Tendraðir og skjótir víkingar

Liðformaðurin var burtur, tá ið NSÍ hevði trupult við at fáa meistaraspælið at rigga, og tað bar við sær fyrsta tapið í Gøtu í átta ár

Fótbóltur

 

At ein landskappingardystur er á skránni fríggjakvøld tykist vera funnin fressur. Lagið er gott, tí arbeiðsvikan er av, og vikuskiftið stendur fyri framman. Og hesa ferð var talan um eyka plettskot, tí tey flestu høvdu frí seinnapartin, tí tað var flaggdagur, og so var veðrið í Sarpugerði so vælsignað og gott.

Nógvu áskoðararnir, sum hvørki halda við Víkingi ella NSÍ, fóru fegnir til húsa eftir at hava verið eygnavitni til intensa uppgerð. NSÍ áskoðararnir vóru sjálvandi ikki serliga fegnir um úrslitið. Teirra lið legði rygg til 1-0 tap. Hetta var fyrsta ferðin, at NSÍ hevur tapt í Sarpugerði síðani í 2000, og leikliga avrikið var langt frá tí, sum í triði síðsta umfari í fjør bar 4-0 sigur við sær í Gøtu. Ta ferðina var talan um meistaraspæl, og NSÍ vann FM.

 

Sjúkur liðformaður

Hvussu tað verður í ár er opin spurningur, tí kappingin er bara fýra umfør gomul. Í fjør tapti NSÍ fýra ferðir, og kortini vunnu teir FM sjey stig frammanfyri næsta kappingarneytan. Men tað var meiri avrikið fríggjakvøldið, sum órógvaði:

-Eg haldi, at talan var um javna uppgerð. Teir vóru meiri tendraðir enn vit, og tað er eyðsýnt, at vit ikki enn hava fingið spælið at rigga so væl, sum tað gjørdi í fjør. Fleiri nýggir spælarar eru á liðnum, og tað tekur tíð at spæla liðið saman, var niðurstøðan hjá miðvallaranum Boga Løkin.

Hann var ein av teimum, sum varð skiftur út, tá ið Johan Nielsen síðstu løtuna royndi at spenna álopsbogan. Tað hevur ikki verið frítt av tosi um, at NSÍ – umframt Nenad Stankovic – hevur keypt tríggjar aðrar serbar. Allir serbarnir vóru millum teir fyrstu ellivu í Gøtu, men tað var ikki eyðsýnt, at teir skulu halda evnaríkum ungum NSÍ spælarum uttanfyri. Framrættaðu Andy Olsen og Øssur Dalbúð komu á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki saman við Sjúrði Jacobsen, og millum teir í Heiðum, sum stóðu kring vøllin, var tosað um, at tað hevði ikki verið verri, um hesir høvdu verið á vøllinum alla tíðina.

Tað kom illa við hjá NSÍ, at liðformaðurin Óli Hansen ikki var við, tí hann var sjúkur. Pól Jóhannus Justinussen røkti miðverjuplássið væl, men liðformaðurin og íblásarin varð saknaður.

NSÍ hevði sínar møguleikar, men Geza Turi var brandur í málinum. Eitt nú stórbjargaði hann uppi í horninum, tá ið Hjalgrím Elttør hevði heilfluktað av brotsteigar samankomingini í høgru.

Tá ið tíðin gekk undan, royndi NSÍ at leggja trýst á, men tað var lítið hugflog, og Víkingur helt tætt. Mest vandamiklu royndina stóð Nenad Stankovic fyri, men Geza Turi vardi meistarliga.

 

Tendraðir

Miðverjin Atli Gregersen skoraði einsamalla málið, tá ið 2. hálvleikur var stórt korter gamal, og hann var sjálvandi ovurfegin:

- Andreas Lava Olsen, sum var fremstur hjá okkum, átti sín stóra lut í málinum. Hann saksisparkaði akrobatiskt innfyri, eftir at Magnus Skoralíð hevði lagt fríspark úr vinstru og fram í brotsteigin. Eg var leysur mitt fyri málinum. Tað var bara at seta høvdið undir bóltin, og tað var fantastiskt, at síggja hann fara í málið og aftaná at staðfesta, at hetta bar trý stig við sær.

Tit sóu út til at vera væl fyri?

-At vit vóru ógvuliga tendraðir sást eitt nú í, at vit fingu gult kort ímóti okkum, tá ið bara átta sekund vóru farin. Eg haldi, at vit sýndu fínan hugburð. Vit møttu teimum frammarlaga, og vit vóru skjótari á bóltinum enn teir og meiri avgjørdir í nærdystunum. Tað hevði stóran týdning, heldur Atli Gregersen.