Nýggj søgubók

Færø Amts Sparekasse alias Føroya Sparikassi alias Eik Banki fylti 175 ár tann 24. august 2007

Tessvegna hevur Eik Grunnurin 2008 givið út nýggja bók, Eikirøtur 1832-2007, sum Zakarias Wang hevur skrivað. Hetta er ein glæsilig, sonn mammutbók við 462 síðum og fleiri áhugaverdum bíløtum. Hon er borin ókeypis í hvørt hús í Føroyum og óivað eisini út um landoddarnar.

Bókin er tætt skrivað, so tað tekur tíð at lesa hana, men eg var kvikur at blaða og at lesa eitt sindur her og har. Hendan bókin verður lisin, eingin ivi um tað.

Í fororðinum skrivar rithøvundurin: ”Tá fyritøkan varð sett á stovn, æt hon Færø Amts Sparekasse. Navnið var danskt, og tað var óhugsandi annað, tí føroyska málið var ikki viðurkent sum skriftmál.”

Og so spyr hann: ”Men hví varð orðið amt nýtt? Og hann svarar, at ”amt er av somu rót sum tað gamla orðið fyri arbeiðskonu, ambátt.” Í Politikens Etymologisk Ordbog kunnu vit lesa um orðið amt: Lån, nedertysk amt, ambt, ambacht `lav, forvaltning, embede` Lån gallisk keltisk ambaktos ´tjener`(jf. ambassade). Beinleiðis er tað trupult at síggja upprunafrøðiligt samband millum amt og arbeiðskonu.

Á síðu 105 lesa vit, at ein av teimum føroyingum, sum fóru til Hetlands við Pløyen í 1839 (hví man Pløyen í bókini verða stavað við o við tveimum prikkum?) var Móris Mohr í Hoyvík, sum umframt at vera kongsleiglendingur á seks marka garðinum í Hoyvík eisini átti Tindhólm, sum í inntøku gav tveir oksar um árið til garðin í Hoyvík. Annars kunnu vit í Færøsk Bygderøkt II (E.A. Bjørk) lesa, at á Tindhólmi var alt, hvat hjartað kundi ynskja sær: Meðalgott ár 60 seyðir, meira av fugli, enn brúk var fyri, torv treyt ikki, hoyggj var almikið til neytini. hagin lodnari enn so, og á seiðabergi var nokk av fiski at veiða. Um Tindhólm er annars tað at siga, at einkjan eftir Mouritz Mohr, vanliga kallað Marin í Hoyvík, seldi helvtina av hólminum (1 mørk) tann 24. juni 1880, 1. juli 1891 seldi hon 13 gyllin og 2. oktober 1893 fekk sonur hennara P. Mohr 3 gyllin í arvaforskoti.

Bøndur á Hoyvíksgarði hava í 238 ár itið Mourits: Mouritz R. Lund (1730-1802), Mouritz Mohr, (1820-1857) og Mourits Mohr (1884-1968). Hví rithøvundurin áhaldandi kallar Mouritz fyri Móris, er trupult at skilja. Ein skuldi trúð, at slíkt ikki átti at komið fyri í einari so seriøsari søgubók. Í fororðinum sigur rithøvundurin, at hann hevur fulla ábyrg av lýtum, og at Eik Banki í ongum førum hevur ábyrgd av ”mínum metingum.” At Eik Grunnurin hevur latið eitt so týðandi og krevjandi arbeiði, hetta at skriva siðsøgu, einum einsamallum manni upp í hendur, má haldast at vera óheppið og óprofessionelt.

Bókin hevur áhugaverda frágreiðing um Jens Davidsen (s. 58-63), sum átti Skansagarð, tá hann doyði í 1878.

Sambært Taxations Protokol for Thorshavn & Frederickswaag 1784 átti ”Madme Hammershaimb Skansegaard; et Hus bestaaende af 2 Stuer, 2 Kamre, 1 Spisekammer, 19 alen lang og 13 alen bred. En Kield 6 alen lang, 5 alen bred samt en Kiøkkenhave med Staket.” Abbi mín, Johan Vilhelm Mohr, keypti Skansagarð við ”Torvskærerrettigheder i Aaleskjærshaugen v.m. fra dødsboet efter Jens Davidsen og tidligere afgangne Hustru Maren Margrethe Johannesen” tann 1. juli 1879 fyri 4.300 krónur. Abbi var tá 26 ára gamal. Á Skansagarði eri eg barnvaksin.

Nógv áhugaverd bíløt eru í bókini Eikirøtur. Sum vituligt er, eru fleiri bíløt av stovnsins stjórum hesi mongu ár, meðan bert ein stjórakona er sloppin ígjøgnum tað fotogeniska nálareyga. Zacharis Wang ræðist ikki javnstøðukvinnur.

Eg sigi Eik Grunni takk fyri bókina, sum eg ætli mær at lesa.