [...] meistaraspæl, og NSÍ vann FM. Sjúkur liðformaður Hvussu tað verður í ár er opin spurningur, tí kappingin er bara fýra umfør gomul. Í fjør tapti NSÍ fýra ferðir, og kortini vunnu teir FM sjey stig frammanfyri næsta
Vit minnast jú øll, at lagið Skýmandi Kvøldið seinasta ár í drúgva tíð var nummar eitt í sendingini 15 Teimum Bestu í útvarpinum. Seinast í undanfarna mánaða kom so EP'in. Tað, sum undirritaði hevði sæð [...] River Recording av Johannes á Rógvu Joensen. Remixið av Skýmandi Kvøldið hevur Mark Joensen gjørt, og tað er Jónas Bloch Danielsen, sum hevur ljóðblandað tónleikin í Studio 93. 3'arin í SMS stendur fyri søluni [...] teirri hugsan, at bólkurin helst er best live-bólkurin í landinum. Tað hevur altíð verið ein ávísur intensitetur yvir spælinum hjá teimum fýra limunum í bólkinum. Tíverri eri eg noyddur at siga, at eg haldi
Danske Spiseguide eins og í White Guide. ##med3## Jan Restorff er av gitnu Restorff familjuni á Hotel Hafnia í Havn. Hann er føddur í Havn 6. desember í 1967. Foreldrini vóru Johan M. og Esther Restorff. [...] hevur verið í starvinum sum matstovustjóri síðani 1. mai í 1999. – Síðani tá hevur hann hevur hann vart og ment víðari andan á Søllerød Kro, sum í allar dagar hevur verið at sett gestin í miðdepilin. Tað [...] matstovustjóran. Søllerød Kro er ein gomul krógv, stovnað í 1677. Matstovan er í gamla partinum av Søllerød í Norðursælandi, og hon hevur ein stjørnu í Michelin guidini, sum tey hava vunnið aftur á hvørjum
besta fótbóltsspælaran í heimssøguni, og í Johan Cruyff eigur Holland ein av teimum, sum røkkur upp um knæhædd á lítla argentinanum í so máta. Hesir eru sjálvandi ikki longur aktivir á vøllinum. Men við [...] er einki at ivast í, hvørjir favorittarnir í Bólki C eru. Argentina hevur tvær ferðir vunnið HM, og hóast tað nú eru 20 ár, síðani hetta hendi seinast, so er liðið støðugt at rokna í feltinum av favorittum [...] høgar. Royndir debutantar Sæð í mun til hesa siðvenjuna skuldu Serbia & Montenegro og Fílabeinsstrondin ikki kunnað rokna við nøkrum sum helst. Bæði tvey eru londini við í HM fyri fyrstu ferð, men tað merkir
okkum fram bæði hjá EFTA og ES samstundis, so fáa vit hvørki limaskap í EFTA ella ES. Tí limalondini í EFTA og ES taka teg ikki í álvara sum land, fyrr enn tú hevur tikið eina heilt greiða støðu heima [...] viðfáningi av donsku umboðunum í 21-mannanevndini viðvíkjandi Føroyum, har folketingsmedlem Høgni Karsten Hoydal og folketingsmedlem Anfinn Kallsberg taldu triðingin av teimum uppmøttu í den danske delegation [...] økjum. Sambært fjølmiðlunum hava teir: 1.Við uttanríkispolitisku heimildarlógini í hondini sýtt okkum at gerast limir í norðurlendska ráðharraráðnum. 2.Avlýst allan møguleika fyri einum EFTA limaskapi
fyri Jón Róa og liðfelagarnar. Frem trýsti Í seinna hálvleiki kom Frem meiri inn í dystin, og í 65. minutti varð Andrew skiftur út við formsterka kappingarneytan í álopinum, Thomas Myssing. Uttan tær stóru [...] men Jón Rói og hinir í Frem-verjuni megnaðu at halda tørn. Hóast leikliga yvirvág til heimaliðið var størsti málmøguleikin í dystinum uttan iva, tá ein Frem áleypari einsamallur inni í fimmteiginum skallaði [...] vetrarsteðgur í donsku 1. deild, og Jón Rói og Frem liggja á øðrum plássi við 31 stigum, fýra stig aftanfyri Johan Byrial Hansen og AC Horsens. Frem liggur sostatt til kvalifikatión um uppflyting í Superliguna