Andrew og Jón Rói býttu stigini

Føroyska uppgerðin í donsku 1. deild millum Fremad Amager og Frem endaði við málleysum javnleiki. Jón Rói Jacobsen var sannførandi í Frem-miðverjuni, meðan Andrew av Fløtum fekk 65 minuttir í Fremad Amager-álopinum

Danska 1. deild

Keypmannahavn: Í køldu donsku heystarluftini høvdu um 2200 áskoðarar leitað sær út í Sundby Idrætspark á Amager til dystin millum Fremad Amager og Frem sunnudagin klokkan 13. Fleiri føroyskir útisetar vóru eisini komnir at hyggja at føroysku uppgerðina í donsku 1. deild, og føroysku áskoðararnir fingu loyvið at eygleiða eina uppgerð millum fyrrverandi HB-liðfelagarnar Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum.
Jón Rói loysti sum vanligt uppgávu sína til fulnar í Frem miðverjuni, meðan Andrew stóð fyri einum rímiliga góðum avriki teir 65 minuttirnar, hann fekk í álopinum hjá Fremad Amager. Hinir báðir føroyingarnir úti á Amager, Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør, vóru ikki í hópinum og eru eftir øllum at døma á veg heim til Føroya næsta kappingarár, meðan ungi føroyski eykamálverjin í Frem, Gunnar Nielsen, enn bíðar eftir møguleikanum.

Andrew drálaði
Endaliga úrslitið var 0-0, og talan var ikki um nakran vælleiktan dyst. Hóast nógv álop og fleiri hálvar royndir megnaði hvørgan liðið at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnir, og á runuta grasundirlagnum tyktist torført at fáa samanhangandi spæl í lag. Hinvegin var talan um ein fysiskt eyðkendan dyst við nógvum nærdystum, sum m.a. endaði við einum reyðum korti til Fremad Amager-leikaran Dennis Danry 15 minuttir fyri leiklok.
Fremad Amager byrjaði best og hevði yvirvág í fyrra hálvleiki, og við føroyskum brillum var hæddarpunktið, tá Andrew av Fløtum gjørdist rímiliga leysur men drálaði ov leingi og fekk tí ikki skot á málið. Eitt gott mótálop, men Jón Rói og hinir í Frem-verjuni megnaðu at halda tørn.
Hóast leikliga yvirvág til heimaliðið var størsti málmøguleikin í dystinum uttan iva, tá ein Frem áleypari einsamallur inni í fimmteiginum skallaði bóltin framvið víðopnum máli. Frem leikararnir hildu seg hava fingið leiðsluna, og navnframi Frem venjarin Ebbe Skovdahl leikaði í á síðulinjuni.
Annars vóru Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum meiri enn einaferð í hornatøkum. Tað lá væl fyri hjá Andrew at taka ímóti frá miðjuni, venda og spæla bóltin víðari, men tað gjørdist tó sjáldan vandamikið fyri Jón Róa og liðfelagarnar.

Frem trýsti
Í seinna hálvleiki kom Frem meiri inn í dystin, og í 65. minutti varð Andrew skiftur út við formsterka kappingarneytan í álopinum, Thomas Myssing. Uttan tær stóru skreytirnar kom landsliðsáleyparin tó hampiliga væl frá dystinum, og sostatt var Jón Rói einsamallur føroyingur á vøllinum seinastu 25 minuttirnar.
Dysturin kundi koppað báðar vegir, og bæði liðini høvdu hvør sítt skot á stólpan. Men tá 15 minuttir vóru eftir at leika, gjørdist heimaliðið ein færri, og eftir reyða kortið royndi Frem við áhaldandi trýsti at gagnnýta yvirtalsstøðuna.
Men hóast trýstið megnaði Frem ikki at skora, og 0-0 var endaliga úrslitið millum Jón Róa Jacobsen og Andrew av Fløtum. Hóast Frem trýstið seinastu løtuna, var javnleikurin eitt rættvíst úrslit millum tey bæði útisetaliðini, og sum heild komu báðir føroyingarnir væl frá uppgávuni.

Frem nr. 2
Nú er vetrarsteðgur í donsku 1. deild, og Jón Rói og Frem liggja á øðrum plássi við 31 stigum, fýra stig aftanfyri Johan Byrial Hansen og AC Horsens. Frem liggur sostatt til kvalifikatión um uppflyting í Superliguna.
Føroyingafelagið á Amager hevur verið partur av oddastríðnum, men við ov nógvum javnleikum seinastu umførini er Fremad Amager nú dottið niður á eitt 7. pláss við 24 stigum.